sum í summar var í Føroyum og vitjaði sum ísraelskur sendiharri í Danmark, varð valdur til borgarstjóra komandi fimm árini. Býurin er lítil. Bara 26.000 íbúgvar, sigur hann, so tað var ikki politiskt [...] sum ein gjøgnumkorruptan einaræðisharra, ið hevur eina ta feitastu bankabókina, hann veit um. Og sum samstundis flytir konu síni hundratúsundtals krónur um mánaðan til París, har hon býr. - Hetta eru [...] heldur illa kroystum ísraelskum búskapi ger hetta bara støðuna upp aftur verri og skapar nýggjar trupulleikar, sum so aftur seinka eini friðarligari loysn, sum fyri mær tykist liggja langt úti í framtíðini,
august í 1985. Men tað var ikki einasta vitjan hjá studentaskúlanæmingum – við Zakariasi Wang á odda – umborð hjá hesum løgna fremmanda gesti, sum gekk í skinnstilvum, var vinur við ein hval, og sum segði [...] segði, at skjótt fór ein bók at koma út, sum varð skrivað av einum hvali. Men løgregluni dámdi ikki hetta virksemið hjá studentaskúlalæraranum í Hoydølum: – Tað sum hendi var, at vit avráddu at fara umborð [...] vit ætlaðu okkum at fara at vitja skipið. Hann segði, at tað skuldu vit ikki gera, tí Paul Watson var ein sera vandamikil maður. Eg spurdi, hvat ið teir fryktaðu fyri kundi henda við okkum, og teir hildu
Fyrrverandi hermaðurin, sum bardist andlit til andlits móti Hizbollah-militsum í ein mánað í Suðurlibanon á sumri í 2006, og sum hetta fríggjakvøldið í Tel Aviv slappar av saman við vinmonnum. Í tímar havi eg [...] vita, at hetta er eitt luksus fyri lond í friðarligum umstøðum. Tann dagin Noreg og Ísland og Skotland lýstu kríggj ímóti Føroyum ella Danmark, so hevði títt samfelag eisini verið umbroytt til ein fucking [...] tvætlar. Serstakliga stuttligur fýrur. Men Amoz fortelur mær í einum horni í hesi myrku og slitnu íbúðini, at vinmaðurin hinumegin borðið er ein desillusionerað sál, oyðiløgd av krígnum. – Summi menniskju
fólki, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi. - Ein stórur partur av kunningargrundarlagnum undir heildarætlanini er tilfar, sum KRIS hevur samlað saman. Hetta er vitan og royndir, sum vit hava tilegnt okkum [...] Gvøðbjørg West, dagligur leiðari í KRIS, sigur, at tey fegnast um heildarætlanina, og at fleiri góð átøk er millum uppskotini. Tó eru tey eitt sindur bangin fyri, at felagsskapurin sjálvur nú verður settur [...] síðulinjuna, tí vit ikki eru løggildir sálarfrøðingar, sigur Gvøðbjørg West. Hon vísir á, at KRIS var fyrsti felagsskapurin, sum veruliga setti spurningin um kynsligan ágang á breddan, og at neyvan hevur
n er. Hann ivast tó ikki í, at trupulleikin var nógv størri fyrr. - Áðrenn brennistøðirnar vóru ruskpláss og tyrvingarpláss ymsa staðni í landinum. Har var nokk av mati og tí ýddi í bæði rottum og ravni [...] Magnussen sigur, at hann heldur ikki, at tað er ein stórur rottutrupulleiki í bygdum øki heldur. - Eg havi eina avtalu við rottufangaran í Havn, at hann ska senda mær rottur, sum hann fangar. Hesi seinastu fimm [...] gera enda á havhestaungum, sum eru væl størri enn rottan. Tí vænti eg, at hon eisini megnar at drepa ein haruunga, kanska eina vaksna haru eisini, sigur hann. - Vit vita, at rottan hevur skaðiliga ávirkan
