yngri sum eldri stukku inn á gólvið at fáa hendur á eini mynd við eini heilsan á. Um kvøldið hevði hon floksfelagarnar á vitjan heima við hús og um kvøldið fóru tey at hyggja eftir bálinum, sum var inni [...] heimasíðan hjá henni er á http://www .gudrun-jacobsen.com Tað er ein heimasíða, sum er gjørd í samstarvi við Unviversal Music, sum er plátufelag hennara og onnur. Men hon hevur eisini eina fjepparaheimasíðu [...] døgum mest hugsa um pisufund og, hvussu nývunnað prógvið annars skal feirast, er tað ein studentur, sum bara hevur arbeiðið at hugsa um. Guðrun Sólja Jacobsen fekk húgvuna á høvdið týsdagin á miðdegi, men
ikki bara sum at siga tað, tá hárið gerst so sítt. Tað skal pleygast og hvønn mogun má mamman flætta, og farast má tíðliga upp. Tað er mamman, sum flættar. - Einaferð fekk pápi eina Barbidukku, sum hann skuldi [...] givin við royndunum at flætta og tað er mamman, sum tekur sær av tí. Tað kann vera trupult viðhvørt við so síðum hári, tí onkur má altíð vera til staðar, sum dugur at fáast við tað. Onkur av systrunum hevur [...] Strøm og tær hava eitt met, ið kanska er sjáldsamt. Eyðbjørg og Tórur Strøm hava nevniliga ta reglu heima við hús, at døtur teirra skulu ikki klippast, fyrr enn tær eru konfirmeraðar. Elsta døtturin, Eyðbritt
tónleikabólkin Take Off, sum við at blanda enskan rock, Moirae, Memphis Horns, 70'ara funk og Frændur saman skapar eina lekra ljóðkulissu, sum hóskar væl til ta søtu føroysku popptunguna, sum lokkandi fer at eggja [...] órímilig ella ótímilig. Fløgan er ein spráklut løtumynd av tí tónleiki, sum bólkurin hevur spælt síðan teir byrjaðu. Har eru løg, sum greitt eru ávirkaði av rock og funk. Men har eru eisini messing blásarar [...] Helga í Brekkunum. Umframt tey fimm høvuðsdropsini (tit vita, tey sum síggjast á pakkanum) eru fleiri gestatónleikararar við á fløguni, sum seta sín serliga dám á avrikið hjá Take Off - eyka perkussion, blásarar
fingið so góða úrtøku síðani 1991. B68 fekk einki á heimavølli ímóti FS Vágum, sum frammanundan hevði tapt allar fimm ferðirnar, sum teir høvdu verið á Svangaskarði. Tølini siga, at higartil hevur einki verið [...] ferð, men teir rokna ikki við, at hann verður við á Toftum. Fyrr í vikuni sást Jón Rói Jacobsen, sum er heima í stuttari summarfrí, venja saman við gomlu liðfeløgunum. Hetta setti beinanvegin ferð í søguna [...] Alberti Sævarsson, enn tað eru farin ígjøgnum hjá nøkrum øðrum málverja. Hesa ferð er Hans Fróði Hansen, sum seinastu vikurnar hevur verið sera sannførandi, leikbannaður, og tískil verður neyðugt við broytingum
seg sum heima. Tað vóru minnisríkar løtur, sum ongantíð verða gloymdar. Synnøve flutti so til Havnar at búgva og hevði vaskiarbeiði, og seinni fekk hon starv á fiskavirkið sum eftirlitsfólk. Øll sum hon [...] um tað ikki er so lætt at festa nøkur orð á blað so fari eg at royna kortini. Vit komu at kennast sum smágentur í Árnafirði, og hava alla tíðina síðani havt samband okkara millum. Hon gekk eitt tíðarskeið [...] seinni. Vit fingu eitt stutt tíðarskeið saman við henni, men eitt gott og minningarríkt tíðarskeið, sum altíð vil liva í minninum. Synnøve helt nógv av sínari familju, og vinum. Hvørja ferð hon var niðri
