Mevaseret Zion, Ísrael:
Tað eru nógvar orsøkir til trupulleikarnar í Miðeystri, og teir eru ikki so lættir at loysa, heldur Carmi Gillon, fyrrveandi ísraelskur sendiharri í Danmark. Vit kenna fleiri teirra, men tað skulu fleiri partar til at skapa semju. Fyrsta treytin fyri friði er demokrati, og tað finst ikki í palestinsku økjunum, sum støðan nú er har, vísir hann á.
Vit sita inni hjá Gillon hjúnunum í býnum Mevaseret Zion, sum liggur beint vestan fyri Jerusalem. Hebraiska navnið merkir boðberi til Zion, ið aftur vísir til at hiðani sæst Jerusalem á fyrsta sinni av tí, ið ferðast vestaneftir. Nú komi eg, boðar hann so Heilaga Staðnum, Zion, frá hiðani úr Mevaseret.
Her hevur júst veirð borgarstjóraval, og Carmi Gillon, sum í summar var í Føroyum og vitjaði sum ísraelskur sendiharri í Danmark, varð valdur til borgarstjóra komandi fimm árini.
Býurin er lítil. Bara 26.000 íbúgvar, sigur hann, so tað var ikki politiskt val sum so. Tað vil siga, at hann stillaði ikki upp fyir nakran avísan politiskan flokk, men bara á einum lista. Hesin listin varð so aftur stuðlaður av fleiri ymsum landspolitiskum flokkum. Millum øðrum av bæði Arbeiðaraflokkinum og Likud.
Fólk eru bangin
Tað er greitt, at fók eru bangin, tá ein terrorbumba brestur soleiðis beint har, tey daglig ferðast, sigur kona Carmi Gillon, Sari Gillon.
-Eg tosaði við eitt týskt par, sum býr í grannalagnum, har seinasta bumban varð sprongd í Jerusalem. Tey vístu á, at her plaga børn teirra vanliga at ganga og spæla. Tá so slíkt hendir, gerast tey ræðslusligin og tað endar so í eini reaktión, sum ger, at tey hata øll, sum møguliga kunnu hugsast at hava við slíkt at gera. Og so verður ikki gjørdur munur á einum palestinskum terroristi ella einum palestinskum skilafólki. So melur myllan víðari, og vit fáa ongan frið, tá soleiðis er. Alt endar aftur í sama tvaðpottinum.
Men fólk vilja hava frið, sigur hon og vísir til eina nýggja veljarakanning, sum júst er kunngjørd.
Hendan kanningin vísir, sigur hon, at heili 60 prosent av ísraelska fólkinum ynskir eina politiska loysn á stríðnum við grannarnar, og bara 30 prosent halda, at ein hernaðarlig loysn er tann rætta.
Sari Gillon heldur, at hendan hugsanin eisini er galdandi hinumegin. Tað vil siga í palestinska partinum av fólkinum.
Arafat er trupulleikin
Men friðinum verður ikki so lætt at náa soleiðis í bræði, heldur Carmi Gillon. Tí friður krevur demokrati, og slíkt kenna palestinar ikki til. Yassir Arafat er diktatorur og stýrir øllum einaveldugur. So leingi tað heldur við, verður eingin friður.
Og hann hevur heldur ikki álit á, at tað fer at henda nakað tann rætta vegin, hóast Arafat hvørvur úr myndini. Tað verður bara onkur annar av sama slagi, sum tekur við.
- Skulu vit tosa um veruligt demokrati, skal tað koma innan úr fólkinum. Og tað ger tað ikki í hesum førinum.
Hann ásannar tó, at tað ber til at liva friðaliga saman við einum granna, sum ikki hevur demokrati í okkara týdningi. Her vísir hann til bæði Egyptaland og Jordan, har einaræðisharrar sita í báðu londunum, men kortini hava góð viðurskifti við Ísrael.
- Tað er tí, at teir báðir vilja tað. Fyrst Sadat og síðani Mubarak í Egyptalandi. Og Hussein og nú Abdullah í Jordan. Øðrvísi er í Palestina. Har er eingin vilji, vil hann vera við.
Hann vísir til seinastu avdúkingarnar, sum vísa Yassir Arafat sum ein gjøgnumkorruptan einaræðisharra, ið hevur eina ta feitastu bankabókina, hann veit um. Og sum samstundis flytir konu síni hundratúsundtals krónur um mánaðan til París, har hon býr.
- Hetta eru sponsorpengar, sum eitt nú Týskland og Danmark senda palestinum, ið soleiðs verða stolnir, sigur Carmi Gillon.
Vit bakka ikki
Carmi Gillon heldur ikki, at Ísrael hevur so nógvar møguleikar í hesi støðuni, sum er.
Hann heldur ikki, at hvørki niðursetupolitikkurin, sum rikin verður, ella tann sonevndi múrurin, sum Ísrael setir upp, kundi verið fyri uttan.
- Taka vit niðursetubygdirnar fyrst, er kravið frá palestinum, at teir skulu hava tær og landið, tær standa á aftur. Og tað er ein reyð strika at fara um, sum vit ongantíð fara at góðtaka.
- Múrurin er gjørdur í sjálvverju, og hann er neyðugur fyri at kunna tálma ferðsluni hjá palestinskum ófriðakroppum nakað, sigur Carmi Gillon.
Hann ásannar tó, at tað oyðileggur eisini búskapin hjá teirri hálvu milliónini av palestinum, sum dagliga arbeiddu í Ísrael.
- Saman við einum heldur illa kroystum ísraelskum búskapi ger hetta bara støðuna upp aftur verri og skapar nýggjar trupulleikar, sum so aftur seinka eini friðarligari loysn, sum fyri mær tykist liggja langt úti í framtíðini, sigur nývaldi borgarstjórin í Mevaseret Zion, Carmi Gillon.