uppá hægstu tíð, umvit skulu gera okkum vónir um framtíðina. Serliga nú so nógv nýtt er fyri framman. Eitt nú oljuvinnan og tað, sum er tengt at henni, setir krøv til okkara. Nú mugu føroyingar sleppa [...] kenna seg stoltan, av at vera føroyingur. Skilir tú, at føroyingar nú tosa um loysing? - Tað skilji eg væl, og eg haldi, at vit nú skulu fara undir eitt veruligt orðaskifti, tí hetta er fyrstu ferð, at so [...] arbeiðið, sum var ein breið hugsjón, varð nú umsitin av politisku flokkunum. Mentamál komu nú inn í lóggávuna og tingið skuldi umsita, stuðla og skipa mentanartiltøk. Eitt nú fingu vit listasøvn, bókasøvn o.a
sálvstýrinum málinum eina ja-atkvøðu, sjálvt eftir landsfundin seinasta vikuskifti, har semja var um, at nú skuldu Føroyar gerast sjálvstøðugar. Men júst eitt slíkt mál, sum málið um yvirtøku av kirkjuni, er [...] Høvuðsmálið, sum so, var ikki at kirkjan varð yvirtikin, men heldur at Tjóðveldisflokkurin gjørdi fólk varug við, at teir framvegis arbeiða við sálvstýrismálum. Tað, sum vit sakna, er, at tað verður lagdur [...] Kirkjan kostar minni, og tí verður hon tikin fram. Men kann man fremja eina discount-loysing í Føroyum? Skulu vit bert yvirtaka tað, sum lítið og einki kostar? Hin vegin kann tað tykjast oyðslut at tosa um 14
í Lions Club Vágar sigur, at arbeiðið hesaferð fer at verða munandi lættari, tí nú vita teir hvørjar grunnar teir skulu søkja um stuðul. Eitt tílíkt tiltak er dýrt, men teir vóru so hepnir, at fitt av [...] nærmast. Teir hava latið respirator til sjúkrabilin í Vágum, teir hava latið neyðkallitól til eldri fólk, og tað stóra tiltakið hesaferð verður at lata eitt hjartatól til Læknamiðstøðina í Vágum. Ellisheimið [...] at syngja gamlar slagarar. Eisini fer dansifelagið »Upp á Tá« at vísa fram fólkadans. Fyri at øll skulu sleppa at síggja undirhaldið, verður steðgur í søluni meðan undirhald er á pallinum. Tað eru bert
ið dáma at spæla Gekk, men eisini millum fólk, sum ikki torga sendingina. Rudolf Joensen heldur, at tað var óhugnaligt at fara millum fólk í fyrstuni ella tá fólk kendu hann aftur á gøtuni. Tað var ov nógv [...] nógv av tí góða, men sum fráleið, vandi hann seg við tað. - Serliga løgið var tað at fólk komu at tosa við meg, eins og kendu meg persónliga. Stuttligt at hitta børn - Stuttligari eru børnini, tí tey eru [...] taka yvir leiklutin hjá Anju, eftir einum degi. Tað gekst Onnu Rein væl hesa einu ferðina, og hon er nú fastur vertur, umframt at hon skipar fyri at fáa vinningar til vega og skipar arbeiðið í samband við
eg ikki enn. Nú skal fyrst heim til Føroya at tosa við við fólk um tað. Tí finna vit skjótt út av. Men ikki er tíðin long til at taka avgerðina. Valið verður longu um 20 dagar, og tí skulu flokkarnir gera [...] bankamálið er orsøk til at Poul Nyrup Rasmussen hevur útskrivað val júst nú. Hinvegin heldur Jóannes Martin Olsen, at orsøkirnar skulu finnast í ymiskum øðrum politiskum málum, sum hava størri innanríkis og [...] úrslitið er stjórnini til fyrimuns. ? Eg rokni við, at tað er ein av orsøkunum til at vali kemur nú. Nú fáa teir fyrimun av tí málinum. Danska stjórnin hevur eisini tikið undir við ætlanum hjá amerikanska
