Tað vóru tveir fyrrerandi meistarar í unglingabólkinum, sum í fleiri umfør vóru í tættari tvíkapping um at vinna almenna bólkin í FM kappingini í talvi, sum í eina viku og fram til páskaaftan var í Skúlanum á Giljanesi.
Eli W. Finsson vann við 8 stigum, og Janus Skaale var næstbestur við 7 ½ stigi. Á triðja plássi endaði veteranurin Rúni Jacobsen við 5 ½ stigi.
Endastøðan: Eli W. Finsson 8 stig, Janus Skaale 7 ½ stig, Rúni Jacobsen, Gunnar Joensen og Leif Reinert Fjallheim 5 ½ stig, Gutti Petersen 5 stig, Torkil Petersen, Jákup A. av Túvuvølli, Bárður Johannesen, Helgi L. Petersen, Tórur Gudmundsen og Allan Nielsen 4 ½ stig, Jógvan I. Hansen 4 stig, Jóhann Rói Mortensen, Vagn Heldarskarð og Óla Jákup Thomsen 3 stig og Sámal á Vágalið 1 ½ stig.