at megna at fóta sær, nú teir í so stutta tíð hava mist so nógv fólk. Olé Andersen er nýggjur venjari í Vági. Hann hevur við góðum úrslitum vant FS Vágar í eitt ár og B71 í tvey ár. Fyrrverandi danski [...] var í Vági í 2004. Fyrra partin av kappingarárinum var hann í miðverjuni. So varð hann skaddur. Skaðin tók ilt fyri seg, Darius fór til hús, og tað er ikki fyrrenn nú, at hann aftur er at síggja í Vági [...] Tað kennist sum um, at teir hava fingið gott í beinini. VB var meistari í dreingjadeildini í 2001, 2002 og 2003, og teir vunnu eisini unglingadeildina í 2002. Tað eru fleiri av hesum, sum nú fáa høvi
skjótleiki og styrki. So var eisini í gjárkvøldið, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti hevði vitjan av Sveis í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í EM-undankappingini. Serliga í fyrra hálvleik kom skjótleikin [...] við málum í hinum endanum. Hvørja ferð bólturin var mistur, struku sveisararnir avstað, og hóast Lars L. Black í føroyska málinum onkra ferðina fekk tikið, var hann í flestu førum prísgivin í hesum ein [...] og nøkur sekund seinni eisini Rúna Joensen á bonkin í tveir minuttir í part. Ta triðju átti Heini Hanusarson innan fyri somu løtuna, so Føroyar í 18 sekund høvdu tríggjar spælarar færri enn Sveis, men
Jacobsen, ikki hevði havt verið leikbannaður í báðum dystunum, tí hann í fjør fekk reytt kort. Ungt álop HB liðið var nakað broytt sammett við tað í Georgia. Í fyrra dystinum leikti HB við fimm monnum á [...] at hann hevði verið í luftdysti við georgiskan verjuleikara. Tað sá álvarsamt út, og einki er at ivast í, at missurin í honum kann verða stórur. Tveir minuttir fyri seinasta bríksli í 1. hálvleiki vóru georgisku [...] tapt so stórt í Georgia. Hann ivaðist eisini í, nær HB aftur fær ein slíkan møguleika at spæla seg víðari í Europa Cup. Hjálparvenjarin hjá Wisla Krakow, polska mótstøðuliðið hjá FC Wit í næsta umfarinum
meirilutin í kongressuni í maj mánaða í ár veitti stuðul til eina ætlan hjá Bush um, at økja um talið á hermonnum í Irak. USA hevur sett sær fyri, at vera verandi í miðeystri. Náttúrligu orkukeldurnar í økinum [...] Ein teirra er Latha Varadarajan, ið er professari í tjóðartrygd á San Diego State University í Kalifornia. Hon er sannførd um, at ráðandi politikkurin í USA er neyvt tengdur at vinnulívinum og ávísum a [...] forsetavalevnini í spurningum um búskap og trygd? Eg hitti Lathu Varadarajan á skrivstovu hennara á San Diego State University. Latha Varadarajan er professari í tjóðartrygd og granskar í sambandinum millum
átaka sær favoritt-leiklutin í FM-stríðnum. Í mun til grannarnar, so hava teir í øllum førum verið í bæði Runavík og Klaksvík, og eisini hava teir leikt dystirnar á Toftum og í Vági, har HB oftani hevur tað [...] fótbóltsspælinum, sum hittust í Gundadali sunnudagin. Í fjør vóru HB og NSÍ eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini, og nú tey aftur togast um at koma heilt fram í oddin, var tað tí við stórum [...] blandingin av ymsum dygdum eisini vera í lagi í álopspartinum, og so leingi sum Martin Christensen heldur fram við sínum arbeiðsavriki á miðvøllinum, er saknurin í Rógva ikki so stórur her, sum tað annars
