innu í fíggjarmálnum ein grein 52 fyrispurning um málið um lønarútgjaldingar til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfalli. Hann spyr soleiðis: 1) Hvussu nógv hevur tað almenna útgoldið limum í Peda [...] Um so er, at útgjaldingin er framd við støði í siðvenju, nær er henda siðvenja byrjað, hvør setti hana í verk, á hvørjum grundarlag er henda siðvenja sett í gildi, nær og hvussu ofta er hon brúkt, og hvussu [...] hetta kostar fyri landskassan, og í hvønn mun útgjaldingarnar kunnu fáast aftur við mótrokning ella á annan hátt. Tá tað eru rættuliga nógvar limir í Pedagogfelagnum, sum eru í verkfalli, er talan um stórar
ikki eitt evni, hon er serfrøðingur í, so hon hugsaði ikki um at í tí hon hevði bílagt, var THC í, sum er tað evnið í Kannabis, sum gevur rús, og sum er ólógligt. – Tíðin gekk og ongar sjokulátubønir komu [...] So tá ið Gunnvá kom í samband við ein dana, sum gjørdi slíkan heilivág, ivaðist hon ikki í at bíleggja nakað av tí. Og tískil bílegði hon av nakað av sjokolátubønum við kannabis í. Men kannabis er ikki [...] – Sum støðan er nú, eru slíkir sjúklingar tvingaðir til at fáa útvega sær hendan heilivágin á svarta marknaðinum, og tað er rættiliga óheppið. Í fyrra lagi tvingar tað illa sjúk fólk í lógloysi, og harafturat
útborin og trimmaður í ár, enn hann var í fjør, tá ið hann vann allar róðrarnar! Mettíðin leygardagin var 8.53.07. Gamla metið av Langanesi og út undir molan í Runavík átti Skálabáturin. Í 1976 vann Skálabáturin [...] við rúkandi ferð í kappróðrinum hjá klaksvíkingum. Bæði monnunum og kvinnunum. Í heimasjógvi á Norðoyastevnu vunnu bæði Páll Fangi við kvinnum og Klaksvíkingur, og á Skálafjørðinum í fínum róðrarlíkindunum [...] verður í Kollafirði, verður aftur kappast á 2000 metrum. Eftir dramatikkin í fyrstu FM kappingini var spurningurin, um Suðuroyingur og Vestmenningur fóru at megna at gera nakað við Klaksvíking, nú teinurin
leygardagin gjørdist tað ein tryggur heimasigur á TB, og í gjár var tað bara í fyrsta setti í útidystinum ímóti Ternuni, at nakar serligur slingur var í valsinum hjá havnarkvinnum, ið tó ofta tykjast ringastar [...] so liðið framvegis er væl við í kappingini millum tey fremstu. At munurin millum øll liðini er minkaður, nú stigini eru farin niður í helvt, fer óivað eisini at síggjast í kappingini millum tey lægru liðini [...] SÍ oddalið í Eik-liguni hjá kvinnum, men herfyri fóru bæði Mjølnir og Fleyr framum, og í løtuni er Mjølnir oddalið, meðan Fleyr og SÍ hava sama stigatal, men annars standa á stigatalvuni í nevndu raðfylgju
Forbrúkaraveitslan, sum hevur herjað Føroyar hesi seinastu árini, er nú liðug. Tað er greitt, nú Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er farin at leggja fíggjarpolitikkin fyri næsta ár til [...] størri enn tað er í ár. Men samstundis er tað eisini greitt, at kommunurnar skulu tálma sínum útreiðslum, sigur nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Magni Laksáfoss vísir á, at í ár verður avlopi á [...] eisini gerast við at krevja meiri inn í skatti. - Tað skal tann politiska telvingin í heyst vísa. Men tað kann staðfestast, at hvat skattalættum viðvíkur, er ein avtala í samgonguni, so á tí økinum eru nakrar
