Fýra metrar betri enn seinast

Randi Kúrberg, spjótkastari, endaði á einum 7. plássi í spjótkasti fyri kvinnur. Sjálvt um hon kastaði um tríggjar til fýra metrar longur enn hon gjørdi til seinastu oyggjaleikir, so er Randi sjálv ikki heilt nøgd við úrslitið

Guernsey: Fyrsti føroyingurin innan frælsan ítrótt fór í eldin longu sunnudagin. Talan er um Randi Kúrberg, sum fyri aðru ferð á rað, umboðaði Føroyar í spjótkasti fyri kvinnur.
Tilsamans vóru 12 spjótkastarar, harav átta av teimum sluppu víðari í finaluna eftir trý kast.
Randi kláraði seg heilt væl. Trý tey fyrstu kastini lógu øll undir 30 metrum, men beint undir. Longsta spjótið hjá Randi fleyg var 29,90 metrar.
Tá fyrsta umfarið var av sluppu, sum sagt, átta víðari í finaluna, og var úrslitið hjá føroyska spjótkastaranum nóg gott til at sleppa víðari.
Í seinna umfarinum gekk tað eisini væl, sjálvt um Randi ikki kastaði eins langt og í fyrra umfarinum. Kastini lógu ein góðan metur undir teimum fyrru.

Javnar

Samanlagt endaði Randi Kúrberg á einum sjeynda plássi. Sjálvt um hetta er betri enn seinast, so er Randi sjálv, ikki heilt nøgd.
? Eg hevði sett nøsina upp ímóti at klára yvir 30 metrar. Tað er heldur ikki so heilt langt síðani, at eg kastaði yvir 30 metrar. Men kastini hjá mær vóru meira stabil og jøvn hesaferð enn til seinastu oyggjaleikirnar, og tað eri eg nøgd við, segði Randi Kúrberg beint eftir hon kom av spjótkastbreytini.
Randi heldur tó, at kappingin er síðani seinastu oyggjaleikirnar, vorðin nógv javnari.
? Fleiri endaðu yvir 30 metrum hesuferð, og sjálv havi eg eisini lært nógv síðani seinast. Tann sama vann eisini seinast (Siisike Laide, Saaremaa, red.), og hon kastaði bara ein metur longri hesuferð. Hesuferð fóru kastini hjá mær millum tríggjar og fýra metrar longur enn seinast.
--? Eg sleppi bara til slíkar kappingar annað hvørt ár, og heima venji eg einsamøll. Tá er tað við grúsi og píkum, meðan umstøðurnar her eru nógvar ferðir betri, vísir Randi á.
Tó dylir føroyski spjótkastarin ikki fyri, at næstu ferð oyggjaleikirnir verða, ætlar hon sær at kasta yvir 30 metrar.
? Eg ætli mær at halda fram við at venja. Tað bilar onki um eg eri einsamøll, men fleiri eru altíð vælkomin. Og um eg hevði givist, so hevði tað ikki verið tí, at eg eri einsamøll, sigur Randi Kúrberg at enda.



Randi Kúrberg, spjótkast
Fyrra umfar

1. 28,82
2. 29,90
3. 28.98

Seinna umfar

4. 27.36
5. 29.59
6. 27.82