undanfarna vetur. Komandi vetur fer Maersk at flúgva mánadag og fríggjadag millum Billund og Føroyar. Um øktu kappingina á leiðini til Føroya, sigur Ejvin L. Petersen, at kappingin er til staðar alla tíðina [...] vaks annars fram til 1996. Orsøkin til, at færri flúgva innanríkis nú sigur Ejvin L. Petersen vera, at tunnil og brúgv jú eru komin, ið gera tað lætt hjá fólki at koma skjótt fram í Danmark. [...] sølustjóri, segði á tíðindafundi týsdagin, at ferðafólkatalið er vaksandi til og úr Føroyum. Fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti, hevur Maersk avgjørt at økja fráferðirnar í vetur. Tveir túrar meir
sigur eisini, at felagið er væl fyri, tá tað kemur til flogfør. Tey eru nýggj og stór og hóska eisini væl til frakt. Tað lá líkasum í luftini, at sølustjórin her hugsaði um oljuvinnu og um oljuvinna kemur [...] Henda skipan ger tað tryggari at flúgva, tí tøknin sær t.d., um onnur flogfør eru á somu kós. Eisini er við hesi skipan størri og betri møguleiki at lenda í vánaligum veðri. Føroyar gott ferðamannaland Ejvin [...] innanoyggja. Og sjálvsagt er náttúran vøkur og rein og lokkandi hjá ferðafólki, sigur Ejvind L. Petersen. Børn úr Tjernobyl Í samband við náttúruna og reina umhvørvið, nevndi sølustjórin eisini, at børnini
hondbóltur Kyndil sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast til hondbólt. Tivoli er í Aalborg, og har fer ferðalagið helst at vitja, og somuleiðis er fjarstøðan ikki long til Faarup [...] fyri at royna alt møguligt stuttligt. Ætlanin hjá ferðalagnum er eisini at skipa fyri einum felagskvøldi, har luttakararnir kunnu hugna sær við sangi, spølum og líknandi. Fíggjan Tað er greitt, at tað kostar [...] verið fyriskipað í mong ár, og í ár er 10. ferðin, at Kyndil vitjar kappingina við nøkrum av sínum ungdómsliðum. Ungdómurin, sum skal umboða Kyndil í kappingini, er úr 12 árum og upp í 18 ár. Aftrat teimum
Spælt hevur verið um Thomas Dam steypið síðani 1991. Í ár eru tað so B36 og GÍ, sum skulu spæla finaluna á Svangaskarði klokkan 19, og tað verður Jóhan Carl Dam, sum skal døma dystin. NSÍ vunnið oftast [...] vann kappingina í 1992. Tað felagið, sum oftast hevur vunnið kappingina, er NSÍ. Runavíkingar vunnu kappingina trý ár á rað, frá 1994 til 1996. Spælt verður um steypið í 10 ár, og tað felagið, sum tá oftast [...] hjá unglingum eru B36 og GÍ í sama bólki. Liðini hava dystast einaferð fyrr í ár, og tá vann B36 sannførandi 5-1 sigur í Gøtu, so havnarmenninir mugu metast sum favorittar til at vinna finaluna í kvøld
góðum mati, at »eingin er deyður av hesum enn«. Veruleikin í dag er, at matur í kølidiskum í stóru handilshúsunum í londunum kring okkum er fongdur við vandamiklum bakterium og sjúkum. Tað og at fólk yvirhøvur [...] eru millum ídnastu keypararnar av økologiskum mati, og frukt og grønmeti er tað mest selda. Til ber eisini at fáa kaffi, te, ost, breyð frá bakaranum og nógv, nógv annað økologiskt. Skuldi nakar ivast er [...] frið í tvey ár og triðja árið ber til at siga, at vørurnar, sum verða dyrkaðar í jørðini eru úr einum náttúruumhvørvi, sum er frítt fyri kemisk evni. Natúrtøð ger jørðina fruktabetri og dygdin á vørunum
búskapinum, og fyri at búskapurin kann vera førur fyri at standa móti møguligum bakkøstum í prísum og veiði. Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, at rentabiliteturin í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi ikki [...] um dagatalið er avmarkandi - so avmarkað, at tað ikki eru møguligt hjá vælriknum skipum at keypa onnur skip út. Og í triðja lagi kann skipanin ikki verja tað einstaka fiskaslagið. Sostatt tryggjar fis [...] rónu. Heldur ikki er skipanin við til at minka um árinini, sum skiftandi náttúruviðurksifti hava á búskapin. Og at enda forðar skipanin fyri, at stovnarnir verða ovtroyttir.
framvegis at stíla móti at spara upp í góðum árum. Hetta bæði fyri at megna at gera neyðugar íløgur, fyri at minka um skuldina, sum framvegis er stór, og fyri at sleppast kann undan beinanvegin at tátta so [...] sostatt eru um, at tað gongur betri eru framvegis trupulleikar við at standa seg í kappingini. Tað er tí av sera stórum týdningi, at samsvar framhaldandi verður millum kostnaðargongd og produktivitetsgongd [...] Fiskastovnarir undir Føroyum verða í løtuni troyttir til tað ýtarsta. Tí fer fiskiskapurin at fylgja fult út við skiftinum í tí lívfrøðiliga grundarlagnum, sum fyrr ella senni fer at koma. 3. Niðurslitin tól
slag av útbúgving og kann vísa á, at hann ella hon er listarliga virkin. Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá listafólkum at ferðast í Norðurlondum og at eggja teimum til at virka í øllum tí [...] byggilist, tónleik, film og video, bókmentir osfr. Hvørt ár verða slakar 1,5 milliónir kr. latnar í studningi. Umsóknirnar verða viðgjørdar av eini nevnd, ið er sett av Norðurlandaráðnum, og sum er samansett av [...] søkja um Sleipnir. Tað ber ikki til hjá eitt nú bólkum, feløgum ella stovnum at søkja. Umsøkjarar eiga at hava listina sum yrki ella, við øðrum orðum, vera professionell. Treytin er tá, at umsøkjarin hevur
heldur at ganga svangur á sandinum, tí umframt pylsur og djús, verður eisini kaffi og køka at fáa. Uml. kl. 19.30 fer Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, at halda røðu. Síðani verður kynt í tað stóra [...] stórum báli og mongum øðrum á sandinum í Syðrugøtu. Byrjað verður kl. 16 við at børn sleppa at sita á rossabaki (ponyríðing). Uml. kl. 17.30 fara ung, konur og menn úr Norðragøtu og Syðrugøtu at toga tog [...] Menningarfelag væntar, at tað fara at koma eins nógv fólk sum undanfarin ár, tí hetta tiltakið er vorðið ein fastur táttur í summarhugnanum hjá smáum og stórum eysturoyingum og eisini nógvum fólkum aðrastaðni
147 kirkjuvígslur og 57 borgaraligar vígslur. Hjúnarskilnaðir hinvegin verða framdir alt árið og í fjør valdu 40 pør at fara hvør til sítt, 38 við kongaligum loyvi, sum tað eitur, og 2 við dómi, stendur [...] orsakað av ótrúskapi og 3 hjún fóru frá hvør øðrum, tí pørini ikki høvdu livað saman í fýra ár. Ótrúskapur var orsøkin í eina førinum, har hjúnarlagið varð upployst við dómi, og í hinum førinum, tí parið [...] parið ikki hevði livað saman í trý ár. Hjúnarskilnaður fer fram antin í Føroya Rætti ella hjá Ríkisumboðsmanninum. Lógin um hjúnarlag og hjúnarskilnað er frá 1922, nakrar fáar broytingar eru framdar í lógini