orsøkir til, men fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir. TAÐ ER TÍ einki at siga til, at B36-fólkini hava verið varðin við at útnevna sítt lið til FM-vinnarar [...] vistu væl, at B36 í ár helst hevur havt sítt besta lið nakrantíð. B36 HEVUR gjørt nógv við venjingina og tað sæst aftur. Teir hava vunnu teir tættu og avgerandi dystirnar her móti endanum, og tað er fult [...] hava spælt góðan og positivan fótbólt og higartil hava teir bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild at so er, tí B36-liðið er mannað við slíkum spælarum, sum hvør sær kunnu nakað og sum saman skapa eina
eingin avtala og verða bretar tá at sanna, at málið má fara tungu leiðina til dómstólin. Tað merkir so aftur, at bretar fáa ikki gingið oljuídnaðinum og eisini sínum egna útbjóðingar- og útbyggingarpolitikki [...] sum trúgva, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr hesaferð heldur. HÓAST hesa sannroynd, so er tað tó ein kanska ikki so ótýðandi broyting, at føroyingar hava kravt av bretum, at ein ella onnur [...] mest skund at fáa eina loysn, so eru tað nú bretar, sum hava henda tørv fyrst og fremst. Bretska stjórnin kann nevniliga ikki fyrst heita á oljufeløg um at gera íløgur í leiting og útbygging og síðani leggja
myndugleikum fyri at takka at tað loysnar meira og meira millum báðar ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna [...] hetta høvið til at seta út í kortið á nýggjum. Og soleiðis sum støðan er vorðin millum Føroyar og Danmark, er lítil ivi um, at tað fara at vera sterkar røddir frammi um at leggja enn størri sjógv millum [...] føroyskum politikki tykist vinna størri og størri undirtøku. SOLEIÐIS sum danskir myndugleikar, tað verið seg embætismenn og politikarar hava og framvegis bera seg at móti Føroyum í løtuni, kann henda gongdin
kring landið til at spæla hodnbólt í. At hondbólturin kann koma á eitt hægri støði eisini fer at gera tað ikki minni áhugavert hjá teimum mongu, sum venja. Tað skal vera okkara vón, at góðu úrslitini hjá [...] VÓNANDI fer hetta frálíka úrslit at kveikja nýtt lív í hondbóltin her heima. Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði kring landið fyri hondbóltsáhugað, men tað er líkasum at gularótin - hetta at vera við [...] londum. Vit siga ikki, at talan skal vera um nakra elitudyrkan, men eins og í fótbóltinum er eisini her tørvur á at kunna vera við í altjóða kappingum. Tað skal menna og eggja, tað skal halda einum til.
farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina avtalu við føroyingar, sum t.d. sigur, at stjórnin, Den Danske Bank og Føroyar rinda hvør sín [...] Føroyum uppá fjall, og tað er einki dulsmál, at nógvir danskir politikarar eru vornir gíslar í royndunum hjá donskum embætismonnum og leiðslunum í Fíggjareftirliti og Den Danske Bank at skapa eina kreppu [...] við pengum í Føroyum - og ?fingu? landskassan at veðhalda. Býtt og góðtrúgvin sum vit vóru eydnaðist tað hesum stovnum eftir resept frá donskum embætismonnum og Fíggjareftirliti at lokka føroyingar út í
men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara seta krøv og aftur krøv og sleppa okkum [...] vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið [...] skilagóðan og avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis røkja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út
verður tað ein heilt onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga og at loysnin verður hareftir. Møguleiki er fyri, at luftin fer úr ballónini, og at tað í síðsta [...] 80-unum. Og tí eiga vit ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta dønum órealistisk og órímulig krøv. Vit eiga at halda høvdið kalt og við skili og sakligheit at krevja endurreisn av dønum fyri tað, sum teir [...] síðsta enda verða vit føroyingar, sum aftur sita við svartaperi. TAÐ stendur greitt, at føroyingar eru vornir snýttir. At leiðandi javnaðarmenn í Danmark haraftrat hava valt at villeiða ella ikki at informera
familjuni nær, at inni á Ríkissjúkrahúsinum sita pressufólk inni á gongini, soleiðis at starvsfólkið noyðist at halda vakt til tess at verja familjuna. At pressan er úti um seg og roynir at fáa eina søgu [...] ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar persónar, uttan at tora at leggja egið navn til. Og her hevur pressan eina stóra ábyrgd. Tíðin er helst [...] helst komin hagar til, at skrivaða, føroyska pressan fer at taka hetta mál upp og avgera, um bløðini yvirhøvur skulu loyva at prenta dulnevnd lesarabrøv. Í øllum førum hevði tað gagnað ummælinum hjá pressuni
aðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við. Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið [...] málið fara og so heldur taka allan spurningin upp í øðrum sambandi. UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir, so er tað eftir okkara tykki eitt gott principp at hava ikki at hava ov nógvar næmingar í flokkunum [...] stingur fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja og skilagóða avgerð. Nú mugu næmingarnir sleppa aftur í skúla. Ger hann ikki tað er tað ábyrgdarleyst av løgmanni bara at venda bakið til í loyaliteti
hvørjum øðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat er hent í Danmark, eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs [...] avleiðingar eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina. MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin [...] undirgrundina. HERFYRI kom fram, at danir vilja hjálpa okkum í samráðingunum við bretar. Kann tað gagna okkum er tað í lagi. Men vert er at leggja dent á, at tað er sum upprunafólk, at vit krevja rættin til okkara