besti fótbóltsspælarin, sum er málverji í superliguni, og tað vita hini feløgini eisini. Tí er einki at ivast í, at tað eru fleiri, sum eru áhugað í at fáa hann í sín hóp. Eg havi fyrr sagt, at Jákup hevur [...] ? Í mínum huga er eingin ivi um, at Jákup Mikkelsen er eitt av evnunum til at gerast ársins spælari í Herfølge. Hann hevur verið sera stúttur í vár, og eg rokni hann sum ein av mest týdningarmiklu spælarunum [...] Mikkelsen hevur havt onkrar smávegis trupulleikar í knænum, og at ætlanin er, at læknin skal hyggja inn í knæið beinanvegin eftir at síðsta umfarið í landskappingini er spælt 2. hvítusunnudag. Tað vil
verður eitt nýtt frítíðartilboð í Vági tikið í brúk. Talan er um Disc Golf Vágur, sum er vesturi á Eiðinum. Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini verkætlan í Vági. Í fjør og í vár hevur Magnus Pauli West [...] avbjóðandi, stuttligt og lokkandi at spæla. Í útlondum verður disk golf vanliga spælt í skógarøki, har eitt nú trø eru forðingar. Sovorðin økir hava okur ikki í Vági, men lendi, veðrið, gamlar neysta leivdir [...] Okur í Vágs Kommunu gleðast um, at tað verða gjørd átøk av einstaklingum, sum ríka frítíðarítrivini í Vágs Kommunu. Hetta er eitt spennadi tilboð til vágbingar og til fólk sum koma at ferðast í Vági.
sum fólkatalið er í dag. Eftir kommunuvalið seinast skiltist, at prosentvísa atkvøðutalið hjá borgarstjóranum var hitt størsta í Føroyum. Fara vit nøkur fá ár aftur, var fólkatalið í Fámjins kommunu stívliga [...] borið til hjá onkum at keypt og sett búgv her fyri ein líkinda prís. Nú kommunuval stundar til aftur, fæst borgarstjórin í Fámjins kommunu ikki at siga, um hann letur seg stilla upp aftur ella ei. Spurdur [...] øðrum skeiði í Fámjins kommunu. Á næst seinasta kommunuvali fekk hann 22 atkvøður, og á kommunuvalinum seinast fekk hann 35. 35 atkvøður ljóðar ikki av nógvum, men tað er eitt stórt tal í einari so fámentari
eisini í topp, so tað kann væl verða, at liðið aftur í ár fer at gera seg galdandi í heiðursmerkjarøðin. Ikki minst er tað ein sera stórur styrkur, at liðið nú aftur hevur Gunnleyg Berg at dúva upp á í st [...] meira við í spælið, og tær vunnu seg eisini heilt nær Neistanum, men tá Neistin fram móti endanum av hálvleikinum vann sær góðan fyrimun í tveimum yvirtalsstøðum, skrædnaði millum liðini bæði. Í seinna hálvleiki [...] einstaknum leikara. Bílig bakgrund Nú tveir dystir eru farnir av kappingini, er Neistin á odda í kvinnudeildini. Kanska hevur bakgrundin verið heldur bílig, men liðið hevur tó í løtum sýnt, at tær væl eru førar
hetta ikki er tað lættasta starvið í landinum, eg nú havi sett meg í. Men eg ætli mær at halda longri á enn summir av mínum undanmonnum hava gjørt. Nú Poul Geert Hansen í gjár hevði sín fyrsta arbeiðsdag [...] fyri at røkt starvi. Hann er búskaparfrøðingur av útbúgving, men harafturat hevur hann útbúgving í leiðslu í almennari fyrisiting. Áður hevur m.a. havt fíggjarmál um hendi á Landsskúlafyrisitingini, sum tað [...] ni og í dag verður eisini ein lítil móttøka saman við leiðsluni, samstarvsnevnd og umboðum fyri starvsfólki. Annars er skráin fyri teir fyrstu arbeiðsdagarnar løgd. Tað er nógv at seta seg inn í og tað