sum í eina viku og fram til páskaaftan var í Skúlanum á Giljanesi. Eli W. Finsson vann við 8 stigum, og Janus Skaale var næstbestur við 7 ½ stigi. Á triðja plássi endaði veteranurin Rúni Jacobsen við 5 [...] Gudmundsen og Allan Nielsen 4 ½ stig, Jógvan I. Hansen 4 stig, Jóhann Rói Mortensen, Vagn Heldarskarð og Óla Jákup Thomsen 3 stig og Sámal á Vágalið 1 ½ stig.
eru Jóhannes Hansen, Andras Olsen, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen og Jan á Høgaryggi. EB/Streymur hevur í ár bygt upp á nýggjum. Fleiri spælarar eru í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Alt bendir á, at
Línu- og garnaskipið Váðasteinur, sum Jóhan í Hoyvík læt byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, er keypt inn á Toftir av nýstovnaða felagnum, P/F 19. mai 2014. Skipið, sum fiskar við línu í veiðibólki [...] eigararnir yvirtaka ikki skipið, fyri enn hesin túrurin er liðugur. Ætlanin er, at yvirtøkudagurin verður á jóansøku - 24. juni. Tað eru fleiri lokalir íleggjarar, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin
Europa League fótbóltsdystur verður á Tórsvølli kl. 19.00 millum íslendska felagið úr Vestmannaoyggjum, ÍBV, og HB, eru 12 áskoðarar komnir úr Vestmannaoyggjum at heppa á ÍBV. Áskoðararnir komu til Føroya [...] góða ølið, vit her hava. Dysturin verður kl. 19.00 á Tórsvølli. Fyrri dysturin millum liðini, sum varð leiktur í Íslandi, endaði við javnleiki 1-1. Jóhan Troest Davidsen skoraði føroyska útivallarmálið.
SÍ Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo . Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM [...] Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen. Evnini vóru leikaraloyvi hjá útlendskum spælarum og flogbólts-steypafinalurnar. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
Á fundi í vikuni hevur nývalda kommunustýrið í Kunoyar kommunu, sum fevnir um Kunoy og Haraldsund, skipað seg. Tað er fyrst valdi á lista A, Poul Jacob Poulsen, sum verður borgarstjóri - og Gunnhild Dahl [...] Dahl Niclasen, ið varð fyrst vald á lista B, sum verður varaborgarstjóri. Tveir listar vóru uppstillaðir til kommunuvalið í Kunoy. Listi A fekk trý umboð, og listi B fekk tvey umboð. Tey, sum fingu flestar [...] flestar atkvøður í Kunoy, vóru Poul Jacob Poulsen (19), Gunnhild Dahl Niclasen (18), Jóhannes Christian Sofus Hansen (17) og Rasmus Magnusson (16). Í Kunoyar kommunu hava tey býtt nevndarsessirnar soleiðis:
hjá sær og starvast í løtuni sum professari í bókmentum á universiteti í Vermont. Saman við Mark Wunderlich fara føroysku yrkjararnir Carl Jóhan Jensen, Ludvík Breckmann og Oddfríður Marni Rasmussen at [...] Wunderlich er týskt og eitur ?merkiligt? ella ?løgið? á føroyskum. Altso kann mann vænta sær eitthvørt óvæntað og/ella áhugavert, tá amerikanski yrkjarin og professarin, Mark Wunderlich, fer at lesa upp [...] upp í Sirkusi komandi hóskvøld 9. september kl. 20.00 Mark Wunderlich kemur til Føroya á vitjan úr New York, har hann býr. Fyrsta yrkingasavnið, sum hann gav út, The Anchorage, vann amerikansku bókment
landsliðið spælt EM undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Kroatia. Úrslitið var 2-1 til Kroatia, sum eisini var hálvleiksstøðan. Arnbjørn T. Hansen legði Føroyar á odda, tá ið hann við høvdinum snittaði [...] hvíldini skoraði Kroatia tvær ferðir. Í 2. hálvleiki hevði Kroatia bóltin meiri enn heimaliðið, sum tó á ongan hátt var niður spælt. Gunnar Nielsen í føroyska málinum var sera stinnur, og í hinum endanum var [...] hálvleiki framvið. Føroyska liðið: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Sven F. Jacobsen, Poul Thomas Dam, Jóhan V. Gunnarsson - Kristoffur Jacobsen - Magnus Olsen (Pætur Jørgensen), Ólavur í Ólavsstovu(Fritleif
spæla kvinnuliðini hjá GÍ og KÍ steypafinalu. Fyrsta bríkslið hjá Jóhan Petur Michelsen var klokkan 13, og eftir ein hálvan tíma er KÍ á odda 2-0. Fyrra málið varð skorað eftir eitt korter. Undir KÍ trýsti [...] markera, at bólturin hevði verið innanfyri málstrikuna. Hóast KÍ er á odda við tveimum málum, so hevur talan ikki verið um einvíst trýst á GÍ málið. Tað hevur verið eitt sindur fjáltursstungið, og tað nógva
harvið at leggja seg á næstfremsta plássið í 1. deild. Men vágamenn tóku ikki av. Næstbesta NSÍ liðið, sum fyrr í summar ofta hevur verið betri mannað, enn tað var í dag, vann 2-1 á Valloyrini. Brasiliumaðurin [...] Brasiliumaðurin Heron legði heimaliðið á odda í 18. minutti. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði NSÍ eftir hornaspark. Ein av heimamonnunum var so óheppin at seta bóltin í sítt egna mál. Í síðsta minutti [...] minutti undan steðginum misti FSV04 ein mann, tá ið Karl Jóhan Djurhuus sá reyða kortið. Tað ávirkaði sjálvandi gongdina í 2. hálvleiki. NSÍ sigursmálið til 2-1 skoraði unglingaspælarin Klæmint A. Olsen, tá ið