Finalan um Thomas Dam steypið verður í kvøld

Unglingaliðini hjá B36 og GÍ skulu í kvøld spæla finaluna í kappingini um Thomas Dam steypið.

Spælt hevur verið um Thomas Dam steypið síðani 1991. Í ár eru tað so B36 og GÍ, sum skulu spæla finaluna á Svangaskarði klokkan 19, og tað verður Jóhan Carl Dam, sum skal døma dystin.


NSÍ vunnið oftast

Í fjør vann B36 kappingina fyri fyrstu ferð, meðan mótstøðuliðið GÍ vann kappingina í 1992. Tað felagið, sum oftast hevur vunnið kappingina, er NSÍ. Runavíkingar vunnu kappingina trý ár á rað, frá 1994 til 1996. Spælt verður um steypið í 10 ár, og tað felagið, sum tá oftast hevur vunnið kappingina, vinnur so steypið til ognar.


B36 favorittar

Í landskappingini hjá unglingum eru B36 og GÍ í sama bólki. Liðini hava dystast einaferð fyrr í ár, og tá vann B36 sannførandi 5-1 sigur í Gøtu, so havnarmenninir mugu metast sum favorittar til at vinna finaluna í kvøld.

Nøkur andlit, sum eru kend frá 1. deild, verða eisini at síggja á liðunum báðum. Hjá gøtumonnum er unglingaleikarin Suni Olsen fastur í 1. deildarhópinum, meðan liðskipari hjá B36-unglingunum er Jákup á Borg, sum er millum fremstu málskjúttarnar í bestu mansdeildini.


Dysturin verður, sum sagt, á Svangaskarði í kvøld klokkan 19.