Hvat aðrir siga: Tiltakið Frá Minus til Pluss

Eftir at eg hevði lisið og hoyrt um hetta tiltakið, var mín fyrsti tanki, hvør ein møguleiki fyri Føroya fólk og fyri samkomurnar í Føroyum. At fáa møguleikan at standa saman um at fáa evangeliið út á ein tílíkan hátt, inn í hvørt heim í okkara landi, er av sonnum ein frammíhjárættur. Tað vil vera ein missur fyri samkomuna sjálva at standa uttanfyri.

Persónliga trúgvi eg, at tær samkomur, sum vilja vera við í hesum tiltaki, koma at uppliva Guds signingar, tær vilja síggja menniskju koma til Harran og fáa vøkstur í samkomuni.

Eisini trúgvi eg, at tann vanligi føroyingurin, sum ikki eigur Jesus, vil síggja garðarnar ímillum samkomurnar falla niður, hetta vil spreingja mørk og vil skapa veking í okkara landi.

Mín inniliga bøn er tí, fyri okkum, sum standa í leiðslu, at vit vilja taka ímóti hesum tiltaki, standa øksl ímóti øksl og stuðla hvørjum øðrum. Tá trúgvi eg, at Harrin vil opna himmalsins slúsur, og Andi Guds vil opinbera krossins evangelium í hjørtunum á Føroya fólki.


Vinarliga í Kristi,

Keldan í Skálafirði

Pauli Høj, fyristøðumaður