Starvssetan
?Eg veit væl, at hetta ikki er tað lættasta starvið í landinum, eg nú havi sett meg í. Men eg
ætli mær at halda longri á enn summir av mínum undanmonnum hava gjørt.
Nú Poul Geert Hansen í gjár hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum nýggjur leiðari á Landssjúkrahúsinum, er hann fullgreiður yvir at tað er eitt slag av einum Urias posti hann hevur sett seg sjálvan í.
Seinastu árini hava prógvað, at tað er ein ógvuliga trupul uppgáva, tí hesi seinastu árini hevur tað gingið skjótt at slíta leiðararnar á Landssjúkrahúsinum upp.
Men tað er kortini við góðum treysti, at hann átekur sær uppgávuna.
? Eg haldi, at vit hava tørv á at vit fáa eitt vælvirkandi Landssjúkrahús og tað vil eg fegin gera mítt til, at vit fáa, sigur hann.
Og 40 ára gamli havnarmaðurin, Poul Geert Hansen, skuldi havt góðar fortreytir fyri at røkt starvi.
Hann er búskaparfrøðingur av útbúgving, men harafturat hevur hann útbúgving í leiðslu í almennari fyrisiting.
Áður hevur m.a. havt fíggjarmál um hendi á Landsskúlafyrisitingini, sum tað tá kallaðist og tá var hann eisini leiðari á Stuðulsstovninum.
Tey síðstu seks árini hevur hann arbeitt á høvuðsskrivstovuni hjá Nordisk Ministerråd í Keypmannahavn, har hann var ráðgevari og samstundis hevði hann leiðsluna á fíggjar- og fyrisitingarøkinum.
Fyrsti arbeiðsdagurin á Landssjúkrahúsinum byrjaði við morgunmati saman við fyrisitingini og í dag verður eisini ein lítil móttøka saman við leiðsluni, samstarvsnevnd og umboðum fyri starvsfólki.
Annars er skráin fyri teir fyrstu arbeiðsdagarnar løgd.
Tað er nógv at seta seg inn í og tað skulu teir fyrstu dagarnir brúkast til. Hann skal runt á sjúkrahúsinum og hava fundir við starvsfólk av ymsum slagi, tí hóast hann hevur drúgvar royndir í fíggjarstýring, er sjúkrahúsøkið nýtt fyri honum, so tað verður nóg mikið at takast við, sigur hann.
Tankarnir fóru aftur og fram
Tað var ikki beinanvegin, at Poul Geert Hansen gjørdi av at søkja starvið sum leiðari á Landssjúkrahúsinum, tá ið tað varð lýst leyst.
? Eg skal ikki dylja yvir, at tankarnir fóru aftur og fram, tí eg visti, at hetta var ein trupul uppgáva, tí undanmenn mínir hava ikki hildið leingi í starvinum.
?Men eg helt ikki, at hetta kundi vera rætt, tí vit hava tørv á at hava eitt gott og vælvirkandi Landssjúkrahús.
Samstundis heldur hann, at tað eru glottar fyri framman, tí hann hevur kensluna av, at allir partar, bæði starvsfólk og teir játtandi myndugleikarnir, hava ein vinarligan hugburð ímóti Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir m.a. á, at nýggjur bygningur nú verður bygdur til Landsjúkrahúsið og at eitt nýtt álit, sum hevur fingið góða móttøku, er skrivað um psykiatriska øki og í valstríðnum høvdu heilt nógvir politikarar heilsuverkið frammi sum eitt øki, ið skuldi styrkjast.
Poul Geert Hansen heldur tískil, tíðin er búgvin, til at vit Landssjúkrahúsið í eina góða og trygga legu og tað vil hann fegin gera sítt til, at hann heldur at tað eru glottar fyri framman.
?Men tað skerst heldur ikki burtur, at tørvurin er stórur á nógvum økjum og at Landssjúkrahúsið er uppslitið og í sera ringum standi. Og eg haldi ikki, at tað sømir seg fyri okkum at hava eitt sjúkrahús, sum er í so ringum standi og at vit tí fáa gjørt nakað við tað.
? Men tá ið nýggi bygningurin verður liðugur, hjálpir tað munandi uppá tann stóra hølistørvin, sum er og tá vóni eg, at tað fer at bera til at fara í holt við onnur mál, sum liggja á láni.
Hann sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvat tær stóru uppgávurnar verða, fyri at bøta um Landssjúkrahúsið.
? Sjálvandi havi eg gjørt mínar tankar, men tað skal umrøðast við leiðsluna annars.
Tó vísir hann á, at nýggj leiðsla er gjørd á Landssjúkrahúsinum. Nógv hevur verið tosað um leiðsluna, men Poul Geert Hansen heldur, at leiðsluskipanin á Landssjúkrahúsinum líkist nógv leiðslunum á øðrum sjúkrahúsum og at tað er sera umráðandi, at hann fæst at virka í sjálvari virkisfyriskipanini, sigur Poul Geert Hansen.










