flettur beint eftir kappingina og vigaði 86 pund. Kappingin byrjaði í ruskveðri klokkan 10.00, og helt fram til kl. 19.00. Skotin vórðu fýra umfør uppá 25 dúgvur í part, og vinnari av hesi kappingini gjørdist [...] mans vóru við í kappingini, 10 úr Sunda Byrsufelag og seks úr Byrsumúla. Av tí at Byrsumúli hevur havt so vánaliga umstøður at virka undir, hava ongar kappingar verið síðani 1993. Men nú hevur felagið fingið [...] fingið øki at skjóta á aftur, og gongd er komin á venjingarnar. Framyvir fer tí at hoyrast meiri um skjóting aftur, men enn er ikki greitt nær næsta kappingin verður.
hevur verið undir skurðviðgerð í so langa tíð, at ylur er komin í rúgvuna, ja, so kann ikki annað sigast enn at tað sama ger seg galdandi her. Um viljin er til staðar, so kann hendan kanning uppklárast til [...] Vit uppliva í dag, hvussu vaksnir menn stíga fram og sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin [...] fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt«. Undirritaði kann av sonnum lívsroyndum vitna um hetta, at allir »Samfelagssjakalar« (advokatar) við fylgi hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja
vinstravongi og føroysk kirkja hvørt um annað. Og ikki alt hóskaði so væl saman. At enda varð so komið til ta niðurstøðu, at best var at taka sakina í egnar hendur. Og tað endaði so við, at Kvinnufelagsgrunnurin [...] av fyrstan tíð fóru út um eingjargarðarnar at kanna møguleikarnar fyri fiskirættindum í fremmandum sjógvi. Tað var um ta tíðina, tá fiskimarkini vórðu flutt út alla staðni rundan um okkum, og okkara vanligu [...] garvillar verkætlanir bornar fram, sum hann beinan vegin sá, ikki høvdu ein livandi kjans. »Eg varð biðin um at hjálpa monnum við ymiskum, sum var heilt úr vón og viti. Og tá eg so bar meg undan, gjørdust teir
fleiri. Martin nevnir eitt dømi um, hvussu spent fólk hava verið eftir at fingið arbeiði. Tá tey hava frætt, at fólk eru biðin til arbeiðis, hava fleiri ringt og spurt, um eisini mundi vera arbeiði til teirra [...] kunnu eini 20 fólk sleppa til arbeiðis aftrat. Martin Hentze væntar, at bátarnir í oynni fara at halda fram við at landa til teirra, tí útróðrarmenninir hava eisini áhuga í, at væl av arbeiði skal vera á virkjunum [...] báðum virkjunum, sigur Martin. Ikki mist royndirnar Fleiri av flakakvinnunum eru royndar, og sjálvt um einki arbeiði hevur verið í fleiri ár, eru tær líka fermar sum tá. Onkrar nýggjar eru, men tær koma
hølisviðurskiftini í Odense nú fingust í lagi, um felagnum skuldi verða lív lagað. Fyrr í ár stóð so illa til, at talan var um at leggja felagið niður. Men so tóku góðar kreftir seg saman og fingu, saman [...] støðini í forlongilsi av gongugøtuni. Búmerkinum gekk ikki so væl við. Har var einki uppskot, sum hildið var nóg gott, so nýggj kapping er um hetta. Serlig tiltøk Hans Mikkelsen, fomaður í Føroyingafelagnum [...] munandi. Eitt tað fyrsta verður at royna at fáa útgerð so sum teldur og annað, sum kann nýtast til hetta. Eisini er hugsað um børnini í felagnum. Eina ferð um mánaðan verður mentunnartiltak fyri børnini í húsinum
heimi taka sum eina sjálvfylgju í dag. Einaræðini fóru at rilla, og fólkastýrið fekk so við og við fótin fyri seg um okkara leiðir í 19. øld. Sum ein fylgja av hesum fóru fólk at seta út í kortið, hvussu [...] mong, var liberalisman. Hugsanin var, at sluppu fólk frítt at mennast, so fór tað góða at vinna á tí ónda. Menningin skuldi fara fram gjøgnum fría kapping. Hetta vóru sjálvsagt freistandi og vælklingandi [...] fakfeløgini og Javnaðarflokkarnar. Tankin um eina arbeiðararørslu uttan ein politskan part Javnaðarflokkin og ein fakfelags part LO er óhugsandi. Tí er tað so hugstoytt hjá føroyskum javnaðarfólki
fakfeløg. Sostatt er bæði tað politiska og tað fakfelagsliga, so ógvuliga nær knýtt til hvørt annað, um eitt gott úrslit skal fáast. - Var so tað fyrsta í Føroyum stovnan av einum arbeiðsmannafelag? - Nei [...] Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðararnir blivnir so »forbrendir« at teir sjálvir fóru at krevja løn. SUF stovnað 1912 - Hvat gjørdu tit so? - Jú, tað var stovnan av einum politiskum ungmannafelagi [...] en sosialistisk forening« - - og »Krossur« helt hánt um, at SUF skuldi takast við evni, sum ikki beinleiðis kom okkum við. Í okkara heimapolitikki, so sum hernaðarspurningurin. Her kann viðmerkjast, at fleiri
hevur so ofta vitnað um, at hon var bara ein lítil smágenta, tá hon lærdi at seta álit sítt á Jesus Kristus sum einastu vón til bjaging her í lívinum og hinum komandi, og at tað er vinurin, sum hon so tíðliga [...] Hóast hon ikki hevur verið at sæð so nógv tey síðstu árini, so munnu tey vera mong í Havnini og eisini aðra staðni kring landið, sum komast við navnið Gunhild Guttesen. Í dag fyllir hon 75 ár. Gunhild [...] hon stødd á Lágargarði í Havn. At Gunhild hevur nátt so høgan aldur er í sær sjálvum eitt undur. Tá hon var barn og pápin var í Danmark fyri at vita, um hon kundi fáa heilsubót, fingu tey at vita, at hon
Longu tá ið tú trein um gátt í Norðurlandahúsinum um sjeytíðina hetta kvøldið, visti tú, at nú var Jazzfestivalurin byrjaður. Húsið var á tremur við glaðum traditionellum jazztónum, so teir brustu út í n [...] bjóða vælkomin. Finskt við fullari ferð So byrjaði framførslan.... Lurtarin varð - uttan at gera ov nógv av - trumlaður niður í hálvan annan tíma við elitujazzi so tað forsló! At finskur jazzur er á høgum [...] Stars og jazzslagarum, so mundi tað gagnast oyrunum hjá mongum væl at koma út aftur í forhøllina. Tey flestu vóru komin fyri at hoyra jazz og soul í kvøld, og hetta vistu tey so hvat var. Tey flestu sóu
ið vanliga hevur við sær at orðini ikki vera so týðiliga framborin, men sum kanska á ein hátt ber sangin og undirstrikar souldámin í framførsluni. Men tá so teksturin einaferð hoyrdist í einari vakrari [...] nýggjum. Meðan hjálparfólkini riggaðu til hoyrdist kend Boel-løg í hátalarunum aftanfyri, og tað vaks um fepurin... Fagnað við lógvabrestum Uppsetingin boðaði tó ikki frá tí stóra. Eftir at Linkola hevði [...] mikrofonir eftir. Fyrst komu tónleikararnir í bólkinum inn og byrjaðu at spæla - hitaðu fjøldina upp so souldrotningin kundi gera sína stjørnuentré. Hon varð eisini fagnað við lógvabrestum, tá ið hon kom