Liðugt til dagin

Stásiligi Beua Sejour ítróttardepilin var akkurát liðugur, tá kappingarnar byrjaðu sunnudagin

Tað hevur ofta verið tosað um, hvat krevst heima í Føroyum, um so er, at vit aftur skulu gera okkum vónir um at skipa fyri oyggjaleikum.
Sæð burtur frá teimum neyðturvuligu praktisku umstøðunum so sum ein uppgradering av Svangaskarði og betri umstøður til eitt nú tennis og bogaskjóting, so er einki at ivast í, at hjá føroyskum ítróttafólkum vildi ein sonevndur ítróttardepil heilt avgjørt staðið ovarliga á ynskislistanum.

Akkurát liðugt
Slíkir deplar eru vorðnir alt meira vanligir í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, og ikki minst hevur tað mest sum verið siðvenja á seinnu oyggjaleikunum, at ein nýggjur depil hevur staðið klárur til at taka ímóti teimum túsundtals ítróttarfólkunum, leiðarunum og áskoðarunum, sum koma til leikirnar.
Á Guernsey eitur hetta staðið Beu Sejour Leisure Centre, og tó at talan ikki er um ein spildurnýggjan bygning, so er hann fullkomuliga endavendur seinasta árið ella so. Til oyggjaleikirnar varð nevnliga gjørt av, at bygningurin skuldi fullkomuliga renoverast, men tað var um reppið, at hann ikki var tøkur at taka í nýtslu til leikirnar. Eitt nú kundu føroysku flogbóltskvinnurnar ikki fáa loyvi at nýta skiftirúmið, tá tær leygardagin fóru at venja. Skiftirúmini vóru nevnliga júst málað, og tí var tað enn ikki loyvt ymsu liðunum at nýta hesi.

Tvingandi neyðugt
At tað so hóast alt gekk at fáa alt liðugt til ásettu tíðina man í øllum førum vera ein stórur lætti hjá fyrireikunum á staðnum. Og í øllum førum er trupult at ímynda sær, at leikirnir kundu verið avgreiddir uttan depilin. Tað hevur snøgt sagt verið tvingandi neyðugt, og tí hava myndugleikarnir lagt alla orku í til tess at røkka málinum.
Av teimum greinum, sum føroyingar taka lut í, verða flogbóltur, borðtennis og sviming avgreiddir á staðnum, umframt at fótbóltur eisini verður leiktur á einum vølli nærhendis. Hartil er møguleiki at íðka eitt ótal av ítróttagreinum á staðnum. Kurvabóltur, roller-skating, aerobic og spinning fyri bert at nevna nøkur.
Sjálvt heitið, Beau Sejour, merkir eisini, at her er gott at vera, og tað er einki at ivast í, at hetta eisini man vera hugburðurin hjá vanliga Guernsey-búgvanum. Tí hevur tú hug at røra likamið, so er neyvan nakað annað stað her í nánd, har betri er at vera.