Óhapp á Skipasmiðjuni á Skála

Beint eftir døgverða hósdagin hendi eitt "spreingióhapp" umborð á Enniberg, sum liggur til umvælingar á Skipasmiðjuni á Skála. Tríggir mans fingu skaða

Beint eftir klokkan hálvgun tvey seinnapartin hósdagin hendi ein vanlukka á Skipasmiðjuni á Skála.


Umborð á Enniberg, sum liggur til umvælingar á skipasmiðjuni, vóru menn í gongd við at "trykkprøva" nøkur rør, sum vóru umvæld.


Av einari ella aðrari orsøk, sum enn ikki er greið, hildu rørini ikki til trýstið og so brast. teir tríggir menninir, sum vóru í rúminum, har bresturin var fingu allir skaða, tveir størri skaða og ein minni.


Løgreglan í Runavík fekk boðini klokkan 13.47 og fór á staðið. Tveir sjúkrabilar komu eisini á staðið og fingu menninar á Landssjúkrahúsið í Havn. Klokkan hálvgun sjey segði Útvarpið at menninir "livdu væl".


Av Skála verður sagt, at tað var ein sera harður brestur og at hann hoyrdist um alla bygdina. Nú eru tey von við, at skipasmiðjan gevur eitt sindur av óljóðið, men bresturin í dag bar av.