nýggjar inntøkulógir í 2005. Niðurfrysting av blokkinum: skerd fígging til almanna- og heilsuverkið. Við støði í prístalsviðgerðini av blokkinum í 1997-2001 ber til at siga, at í tíðini 2002-2006 varð [...] Stefan Zweig – Janus Djurhuus og hann vóru javnaldrar, føddir í 1881 – skrivaði klassiska bókmentir eitt nú bókina Die Welt von gestern, umsett á donskum til Verden af i går. Fyrst í bókini lesa vit: [...] sera høgt í metum eisini í sínum heimlandi, men av tí at hann var av jødiskari ætt, varð hann frá 1933 jakstraður av sínum egna við nationalismu pestfongda fólki, til hann og kona hansara í útlegd at enda
Vælkomst í Bygdarhúsinum í Lopra frá kl 14.00 Tórur Ryggshamar Nysted. Mikala Vilhelm: Vælkomst í Jómsborg frá kl 14.00. Óli Jákup Johannessen Marni Mohr Leo: Vælkomst heima, Geilin 104. Konfirmantar í Argja [...] konf. hildin í Jøkulstræti 4, kjallarin, Tórshavn Niklas Túgvustein, Millum Gilja 44 Rógvi Ziskason, Jóansgøta 24 Janus Josva Absalonson Østerø, Jóansgøta 14/ Dýrindalsgøta 47, konf. hildin í Jóansgøtu 14 [...] Breiðablik 2A. (Dagurin verður hildin í Kiwanishúsinum, Jøkulstræti 4 frá kl 18.00) Jan Kristjan Akselsson Silvurstein, (Dagurin verður hildin í Bridge húsinum í Gundadali, frá kl. 14 ) Teitur V. Jakobsen
Tá HB í fjør vann eina sera spennandi uppgerð í Gøtu, var tað samstundis startskotið til ein endaspurt, sum tryggjaði havnarfelagnum FM-heitið. Sum so var støðan hampuliga meinlík undan dystinum í Gøtu [...] at skapa órógv í mótstøðuverjuni. Soleiðis var eisini fyrstu minuttirnar í Gøtu, har klaksvíkingurin hjá HB fleiri ferðir royndi at gera um seg. Einar tvær ferðir kom hann sær eisini í góðar skotstøður [...] kundu gøtumenn havt skapt nakað av spenningi í aftur, men í tveimum førum sýndi Bárður Johannesen, hví hann eigur at roknast millum stinnast málverjarnar í landinum. Fyrst kom hann væl út, tá verjumistak
til bankarnar vann landkassin innaftur í ríkiligan mát, og fiskur kom aftur á grunnarnar. Lærdu vit so nakað? Tíðindarásin í Keypmannahavn Ghetto Føroyar bað fyrst í mánaðinum tríggjar persónar um at koma [...] seg gera. Aftur til tíðindini í Sosialinum um 6. okt. 1992. Taki eg politiska partin, so hendi nógv. Politiska skipanin, sum í mong Harrans ár hevði gingið meira ella minni í tómgongd, hvat veruligum by [...] kunnu vit ikki renna undan. Men lærdu so øll nakað? Tað er einki at ivast í, at fyri flestu føroyingar stendur kreppan í 90´unum frísk í minninum. Men hóast so, so vóru tað rættiliga mong, sum vórðu tikin av
Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í vinstru síðu og sendi innfyri. Innleggið fór framvið øllum og yvir í høgra borð, har Harley Bertholdsen stóð væl fyri. Hansara skot fór í síðuneti, men Harley skuldi havt [...] tvørliggjaran høgru megin Bárð Johannesen í HB málinum, sum hevði lagt seg til vinstru. Minuttin eftir brýtur liðformaðurin, Jan Joensen, ígjøgnum í høgru síðu, og uttalaga í brotsteiginum roynir hann seg við [...] KÍ skuldi havt sett onkran av málmøguleikunum í fyrra hálvleiki í meskarnar, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og hesum gjørdu havnarmenn sær dælt av í seinna hálvleiki. HB legði út sum eitt ódnarveður