Sølustjórin hjá Maersk Air, Ejvin L. Petersen leggur dent á, at tey eru sera glað fyri leiðina til Føroya. Hetta hóast leiðin ikki er millum tær størstu hjá felagnum.
Fleiri av starvsfólkunum eru føroysk og tað er ein fyrimunur, tí sostatt er møguligt at samskifta á føroyskum við kundarnar.
Sølustjórin sigur eisini, at felagið er væl fyri, tá tað kemur til flogfør. Tey eru nýggj og stór og hóska eisini væl til frakt.
Tað lá líkasum í luftini, at sølustjórin her hugsaði um oljuvinnu og um oljuvinna kemur fyri seg í Føroyum, so má tað metast at vera heppi at hava flogfør, ið hóska til frakt.
Trygdin
Flogførini hjá Maersk eru eisini útgjørd við nútímans tøkni, t.d. við TCAS (Traffic Collision Avoidance Systems). Henda skipan ger tað tryggari at flúgva, tí tøknin sær t.d., um onnur flogfør eru á somu kós. Eisini er við hesi skipan størri og betri møguleiki at lenda í vánaligum veðri.
Føroyar gott
ferðamannaland
Ejvin L. Petersen heldur Føroyar vera eitt gott ferðamannaland. Ferðasambandið innanoyggja er gott. Vegirnir eru góðir og ferjur sigla millum oyggjarnar. Sjálvur hevði hann hitt ferðafólk, ið vóru heilt ovfarin av góða sambandinum innanoyggja.
Og sjálvsagt er náttúran vøkur og rein og lokkandi hjá ferðafólki, sigur Ejvind L. Petersen.
Børn úr Tjernobyl
Í samband við náttúruna og reina umhvørvið, nevndi sølustjórin eisini, at børnini, ið eru komin úr Tjernobyl at søkja heilsubót, flugu til Føroya við Maersk, ið undir lagaligum treytum flutti tey til Føroya og eisini flýgur tey heimaftur.