skipini, sum skuldu inn á Fuglafjørð at landa. Rosmunda hevði í nógv ár handilin "Aldan", ið m.a. seldi útgerð til skip, saman við beiggja sínum Sigurðjón, sum annars fylti 60 ár, sama dag sum Rosmunda [...] trol fyri Trolvirkið í Fuglafirði, hetta arbeiðið gjørdi hon heima, meðan hon passaði børnini. Miðskeiðis í 60-unum fekk Jacob Oluf starv sum umsjónarmaður á Havsbrún, hetta starv røkti hann í 35 ár. Rosmunda [...] arbeiddi hon nøkur á Toystovuni í Fuglafirði. Sum yngri vóru Rosmunda og Jacob Oluf virkin í ítróttarfelagnum ÍF, har tey t.d. syrgdu fyri útlendsku spælarunum, sum komu til bygdina. Rosmunda er virkin limur
royna seg móti føroysku flogbóltsmonnunum. Menninir, sum kanska ikki hava staðið seg heilt so væl seinnu árini sum kvinnurnar, men sum hinvegin mest sum hvørja ferð hava givið sterkastu liðunum ein skarpan [...] hetta var nakað sum tók leikarunum fast. Ikki minst teimum føroysku, sum til tíðir veruliga tóktist hava trupulleikar av hesum. Men samstundis var hetta kanska eisini júst nakað av tí, sum gav føroyingum [...] føroyingarnir, sum fingu fatur í rætta endanum. Rúni Weihe, sum í serflokki er besta føroyska álopsvápnið tóktist nú vera vorðin heitur. Odd Eliasen kom inn at heva fyri Bárð Bendix Mikkelsen, sum ikki hevði
Fyrsti føroyingurin innan frælsan ítrótt fór í eldin longu sunnudagin. Talan er um Randi Kúrberg, sum fyri aðru ferð á rað, umboðaði Føroyar í spjótkasti fyri kvinnur. Tilsamans vóru 12 spjótkastarar, [...] men beint undir. Longsta spjótið hjá Randi fleyg var 29,90 metrar. Tá fyrsta umfarið var av sluppu, sum sagt, átta víðari í finaluna, og var úrslitið hjá føroyska spjótkastaranum nóg gott til at sleppa víðari [...] tríggjar og fýra metrar longur enn seinast. --? Eg sleppi bara til slíkar kappingar annað hvørt ár, og heima venji eg einsamøll. Tá er tað við grúsi og píkum, meðan umstøðurnar her eru nógvar ferðir betri, vísir
Aðrir nýggir møguleikar í hópinum eru verjuspælarin Niclas Niclassen, sum er heima í summarfrí, og miðvallarin Dávid Bertholdsen, sum ikki áður hevur verið á besta liðnum í landskappingini. Hans Fróði framvegis [...] ivasamir og burtur NSÍ tekur ímóti klaksvíkingum, sum fara til Runavíkar at verja næstfremsta plássið. Heimaliðið hevur ikki fingið úrtøku burturúr møguleikunum, sum teir hava spælt seg til, og vánirnar fyri úrtøku [...] at fáa trý stig, so teir rættuliga kunnu sleppa leysir úr botninum, har teir hava staðið sum í siropi tað, sum er farið av kappingarárinum.
tosað um, hvat krevst heima í Føroyum, um so er, at vit aftur skulu gera okkum vónir um at skipa fyri oyggjaleikum. Sæð burtur frá teimum neyðturvuligu praktisku umstøðunum so sum ein uppgradering av S [...] liðugt Slíkir deplar eru vorðnir alt meira vanligir í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, og ikki minst hevur tað mest sum verið siðvenja á seinnu oyggjaleikunum, at ein nýggjur depil hevur [...] hevur staðið klárur til at taka ímóti teimum túsundtals ítróttarfólkunum, leiðarunum og áskoðarunum, sum koma til leikirnar. Á Guernsey eitur hetta staðið Beu Sejour Leisure Centre, og tó at talan ikki er