Virknan javnaðarpolitikk

Løgtingsvalið snýr seg fyrst og fremst um vælferð okkara føroyinga og Føroya lands. Síðan um viðurskifti okkara við Danmark og onnur lond.

Javnaðarflokkurin setur sær fyri at styrkja tey veikastu í samfelagi okkar,a sum eru afturútsigld av búskaparkreppuni, ið nú vónandi er avhasað. Tað skal gerast við at betra pensiónsviðurskiftini sum heild upp á longri sikt. Men beinanvegin eftir valið fer Javnaðarflokkurin at virka fyri øktari pensión til tey, sum bert hava vanliga fólkapensión og samhaldsfasta at liva av.

Málið er at hækka hesar báðar pensiónir tilsamans við kr. 1.000,- per mánað ella kr. 12.000,- árliga. Fólkapensiónin skal hækka við kr. 500/mánaðin og fíggjast av yvirskoti landskassans við kr. 30 mill. árliga, kr. 500/mánaðin skal samhaldasta pensiónin hækkast og gjaldast við 1/2 prosent meira í arbeiðsmarknaðargjaldi.

Javnaðarflokkurin vil annars føra ein virknan eldrapolitikk, so til dømis aldursdómsheimini í Sandoy loksins verða tikin í nýtslu, ein virknan íbúðarpolitikk, og virka fyri trygg-um korum fyri vaksandi liðið av pensionistum, eins væl og fyri tey, sum liva við skerdum møguleikum. Hesi treingja til betrað kor, tí brekað fólk hava eisini rætt til samfelagstilboð.

Javnaðarflokkurin vil styrkja heilsupolitikkin við at halda sjúkrahúsini á tíðarhóskandi støði, og varðveita møguleikarnar at fáa sær heilsubót í Danmark. Vit vilja styrkja heimarøktina og primeru heilsutænastuna við øktari fyribyrging fyri eyga.

Flokkurin vil føra ein ungdómspolitikk, sum tryggjar øllum javnbjóðis atgongd til útbúgving við rímuligum útbúgvingarstuðli.

Javnaðarflokkurin vil hjálpa kommununum at føra ein virknan barnaansingarpolitikk, og vil innføra ein barnsburðargrunn, sum skal vera fyri allan arbeiðsmarknaðin at gjalda fyri økta barnsburðarfrítíð til smábarnafamiljurnar.

Skattaskipanin skal gerast meira sosial við høvuðsdenti á korini hjá lág- og miðalinntøkum. Og seinast, men ikki minst, so er enn aðalmálið »arbeiði til allar vinnuførar hendur«.

Fyri at røkka hesum málinum skal førast ein meira aktivur vinnupolitikkur, soleiðis at meira ráfiskur verður virkaður í Føroyum og harvið verður vaksið um útflutningsvirðið og inntøkur, og arbeiðsloysið verður minkað.

Javnaðarflokkurin vil aktivt medvirka til økt virk-semi einamest úti á bygdunum, soleiðis at vit ikki øll enda í Tórshavn, og arbeiði er ein høvuðstreyt fyri trivnaði.

Vælferð okkara liggur okkum fremst á sinni, tí eru vit sera varnir við at gera stórar broytingar í ríkisfelagsskapinum her og nú, tí tað kann koma at kosta okkum ov dýrt. Men vit fara til Keypmannahavnar fyrst at loysa tað óloysta málið um endurgjald fyri bankagøluna, síðan at samráðast um endurfígging av okkara uttanlandsskuld og í triðja lagi at fáa gongd á aftur samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið, sum nú eru steðgaðar upp, eftir øllum at døma.

Eftir breiða semju á Føroya løgtingi fara vit til Danmarkar at samráðas um nýggjar karmar fyri ríkisfelagsskapin við Danmark. Eina nýggja lóg, sum vit kalla eina sjálvstýrislóg. Men Javnaðarflokkurin fer ikki niður til Keypmannahavnar at loysa frá Danmark. Lat tað verða sligið fast.

Skulu vit, góðu veljarar, náa hesum málum og loysa hesar uppgávur, so má Javnaðarflokkurin aftur verða sterkur á løgtingi. Tað blíva vit bert, um vit fáa tína atkvøðu 30. apríl.

Veljið Javnaðarflokkin.

Gott val.


Birgir Mohr,

valevni Javnaðar-

floksins í Sandoy