Kvinnustigini niður í helvt

Kappingin um FM-finaluna stendur fyrst og fremst millum Mjølnir, Fleyr og SÍ, men nú stigini eru koyrd niður í helvt og munurin millum liðini minkaður, er ÍF eisini farið at nærkast. Tí kann roknast við einum spennandi og breiðum endaspurti

Leingi var SÍ oddalið í Eik-liguni hjá kvinnum, men herfyri fóru bæði Mjølnir og Fleyr framum, og í løtuni er Mjølnir oddalið, meðan Fleyr og SÍ hava sama stigatal, men annars standa á stigatalvuni í nevndu raðfylgju. Har er kortini bara eitt stig millum tey bæði og oddaliðið.
Men um vikuskiftið, tá stigini blivu koyrd í helvt, tí kvinnurnar nú hava spælt tríggjar fimtingar av kappingini, minkaði munurin millum liðini, og tað broytti myndina beint aftan fyri tey trý eitt sindur. ÍF, ið hevur ligið væl niðanfyri, vann tveir týdningarmiklar sigrar – harav annar var ímóti TB – og brádliga eru kvinnurnar úr Fuglafirði bara trý stig aftan frá einum finaluplássi.
Tað gevur kappingini eitt øðrvísi perspektiv, um tað nú altso vísir seg, at ÍF veruliga er komið í gongd, ella um orsøkin var tann, at annað mótstøðuliðið »bara« var KÍF og hitt eitt sera skert TB-lið. Eru ÍF-kvinnurnar á veg fram, kann tað gerast sera spennandi, og í øllum førum er tað kærkomið, at onkur blandar seg upp í kappingina, ið higartil bara hevur sæð út til at staðið millum trý tey fremstu liðini.

Fleiri dupultsigrar
Leygardagin vann ÍF á heimavølli á Kambsdali ein tryggan 3-0 sigur á KÍF, og í gjár var ÍF so á vitjan hjá TB í Trongisvági, har ein 3-1 sigur spurdist burturúr. Serliga merkisvert er, at ÍF vinnur á TB á útivølli, men tá skal eisini sigast, at fleiri av spælarunum hjá TB sita uttanfyri við skaða, og tá nógv lá á Gudrid Nolsøe sum spælandi venjara, var tað lutfalsliga lætt hjá ÍF at koyra spælið uttan um hana.
Mjølnir er tað av liðunum har frammi, ið sær best út, og tað staðfestu klaksvíkskvinnur ikki minst, tá tær vesturi í Sørvági vunnu 3-1 á SÍ. Gamaní, vann SÍ fyrsta settið, men so setti Mjølnir seg tungt á næstu trý settini, harav annað sett var reinur uppvísningur, tí tá var mestsum bara eitt lið á vøllinum. Og eins og ÍF, vann Mjølnir so eisini ein tryggan sigur á KÍF, og oddasessurin var eftir dupulta umfarið á tryggum hondum.
Eisini hjá Fleyr hilnaðist væl, tí leygardagin gjørdist tað ein tryggur heimasigur á TB, og í gjár var tað bara í fyrsta setti í útidystinum ímóti Ternuni, at nakar serligur slingur var í valsinum hjá havnarkvinnum, ið tó ofta tykjast ringastar fyri seg sjálvar, tí úrslitini hava hug at svinga, tá mest er brúk fyri, at tey eru støðug. Potentialið er avgjørt til staðar, men enn er tað ikki komið til sín fulla rætt.

SÍ minst burturúr
Av teimum trimum fremstu, var tað SÍ, ið fekk minst burturúr. Sjálvandi kostaði ósigurin leygardagin ímóti Mjølnir nógv, men tá SÍ so í gjár á heimavølli spældi grannauppgerð ímóti Drátti, ið higartil bara hevur vunnið ein av 14 dystum, stóð fast at byrja við. Dráttur legði bragdliga fyri og vann fyrsta sett, og tað var um reppið, at liðið eisini fór avstað við øðrum setti. Men SÍ fekk reist seg og spælt seg upp, so liðið framvegis er væl við í kappingini millum tey fremstu.
At munurin millum øll liðini er minkaður, nú stigini eru farin niður í helvt, fer óivað eisini at síggjast í kappingini millum tey lægru liðini. Har eru tað serliga Ternan og KÍF, ið kappast um ikki at enda næstniðast, og ógjørligt er at taka dagar ímillum, hvat av teimum báðum liðunum kann standa seg best. Neyvan skal tó roknast við, at nakað teirra fer at nærkast TB av álvara, tí har eru hóast alt fýra stig upp.
Dráttur, ið er aftast, vísti tó dygdir ímóti SÍ, og so fæst at síggja, um tað bara vóru tær dygdirnar, liðið megnar at finna í einari grannauppgerð, ella um spælið er við at koma á slóðina aftur. Óansæð, so kann eisini nógv henda í botninum, so teir báðir síðstu fimtingarnir av kappingarárinum verða helst ikki minni spennandi enn teir tríggir undanfarnu.