ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl. Ætlanin má vera, at tað skal vera sum ein kavabóltur, ið fer á rull og veksur. Hetta ættarliðið er gott, og næsta ættarlið verður [...] nógvar vinir í Føroyum og serliga í Klaksvík. Hetta er eftirhondini næstan sum eitt annað heim fyri meg, sigur hann. Predrag Nikolic sigur, at síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð, hava føroyingar fingið [...] møguleikar fyri at økja um kunnleikan báðar vegir. ? Eg var í Sarajevo, tá EM-lutakastið fór fram, og eg greiddi so eitt sindur frá Føroyum. Ítróttur er ein góður háttur hjá fólkasløgum at fáa samband hvørt
samfelagið var í einari kreppu sum ikki fyrr er sædd í vesturheiminum. Búskapurin var í fríum falli, og av teirri orsøk máttu aðrir hættir takast í nýtslu. Ótradionellir hættir. Og ein av teimum var partabrævabýtið [...] niðurstøðu, at ein lítil kanning av bankunum hevði víst, at Føroya Banki var verri fyri enn Sjóvinnubankin. Tær manglandi avsetingarnar áttu at havt gjørt prísin á partabrøvunum lægri. Úrslitið var sum kunnugt [...] Mikkelsen sigur, at hetta m. a. komst av, at Den Danske Bank ikki vildi kappast í móti einum »almennum« banka, og samstundis tí teir vildu úr Føroyum. Ætlanin við býtinum var, at fáa ein felags kreditpolitik
Mikkelsen úr Danmark. Í fjør var Herfølge í Vietnam og fyrireikaði seg til landskappingina. Ætlanin var, at teir aftur í ár skuldu taka lut í kappingini, sum teir vunnu í fjør, men hetta verður nú av ongum. Sjálvt [...] Vit hava mist Chris Hermansen til AB. Hann skoraði átta mál í heyst, tá hann var toppskjútti hjá okkum. Herfølge hevur keypt ein sum eitur Bo Henriksen frá OB. Vit vita ikki enn, hvussu hann fer at roynast [...] Vit eru lidnir at samráðast, og vit eru samdir. Sáttmálin er ikki undirskrivaður, men tað er bara ein tekniskur spurningur. Eg rokni við, at endaligi sáttmálin verður undirskrivaður í hesi vikuni, sigur
Christianskirkjan var so at siga full sunnudagin, og mett verður, at uml. 900 fólk, á henda hátt nýttu høvið at siga farvæl og takk fyri 21 góð ár. Prædikan var merkt av, at hetta var seinasta guðstænasta [...] guðstænasta hansara í hesum umfari. Bøgesvang var týðuliga rørdur, og tað var ikki tað flogið yvir prædiku hansara, sum tað vanliga er. Sum nevnt hevur hann ofta hug til at taka eina stuttliga søgu við í prædiku [...] Sunnudagin var seinasti arbeiðsdagur hjá Henningi Bøgesvang, presti í Klaksvík. Tað eru nú liðin 21 ár og 4 mánaðar síðan hann byrjaði í starvinum í Klaksvík, og nú vildi hann royna okkurt nýtt. Henning
vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna, ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen. Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin var sýslumaður. Í 1937 tók hann eins og nógvir [...] ár. Løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum var Johan Djurhuus ein dyggur stuðul og ein hollur ráðgevi. Hann hevði eina vinnandi medferð, var vinsælur og fyrikomandi, samstundis sum hann dugdi at [...] ingini. Hann visti sum var, at ein vælvirkandi fyrisiting var fortreytin fyri politisku skipanini og rættarsamfelagnum. Johan Djurhuus hevði eitt fjølbroytt arbeiðsøki. Hann var sjúkrahússtjóri til 1978
tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini. Hetta er ein sannroynd, hóast bert ein av loysingarflokkunum torir at viðganga [...] ndir, við donsku stjórnina og við Danmark. Hetta ber illa til, fyrr enn vit politiskt eru vorin samd um, hvat skal gerast. Hetta er heldur ikki neyðugt. Ein frágreiðing uppá 2.500 blaðsíður gevur nógv [...] viðurskiftini. Vit eru ímóti at loysa. Sambandsflokkurin var ósamdur, tá tær stóru yvirtøkurnar vóru framdar. Vit vóru eisini ósamdir, tá talan var um at broyta ríkisstuðulin til blokkstuðul. Loysingarflokkarnir
nú kunnu vera við í arbeiðinum, sum hava tilknýti til verandi oljuvinnu í Noregi. Hetta kann so vera góð venjing og ein máti at ogna sær vitan og royndir, sum kunnu brúkast í menningini av eini føroyskari [...] Vit hava útvegað okkum vitan og royndir frá øðrum, og hetta sama kunnu føroyingar gera í dag. Komið til Stavanger og lærið av okkara royndum. Hetta sigur Hallvard Ween, stjóri í Stavanger Forum, sum annaðhvørt [...] nógvar fyrimunir framum norðmenn, tí tá var alt so nýtt og útlendingar sótu á nærum øllum. -Eg havi varhugan av, at tit í Føroyum eru farnir at fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv
? er meiri enn 100 milliadir um árið. Tíbetur var eingin snildur dani staddur í Fólkatinginum júst tá Óli var á pallinum. Tað Óli Breckmann tosaði um var sama sjabbið, sum vit hava hoyrt umaftur og umaftur [...] teirra verð eru 1,5 til 2 milliardir bert 1,5 til 2 milliardir. Lukkutíð at eingin var so gløggur at hann fortaldi Óla, at so var samlaða føroyska uttanlandsskuldin ikki 5,5 milliardir, men 550 milliardir. Og [...] stórt annað at bjóða enn fisk, ein banka-disk ella eitt lívlangt starv hjá tí almenna. Útheimurin broytist við rúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er Inter-netið vorðið eins týdningarmikið og tað evropeiska
vit táið Sjóvinnubankin fór í 1951. Tá lántu vit pengar at seta í bankan. Tað var ongantíð eitt ivamál um, at hetta var eitt lán, sum vit skuldu betala aftur. Soleiðis eigur eisini at vera hesuferð [...] hvat hann heldur eru rímilig stig at taka í kjalarvørrrinum á bankakanningini. Jógvan Sundstein var ein av høvuðsmonnunum í teimum fyrstu, sokallaðu samráðingunum, ímillum føroyskar og danskar myndugleikar [...] semjast um, hvørji stig, vit skulu taka. Men tað er líka umráðandi hetta vit ikki taka eina undirbrotliga semju. Tað skal vera ein semja sum ger, at vit krevja tað, vit eiga at fáa. Mugu krevja loysing
á nakra ávísa upphædd fyri ikki at órógva tað arbeiðið, sum nú fer fram í hesum sambandi, tí hetta verður ein spurningur, sum samráðast skal um. Men hann viðgongur kortini, at hann heldur at tað talið sum [...] ringast stóð til. Tí tá kann tað bara ganga ein veg. Men síðani havi eg hugsað nógv um, hví teir bóru seg soleiðis at. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað var fyri at skera so djúpt, at bankin skuldi [...] Bankin er heldur ikki virðisleysur, minni enn so. Eg kenni sjálvandi ikki smálutirnar, men eg giti mær til, at av tí at grivið varð so djúpt og so nógv varð sett av ímóti tapi, sum tað bleiv, er bankin