eru Brøndby IF og FC Keypmannahavn, sum sostatt fær heimavøll í finaluni. Sum allir fótbóltsáhugaðir føroyingar og helst fleiri onnur vita, spælir Todi Jónsson við FC Keypmannahavn, og tað veit Sjónvarp [...] til at senda steypafinaluna beinleiðis. Dysturin verður at síggja í sjónvarpinum klokkan 13.45 føroyska tíð, og hetta verður seinasti kjansur hjá FCK at fáa nakað burturúr hesum kappingarárinum. Í Superliguni [...] Superliguni er Brøndby komið somikið langt framum FC Keypmannahavn, at har er einki at spæla um longur, og steypakappingin er sostatt seinasti møguleiki, skal FCK rættvísgera nógvu innkeypini, teir hava gjørt
ástøði og gera praktiskar royndir. Síðan verður farið til skrivliga og munnliga roynd. Higartil hava brandmenn verið á Brandskúla í Danmark, har møguleikar eru fyri at fáa grundskeið í eldsløkking og ymiskum [...] klæddar við viði innan, og eru soleiðis innrættarðar, at tað ber til tekniskt at stýra eldinum, so brandmenninir fáa eina veruliga mynd av, hvussu eldur í sethúsum o.ø. bygningum virkar, og hervið læra teir um [...] Seinastu tríggjar vikurnar hava 13 brandmenn á støðini í Havn verið á skeið, sum fríggjadagin endar við prógvtøku. Peter Seloy Jensen, brandmeistari sigur, at skeiðið er at sammeta við at fáa koyrikort
Gud skapti manninum eina kvinnu, og soleiðis ætlaði Gud at tað skuldi vera. Heilt tíðliga lesa vit um hor og siðloysi, og Bíblian letur okkum ikki í iva um hvat er rætt og hvat er skeivt tí kynsliga viðvíkjandi [...] ótíðarhóskandi, og ongin leitar nakrantíð til fánýtis í Bíbliuni eftir svari. Bíblian er greið og beinrakin Tá tað snýr seg um seksuallæru ella frálæru um kynsliga sambandið ímillum mann og kvinnu, er ongin [...] tosa um tey, bæði tá tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur á vegnum, bæði tá tú legst, og tá ið tú fert upp; tú skal binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni;
ljóðar tað sum um tað er nakað ein og hvør Hanus og Janus kunnu fara inn beinleiðis av gøtuni og gera. Er sýnið uppá hettar arbeiði soleiðis hjá teimum, ið sita í Almanna- og heilsumála stýrinum, so er tað [...] sonevndu almanna- og heilsuhjálpara útbúgvingina. Eg má viðganga, at tað hevur verið strævið at fáa landsstýrið at skilja hendan tørvin, og eru tað ikki so fá brøv, telefonsamtalur og fundir vit hava havt [...] seg bert aftur og aftur, at tá mál av hesum slag stinga seg upp, so er tað altíð bert annar parturin, ið fær møguleikan at gera viðmerkingar. Eg kann bert átala hesa framferð tykkara, og vísir hon, at sjálvt
ikki til trýstið og so brast. teir tríggir menninir, sum vóru í rúminum, har bresturin var fingu allir skaða, tveir størri skaða og ein minni. Løgreglan í Runavík fekk boðini klokkan 13.47 og fór á staðið [...] komu eisini á staðið og fingu menninar á Landssjúkrahúsið í Havn. Klokkan hálvgun sjey segði Útvarpið at menninir "livdu væl". Av Skála verður sagt, at tað var ein sera harður brestur og at hann hoyrdist um
verður stýrið og ikki umboðsnevndin, sum ásetur setingartreytirnar hjá stjórananum og ger reglugerðir fyri virksemi hansara; - at tað framyvir verður stjórin, og ikki stýrið, sum setur og loysir úr starvi [...] við keypi, sølu og veðseting av føstu ognum felagsins, eins og lán skulu kunna takast, uttan at neyðugt verður at vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, sum heimildar hesum (§ 4, stk. 13). Leiðslan fær [...] gerst styttri; - og at Tórshavn verður fundarstaður SEV?s. Tað er møguligt, at hesar broytingar gera tilveruna hjá SEV-leiðsluni meira liviliga. Sjálvur haldi eg tær vera óneyðugar, og at tær í veruleikanum
komnir inn og ikki minst Jón Harley, sum spældi sera væl og skoraði tvey mál. KÍ kom á odda, tá 23 minuttir vóru farnir, og B36 skoraði í 33. og 38. minuttir. Í 46. minutti øktu teir til 4-1, og so var s [...] gøtumonnunum, og tá var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Veteranurin Aksel Højgaard dusaði sær rættuliga og skoraði eftir 19, 83 og 90 minuttir. Oddmar Andreasen skoraði eftir 26 og 74 minuttir, og unglin [...] fimm minuttir, og í síðstu løtu misnýtti B36 stóran møguleika at javna. Sunnudagin frammanundan fekk Skála trý stig móti ÍF. Ólavur Olsen setti hol á, tá 14 minuttir vóru farnir, og eftir 25 og 44 minuttir
túrur niðan á Slættaratind undir leiðslu av Jóannes Mørkøre og Olaf í Garði Joensen. Komin niðan verður ein máltíð notin og føroyskur dansur og sangur annars vera eisini á skránni. Um náttina verður farið [...] Norðurlandahúsið og fer at skipa fyri 13 Føroyakvøldum í summar, har borðreitt verður við alskyns góðum føroyskum mati. Á skránni verður sangur, kórsangur, føroyskur dansur, fyrilestur, og ætlanin er eisini [...] hugnaløta við tónleiki, sangi og einum breyðbita umborð á Høganesi og Norðlýsininum. Høvi verður at royna bátin. ? Ætlanin er at brúka bátin til skúlafokkar, ferðafólk og onnur, sigur Doris Hansen. Nógvar
sangi og einum breyðbita umborð á Høganesi og Norðlýsinum. Skótarnir skipa fyri, at tað verður róð inn á Strendur og síðani inn á Selatrað. Klokkan 13.30 fer Norðlýsið úr Havn, og skótar úr Havn og á Argjum [...] á staðnum til fýra bátar og depilin hevur tríggjar bátar frammanundan. Tí hava vit gjørt eitt gerðabýti við sjómansmissjónina, soleiðis at vit longu nú yvirtaka henda bátin og tey fáa so tað seksmannafarið [...] num á Selatrað. At tjaldingarplássini serliga eru upptikin mánadag og týsdag kemst av, at fólk koma við Norrønu tíðliga mánamorgun og fara víðari til Íslands mikumorgun. Báðir bátarnir verða flotaðir
sild eystanfyri 0 stig og norðureftir, og sjógvurin var heitur og nógv æti eisini. Æti vestanfyri ? Sjógvurin er eisini heitur vestanfyri og æti í sjónum, men sildin er ikki komin, og ein av frágreiðingunum [...] Ísland og Føroyar hava júst kannað vestara økið av Norðhavinum, og Noreg og EF eystara økið, og nú eftir kanniningina, vísir tað seg, at nógv minni er av sild í føroyska økinum enn undanfarin ár. Hjalti [...] tey 1.3 mió. tonsini tilsamans, sum hon er nú, og hetta havi eg víst á fleiri ferðir fyrr, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Stórur gýtingarstovnur Sildin gýtur fram við norsku strondina og jú størri