12 áskoðarar við ÍBV

Nú Europa League fótbóltsdystur verður á Tórsvølli kl. 19.00 millum íslendska felagið úr Vestmannaoyggjum, ÍBV, og HB, eru 12 áskoðarar komnir úr Vestmannaoyggjum at heppa á ÍBV.

 

Áskoðararnir komu til Føroya í gjár. Talan er um eitt lítið ferðalið - teir eru bert tólv í tali. Men teir hava fingið ein trettanda mann afturat sær her í Føroym, sum er Martin Juul Jarnskor úr Gøtu – ein kendur íslandsvinur.

 

Íslendingurin Smári Heimisson væntar at ÍBV vinnur dystin 2-0. Hann leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð, teir eru í Føroyum. Harafturat fegnast teir um tað avbera góða ølið, vit her hava.

 

Dysturin verður kl. 19.00 á Tórsvølli. Fyrri dysturin millum liðini, sum varð leiktur í Íslandi, endaði við javnleiki 1-1. Jóhan Troest Davidsen skoraði føroyska útivallarmálið.