Síggi nú í internnetbløðunum, at Skipafelagið Føroyar hevur í umbúna at niðurleggja Skotlandssiglingini. Útflutningur, innflutningur, mentan og samskifti Føroyingar hava altíð ynskt gott samband til Skotlands [...] samfelagið, á tann hátt fær føroyska samfelagið og føroyski brúkarin meira nyttu burtur úr tí peningi, sum nú einaferð eru at húsast fyri. Skúlaflokkar í fólkaskúlanum, HF-flokkar, handilsskúlanæmingar og hægri [...] í Skotlandi. Áhugabólkar fyri at varðveita føroyska bátin hava funnið samhugaðar í Skotlandi. Ung fólk hava fingið sær útbúgvingar í Aberdeen. Familjumenn hava fingið sær arbeiðið í skotska oljuídnaðinum
eitt ótrúliga gott fólk, og sera dugnaligur. Ikki bara sum listamaður, men eisini sum sjómaður. Harafturat dugir hann ógvuliga væl at fara við fólki. Tim Severin hevur altíð lokal fólk við á túrinum. Kina-ferðin [...] sigur Tim Severin. ? Vit vóru á veg til Amerika í Brendan, og løgdu at í Havn. Har vóru sera nógv fólk á bryggjuni og hugdu at bátinum, og teirra millum var Tróndur. ? Hann kannaði bátin sera gjølla. Hann [...] sigur hann Og tað er bara tí, at hann er so fryntligur. Á Hvalaveiðu Tróndur hevur sagt mær, at tú nú fyrireikar eina nýggja ferð. Hvagar gongur leiðin hesaferð? ? Henda ferðin er eitt lítð sindur ørvísið
vinnukundarnar hjá bankunum. Hóast tað verður arbeitt uppá skipanina enn, eitt nú við at geva møguleika fyri hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini, sum óivað fer at lætta um hjá vinnukundum. Í heima [...] vist enn, men hyggja vit eftir teimum skipanum sum eitt nú eru í Danmark, so fer serliga hesin parturin at lætta munandi um umsitingina av eitt nú út- og inngjaldingum hjá bæði størri og smærri virkjum [...] møguligt at samankoyra upplýsingarnar sum liggja eitt nú í kreditorbókhaldum við heimabankan, soleiðis, at tá rokningarnar fella til gjaldingar, so skulu fá trýst á telduna fyri at gera greitt til flytingar
meðan tann búskaparligi parturin má sæta sær: »Í Føroyum skulu Føroyingar ráða. Tað er okkara mið og mál. Alt hitt, tað fíggjarliga, tað, vit skulu bíta og brenna, hevur einki at týða. Tað kemur alt av sær [...] seg Nýggiflokkur, hóttir við himmali og helviti, um fólk ikki atkvøða fyri flokkinum, so gongst ikki væl til valið. Men Bjarni Berg veit ráð: »Vit skulu verða nationalir«. Tríeindin kapitalur, religión og [...] uppaldur. Fyrst hevur mamman staðið fyri øllum og nú Elsba. Tað vísir seg skjótt, at kvinnurnar báðar draga somu línu, og at tær kenna samhug hvør við aðrari. Men nú skal Tórmaður standa ímóti tveimum sterkum
slíkt skilvísi fór at kunna halda á fram, og nú eru vit komin aftur til føroyska veruleikan. Tað eru at síggja til ikki tær stóru broytingarnar, sum løgtingið nú við 3. viðgerð fer at samtykkja í uppskotnu [...] fyritøkan 5000 fólk í arbeiði í 20 londum og ein umsetning uppá 5 milliardir krónur. Leggið uppskotið til viks Í vinnuligum samanhangi er stabilitetur altavgerandi. Møguleikarnir fyri avkasti skulu vera ómetaliga [...] báðum førum verður løgtingið og Føroyar mett ótilrokniligar. Broytingin um, at allar útbjóðingar skulu fara fram sbrt. serstakari løgtingslóg, har tilskilað verður, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi