Wunderlich er týskt og eitur ?merkiligt? ella ?løgið? á føroyskum. Altso kann mann vænta sær eitthvørt óvæntað og/ella áhugavert, tá amerikanski yrkjarin og professarin, Mark Wunderlich, fer at lesa upp í Sirkusi komandi hóskvøld 9. september kl. 20.00
Mark Wunderlich kemur til Føroya á vitjan úr New York, har hann býr. Fyrsta yrkingasavnið, sum hann gav út, The Anchorage, vann amerikansku bókmentavirðislønina Lambda. (eisini kallað the Lammys). Síðani hetta hevur hann móttikið fleiri aðrar stórar viðurkenningar fyri skaldskapin hjá sær og starvast í løtuni sum professari í bókmentum á universiteti í Vermont.
Saman við Mark Wunderlich fara føroysku yrkjararnir Carl Jóhan Jensen, Ludvík Breckmann og Oddfríður Marni Rasmussen at lesa upp egnar yrkingar.
Øll eru vælkomin til ein tíma við poetiskum upplivingum. Ókeypis atgongd. skrivar Føroya Rithøvundafelag í tíðindaskrivi.