Liverpool hevur í kvøld vunnið seg í Champions League finaluna, eftir at hava vunnið heili 4-0 á FC Barcelona í seinnu hálvfinaluni. FC Barcelona vann fyrru hálvfinaluna 3-0 og var tí stórfavorittur at koma víðari, men Divock Origi og Georginio Wijnaldum vildu tað øðrvísi.
Liverpool fekk skapt spenning í uppgerðina longu aftaná sjey minuttir, tá Divock Origi var fyrstur á returin, eftir at Jordan Henderson royndi seg við skoti. Restina av fyrra hálvleiki royndi Liverpool at trýsta, men helst høvdu gestirnir úr Barcelona størstu málmøguleikarnar.
##med2##
Í seinna hálvleiki kom Georginio Wijnaldum inn á miðvøllin. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. Upp á tveir minuttir stutt inni í seinna hálvleiki skoraði hann tvær ferðir. Fyrst sendi hann flatt innlegg í málið, og tveir minuttir seinni stútaði hann eitt annað innlegg í málið.
Nú stóð á jøvnum og dysturin javnaði seg út. Avgerandi málið kom 11 minuttir fyri tíð. Meðan verjan hjá FC Barcelona vendir reyv til tekur ungi Trent Alexander-Arnold eitt skjótt hornaspark, sum hann sendir innfyri til Divock Origi, sum skoraði sítt annað mál í dystinum.
##med3##
Restina av dystinum megnaði FC Barcelona og Lionel Messi als ikki at skapa nakað. Lionel Messi hevur óiva verið heimsins besti fótbóltsspælari hetta kappingarárið, men í kvøld var lítið argentinska bóltsnillingin.
Liverpool skal nú spæla í Champions League finaluni annað árið á rað. Hesa ferð verður hon í Madrid á heimavøllinum hjá Atletico Madrid. Mótstøðuliðið verður antin Ajax ella Tottenham, sum spæla í annaðkvøld.
Champions League hálvfinala:
Liverpool (0) – (3) FC Barcelona 4-0
1-0 Divock Origi, 7
2-0 Gini Wijnaldum, 54
3-0 Gini Wijnaldum
4-0 Divock Origi, 79
Liverpool vinnur samanlagt 4-3
Í morgin:
Ajax (1) – (0) Tottenham (20.00)