3-0 og var tí stórfavorittur at koma víðari, men Divock Origi og Georginio Wijnaldum vildu tað øðrvísi. Liverpool fekk skapt spenning í uppgerðina longu aftaná sjey minuttir, tá Divock Origi var fyrstur [...] ##med2## Í seinna hálvleiki kom Georginio Wijnaldum inn á miðvøllin. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. Upp á tveir minuttir stutt inni í seinna hálvleiki skoraði hann tvær ferðir. Fyrst sendi [...] ikki at skapa nakað. Lionel Messi hevur óiva verið heimsins besti fótbóltsspælari hetta kappingarárið, men í kvøld var lítið argentinska bóltsnillingin. Liverpool skal nú spæla í Champions League finaluni
fyri teimum, og tá hann hevur ein sovorðnan dag, sum hann hevði mikudagin, gerst lívið ofta súrt hjá mótstøðumonnunum. Einastu løtuna VÍF beit frá sær hetta umfarið, var tá Ingi brádliga fór at hugsa meira [...] varð um eitt satt liðavrik. Allíkavæl kann eg ikki bara mær fyri at nevna teir tríggjar Harald, Inga og Sámal í álopspartinum, ímeðan Sjúrður var ein sannur brandur í verjupartinum. Eitt, sum eisini má sigast [...] hjá Neistanum og VÍF, hoyrdust graml um, at hetta neistaliðið sá út til at hava møguleikan fyri tí stóra í hesum kappingarárinum. Skal rætt vera rætt, so var eisini líkt til, at optimistisku áskoðararnir
ferðalagið aftur til Keypmannahavnar. Alfred Olsen sigur, at tað var rættiliga nógv á skránni á ferðini. Hann sigur, at ferðin var góð, men um nakað er komið burtur úr, ferð bara tíðin at vísa, sigur hann [...] Hetta var ótrúliga strævið, men eg vóni, at tíðin fer at vísa, at vit esini fingu nakað burtur úr. Tað sigur Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Síðsta fríggjadag fór Vinnunevndin úr [...] eitt endamál við ferðini var at marknaðarføra Føroyar í Kina og vísa føroyingar fram fyri teimum stovnum, myndugleikum, ráðum og felagsskapum, vit samstarva við. - Vit vóna, at hetta kann gera sítt til, at
Sær 3-1 penari út, enn tað var? – Hetta var øgiliga keðiligt fyri okkum, tí vit vildu gera ein góðan innsats. Eg vil siga, at bæði eg og alt liðið vóru øgiliga vánaligir í fyrra hálvleiki, segði Símun [...] vita, at tað hendir, at vit kunnu hava ein ringan dag. Men serliga eftir fyrra hálvleik var eg ótrúliga skuffaður av mær sjálvum. Vit kundu skift allar 11 út, um tað var loyvt, segði hann. – Í seinna hálvleiki [...] hálvleiki spældu vit betri, tá teir kanska tóku tað meira róligt, men 1-1 var í ordan eftir steðgin. Nú skulu vit í øllum førum inn at gera tað dupult so gott ímóti Litava mikudagin.
nøkur føroysk fyritøka var, sum hevði neyðugu førleikarnar til hetta. Hetta er follið fleiri fyri bróstið. Ein av hesum er fyrrverandi flogovastin á Atlantic Airways, Hans Hansen, sum var við, tá felagið av [...] Airways. Millum annað spurdi Høgni Hoydal, hví tað var ein donsk fyritøka, sum skuldi hjálpa til, nú nýggj strategi skal leggjast fyri felagið. Til hetta svaraði Johan Dahl, at arbeiðið varð boðið út millum [...] farin av knóranum, tá sonevndu “klóku” høvdini eru komi til. Ringasta dømi um hetta var væl norska Braathens, sum í hálva øld var eitt sterkt og væl rikið felag. Tá gamli Braathen legði árarnar inn, komu nýggjar