Ejvin L. Petersen, sølustjóri, segði á tíðindafundi týsdagin, at ferðafólkatalið er vaksandi til og úr Føroyum. Fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti, hevur Maersk avgjørt at økja fráferðirnar í vetur.
Tveir túrar meir
um vikuna
Veturin 96/97 vóru 5 fráferðir um vikuna. Frá 25. oktober 1998 flýgur Maersk 8 túrar millum Føroyar og Danmark.
Í vetur fer at bera til hjá ferðafólki at leggja leiðina til Keypmannahavnar 6 ferðir, í mun til 5 ferðir farna vetur.
Leiðin verður flogin allar dagar í vikuni, uttan mánadag.
Leiðin til Billund fær eisini ein túr afturat, í mun til undanfarna vetur. Komandi vetur fer Maersk at flúgva mánadag og fríggjadag millum Billund og Føroyar.
Um øktu kappingina á leiðini til Føroya, sigur Ejvin L. Petersen, at kappingin er til staðar alla tíðina.
Lættari hjá ferðafólki
- Økta túratalið til og frá Billund gevur sera góðar møguleikar hjá ferðandi, ið ætla sær víðari út í Europa, sigur Ejvin L. Petersen, sølustjóri. Lætt er hjá ferðandi at nýta uttanríkisleiðirnar hjá Maersk til t.d. Amsterdam, Frankfurt, London og París, tí samband er millum hesar leiðir, og leiðina Billund - Føroyar.
Færri flúgva
innanríkis
Øking hevur verið í ferðafólkatalinum til og úr Føroyum. Ferðafólkatalið er vaksið úr 36.133 í 1993 til 48.000 í 1997.
Tað sama er ikki galdandi á øllum leiðum hjá Maersk. T.d. er leiðin millum Odense og Keypmannahavn niðurløgd, tí talið av ferðani minkaði. Talið av ferðandi innanríkis vaks annars fram til 1996. Orsøkin til, at færri flúgva innanríkis nú sigur Ejvin L. Petersen vera, at tunnil og brúgv jú eru komin, ið gera tað lætt hjá fólki at koma skjótt fram í Danmark.