tíggju og tólv metrar at rógva á, men hjá fleiri er tað trupult at halda seg á hesum økinum, og so er vandin stórur fyri, at teir renna í onkrar aðrar, og tað er harmuligt, um tað skal ganga út yvir ósekar [...] tann snórabeini. Viðhvørt er trupulleikin tann, at báturin rennur skeivt, og viðhvørt er trupulleikin tann, at manningin ger, at báturin rennur skeivt. Men í báðum førunum er tað uppgávan hjá róðursmanninum [...] var tann millum fimm mannaførini við gentumanningum, har luttøkan var seytjan bátar, ið er tað mesta, sum tað er loyvt at hava í einum og sama róðri, og tað tók eina góða løtu at fáa tann róðurin frá hondini:
Tað er sera torført at fáa eyga á nakran, sum í teimum fýra róðrunum, ið eru eftir, skal verða førur fyri at hótta havnarkvinnurnar umborð á Jarnbardi hjá róðrarfelagnum Knørri. Jarnbardur vann á norðoyastevnu [...] tað ganga ikki so nógvar vikur afturat, áðrenn Jarnbardur fer at leggja upp á síðuna av Gongurólvi, hvat talinum av FM heitum viðvíkur.
Umborð á Eysturoyinginum dylja teir ikki, hvat málið er hjá teimum í ár. Tað er at endurtaka avrikið í fjør. Ta ferðina vunnu teir allar FM róðrarnar, og koma teir fremstir um málið allar seks ferðirnar [...] leygardegnum ikki so góðar, sum tær onkuntíð hava verið. Martin Venned, sum er annar av toftimonnunum, býr í Klaksvík, og harvið er tað ikki serliga høgligt hjá honum at venja. Men í vikuni, sum fór, hevði [...] plaga at hava á orði, at báturin við drekastevninum gongur væl, tá lotið er ímóti. Men í Hósvík var tað staðfest, at Eysturoyingur er bestur, uttan mun til hvussu veður og vindur skikkar sær: ? Vit komu framum
tess. Ein tænasta, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr - á henda hátt í hvussu er, men sum er vorðin møgulig við teimum tøkniligu framstigunum. Føroya Tele høvuðsstuðul Føroya Tele er farin inn í samstarvið við [...] tey mest av øllum ynskja at verða við í. Tað er til slíkar kappingar, at tey kenna seg best, og hava bestu møguleikarnar at gera seg galdandi. Slík hugsan er alla æru verd, og eigur uttan iva fullan uppbakning [...] fer av barkastokki, eru allir fjølmiðlarnir umboðaðir. Tíðindavirðið í oyggjaleikunum er stórt. Ikki bara tí tað er ítróttur, men líka so nógv fyri at hoyra, lesa og síggja hvussu leikur fer. Sosialurin
Partnership? og sum í hesum døgum er í Føroyum í sambandi við, at GEM hevur opið hús í Müllers Pakkhúsi. Jan Evensen heldur tað vera sera gott, at arbeiðið hjá GEM eisini er komið til at umfata nettup try [...] gongd um henda spurningin, men tá talan er um eina tilbúgvingarskipan (beredsskapsplan) so hvílir ábyrgdin á føroyskum stovnum. -Skulu vit bora í ár 2001, so er tað avgjørt neyðugt at fáa hesi viðurskiftini [...] hjá Amerada Hess í mong ár, og sum nú er settur til at standa á odda fyri kanningararbeiðinum undan l. útbjóðing heldur annars GEM vera eitt skilagott tiltak. Tað er tað fyrsta av sínum slag so langt áðrenn
samkomurnar falla niður, hetta vil spreingja mørk og vil skapa veking í okkara landi. Mín inniliga bøn er tí, fyri okkum, sum standa í leiðslu, at vit vilja taka ímóti hesum tiltaki, standa øksl ímóti øksl
afturat. Støðleiðarin í Havn sigur, at tað er teirra meting, at ferðin var orsøkin til vanlukkuna. ? Svingið har vanlukkan hendi er ikki so ógvusligt, men er ferðin ov høg, so kann slíkt henda, sum hendi [...] tey fingu boðini um ferðsluvanlukkuna klokkan hálvgun níggju mikukvøldið. ? Vanlukkan er hend í svinginum, sum er góðar 1100 metrar norðanfyri Hundsarabotn. Maðurin kom koyrandi suðureftir Oyggjarvegnum [...] Fyrsta deyðs- vanlukka í ár Ferðsluvanlukkan í Hundsarabotni er tann fyrsta í ár, sum hevur kravt mannalív, og sjálvt í so tungum løtum er tað at fegnast um. Suni Vinther støðleiðari í Havn sigur, at gongdin
og talan er um eitt verk, har góðskan er sett í hásæti. 3'arin stendur fyri øllum Tað er 3'arin í SMS, sum stendur fyri bæði framleiðslu og sølu av fløguni hjá Heina Lützen. Hetta sigur Heini er ein øgiligur [...] týdningarmiklasta á sjálvari fløguni er boðskapurin. Heine Lützen er sera væl nøgdur við fløguna, nú hon er komin á marknaðin, og sjálvur heldur hann, at henda fløgan er meiri gjøgnumførd enn tann undanfarna [...] Um sjálvan tónleikin á fløguni sigur Heine, at hann er meiri nýmótans, enn hvat hann var á teirri undanfarnu fløguni. Hetta merkir tó ikki, at fløgan er til ungfólk burturav, men heldur til allar aldursbólkar
Olaf Olsen ikki seg sjálvan sum pessimist. Støðan er bara soleiðis. Olaf Olsen vísir á, at tað neyvan er av tilvild, at einki nýtt skip, sum beinleiðis er smíðað til feskfiskavinnu undir Føroyum, nakrantíð [...] vísir á, at hóast flotin er minkaður, hava skipini, sum eftir eru, ikki fiskað meira enn tey gjørdu frammanundan. »Tað er einki broytt í so máta seinastu 20 árini, hóast flotin er minkaður,« sigur Olaf Olsen [...] sum støðan er í dag. Fæst ikki stuðul til endurnýggjan av feksfiskaflotanum, býður vinnuni ikki bøtur. Hon doyr út, so hvørt sum tey gomlu skipini gerast ónýtilig. Olaf Olsen, reiðari, er stúrin fyri
Hetta er júst har, ið bygdin Tvøroyri er vaksin uttan um, og Doktarahúsini vóru fyrstu húsini á staðnum, ið ikki beinleiðis høvdu nakað við kgl. handilin at gera. Handilin kom í 1836. So Tvøroyri er ikki [...] kring húsini, sum nú er friðað øki. Millum annað standa nakað omanfyri Doktarahúsini, húsini hjá faktor, handilsuppsitaranum, og niðanfyri er lítið hús, ið minnir um eitt neyst. Hetta er Gestastovan, har fiskimenn [...] hetta so er elsta hotel í Suðuroynni. Tað kenda staðið Valurin vita ikki øll hvar ið er. Millum eina á nærhendis doktarahúsunum og eitt gil nær Sjúkrhúsbrekkuni, hevði læknin eina trøð. Valurin er páløgd