Kappróður komin á kortið í Klaksvík

Bæði í kappingini millum 10-mannaførini og kvinnurnar í 6-mannaførum vunnu klaksvíkingar sannførandi sigrar við mettíð hjá monnunum og næstan mettíð hjá kvinnunum

Tað gongur við rúkandi ferð í kappróðrinum hjá klaksvíkingum. Bæði monnunum og kvinnunum.
Í heimasjógvi á Norðoyastevnu vunnu bæði Páll Fangi við kvinnum og Klaksvíkingur, og á Skálafjørðinum í fínum róðrarlíkindunum varð tað sligið rimmarfast, at tað skal rættuliga nógv til hjá kappingarneytunum hjá Páll Fanga og Klaksvíkingi, um tað skal eydnast at gera nakað við favorittarnar.
Tað optimala hjá teimum, sum manna 10-mannaførini, er at rógva 2000 metrar. Á Norðoyastevnu var teinurin 1500 metrar. Leygardagin kappaðust flaggskipini á longsta teininum, og leygardagin, tá ið Sundalagsstevna verður í Kollafirði, verður aftur kappast á 2000 metrum.
Eftir dramatikkin í fyrstu FM kappingini var spurningurin, um Suðuroyingur og Vestmenningur fóru at megna at gera nakað við Klaksvíking, nú teinurin var 500 metrar longri.
Tað megnaðu Vestmenningur og Suðuroyingur ikki – als ikki!
Klaksvíkingur sprakk avstað, og hann var fremstur allan tann langa teinin. Fjarstøðan aftur til fyrst Suðuroying og seinni Vestmenning longdist. Í endaspurtinum dróg hvíti báturin við reyðu stokkunum og bláu rondini frá kappingarneytunum, og á málinum var fjarstøðan aftur til Vestmenning fimm sekund og aftur til Suðuroying meiri enn seks sekund ella tvær bátslongdir.
Í fyrsta róðrinum var fjarstøðan aftur til bæði Suðuroying og Vestmenning minni enn eitt sekund ella bara skuturin og kanska minni enn so.

Metini
Merkisvert var tað, at Klaksvíkingur á Skálafjørðinum leygardagin róði 2000 metra teinin á Eystanstevnu skjótari, enn nakar annar bátur nakrantíð áður hevur megnað tað.
Lítla landnyrðingslotið og góða róðrarveðrið bóru sjálvsagt fínar fyritreytir við sær. Hetta tekur tó einki frá tí veruleikanum, at Klaksvkingur tykist betri útborin og trimmaður í ár, enn hann var í fjør, tá ið hann vann allar róðrarnar!
Mettíðin leygardagin var 8.53.07. Gamla metið av Langanesi og út undir molan í Runavík átti Skálabáturin. Í 1976 vann Skálabáturin á Skálafjørðinum í tíðini 8.53.30. Hetta var annars í glæsiligu FM røðini hjá Havnarbátinum, sum var meistari øll árini 1973-1979.
Triði bestu vinnaratíðina á Eystanstevnu eigur Eysturoyingur, sum fyri tveimum árum síðani vann í tíðini 9.02.11, og sum á Ólavsøku tryggjaði sær FM heitið.
Hóast Klaksvíkingur var meistari í fjør við fullum stigatali, so eigur 10-mannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ikki so glæsilig hagtøl at vísa á. Báturin hevur áður vunnið FM í 2006, 2009 og í fjør. Tað er ongantíð komið fyri áður, at klaksvíkingar hava vunnið níggju róðrar á rað. Tað hava teir nú, og harvið settu teir leygardagin enn eitt met!
Hesa ferð tók Vestmenningur Suðuroyingin, sum annars var næstfremstur fyrsta partin av teininum. Á Norðoyastevnu var munurin frá Havnarbátinum á fjórða plássi og fram til vinnaratíðina næstan tólv sekund. Leygardagin var hesin munurin meiri enn fjúrtan sekund.

Næstan met hjá Páll Fanga
Á Norðoyastevnu var tað óvæntað, at kvinnurnar á Páll Fanga skuldu vinna so sannførandi sigur. Tá vóru tær úr Klaksvík knappliga níggju sekund frammanfyri Hvessing. Leygardagin var Páll Fanga sigurin aftur sannførandi, um enn hann ikki var so greiður, sum hann var á Norðoyastevnu. Hesa ferð var vinnaratíðin næstan seks sekund betri enn tíðin hjá Hvessingi.
Bara eina ferð áður hevur vinnaratíðin hjá 6-mannafari við kvinnum verið betri, enn vinnaratíðin hjá Páll Fanga kvinnunum var leygardagin.
Hesa ferð var tíðin hjá Páll Fanga 5.04.18. Fyri seks árum síðani var vinnaratíðin væl betri enn so. Í 2006 var vinnaratíðin hjá Riddaranum úr Miðvági 4.54.20 ella 9.23 sekund betri enn tíðin hjá Páll Fanga leygardagin!
Hesa ferð vann Hvessingur enn eina ferð kappingina um næstfremsta plássið við Rádna. Úrslitini í tveimum teimum fyrstu róðrunum benda á, at tað er størri sannlíki fyri kapping um næstfremsta plássið, enn tað er um, at Páll Fangi skal missa fremsta plássið, men nú fæst at síggja, tá ið tað leygardagin aftur verður lagt til brots.