EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmála við venjaran, Eliesar Olsen, og fimm av spælarunum í felagnum. Spælararnar eru Jóhannes Hansen, Andras Olsen, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen og Jan á Høgaryggi.
EB/Streymur hevur í ár bygt upp á nýggjum. Fleiri spælarar eru í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Alt bendir á, at EB/Streymur má spæla í næstbestu deildini komandi ár, men arbeiði í ár er ikki farið til fánýtis.
Hetta eru spælarar, sum í flestu førum hava havt sín elddóp í fremstu deildini í ár, og spælarar ið felagið sær stóra framtíð í, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Allir sáttmálarnir eru galdandi fyri 2016 og 2017. EB/Streymur liggur niðast í Effo-deildini og flytir eftir øllum at døma niður í næstbestu deildina komandi ár.