Fótbóltur
Jákup Mørk
Tá HB í fjør vann eina sera spennandi uppgerð í Gøtu, var tað samstundis startskotið til ein endaspurt, sum tryggjaði havnarfelagnum FM-heitið.
Sum so var støðan hampuliga meinlík undan dystinum í Gøtu hesaferð. Kanska lá sama trýstið ikki á HB nú, og í mun til tá, so var HB eisini oddalið undan dystinum, men sigurin sunnudagin ger í øllum førumm, at HB liggur sera væl fyri, nú bert fimm umfør resta av fótbóltslandskappingini.
Styrkt unglingalið
Talan gjørdist tó ongan tíð um nakran spennandi dyst sunnudagin. Styrkismunurin millum liðini var alt ov stórur til tess.
Tað er ein sannroynd, at gøtumenn vóru skerdir undan dystinum. Til framrættaða spælið vóru bæði Krzystof Popczynski og Zdizlas Janek úti við skaða, og í verjupartinum høvdu Bartal Eliasen og Leivur Hansen báðir leikbann, og hjá tunna GÍ-hópinum er hetta so heilt avgjørt nakað, sum merkist.
At síggja til var talan nærum um eitt styrkt unglingalið, sum GÍ sendi á vøllin til dystin, og tó at HB saknaði toppskjúttan, Andrew av Fløtum, so var tað ongantíð soleiðis, at hesin saknurin gjørdist alt ov sjónligur. Ikki minst tí »nýggi« álopsmaðurin á liðnum, Rógvi Jacobsen, hevur sýnt sera gott hegni til plássið har frammi, har hann við síni kropsstyrki alla tíðina er førur fyri at skapa órógv í mótstøðuverjuni.
Soleiðis var eisini fyrstu minuttirnar í Gøtu, har klaksvíkingurin hjá HB fleiri ferðir royndi at gera um seg. Einar tvær ferðir kom hann sær eisini í góðar skotstøður, men fyrru ferðina fór skotið væl uppum, og seinnu ferðina rakti hann ikki bóltin nógv væl, so harða skotið fór beint ímóti pólverska málverjanum hjá GÍ.
Týdningurin hjá málverjanum
Tað tóktist bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB legði seg framum, og tíðin var komin, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. HB hevði vunnið sær horna í høgru, og tá Tór-Ingar sendi hetta innfyri, drønstútaði Hans á Lag niður í høgra horn.
Eftir hetta kundi bert ganga ein veg, og tað gjørdi tað sum so fyri tað. Kanska kundu gøtumenn havt skapt nakað av spenningi í aftur, men í tveimum førum sýndi Bárður Johannesen, hví hann eigur at roknast millum stinnast málverjarnar í landinum. Fyrst kom hann væl út, tá verjumistak førdi við sær, at Bárður av Lakjuni kundi senda Magnus Skoralíð avstað. Og nakað seinni var hann sum køtturin uppi í horninum, tá navnin í GÍ royndi seg við skrúvandi frísparki upp um verjugarðin.
Tað eru júst slíkar bjargingar, sum kunnu vísa seg at gera gull verdar hjá einum oddaliðið, og tó at tær kanska ikki vóru heilt so avgerandi í dag, so viðvirkaðu tær í øllum førum til, at dysturin ongan tíð gjørdist veruliga spennandi. Gøtumenn høvdu annars roynt at sprella eitt sindur fyrstu løtuna, og í øllum førum varð einki spart í nærdystunum, men eftir at HB kom á 2-0, fall seinasta mótstøðan mest sum niðurfyri.
Enn einaferð kom málið eftir innlegg úr høgru. Hesa ferð sendi Rúni Nolsøe fríspark innfyri. Hvørki GÍ málverjin ella nakar við- ella mótleikari tóktist røkka bóltin, sum brádliga datt niður á beinið á Kaj Ennigarð, sum soleiðis varð skrásettur fyri eitt sjálvmál.
Einvegis
Hetta hendi eftir bert góðum hálvum tíma, men frá teirri løtu var so einki at ivast í. Heldur ikki hjá HB, sum nú tók ferðina nakað væl av spælinum. Teir vóru mest sum nøgdir við hetta, og í seinna hálvleiki tók liðið seg nakað væl aftur a vøllin.
Hetta gav um ikki annað GÍ møguleikan fyri at royna at trýsta spælið niðaneftir, men fyrstu ferð HB so veruliga royndi seg við kontra, bragdaði aftur. Hallur Danielsen stakk inn um verjuna, og har var Tór-Ingar Akselsen kvikari enn Jacek Przylski, sum kom ímóti, og eftir at hava prikað framvið málverjanum hevði nýklakti landsliðsleikarin ikki stórvegis trupulleikar av at skumpa bóltin seinasta strekkið innum. Og so gekk tíðin fyri tað mesta við at koyra leðurkúluna runt á vøllinum, uttan at nakar parturin legði stórvegis fyri í royndunum at broyta um úrslitið. Enn ikki eitt væntandi brotsspark til Bjarna Jørgensen fekk øði í gestirnar, og tá ein leysur Rógvi Jacobsen móti dystarenda fekk økt til 4-0, var tað heldur ikki nakað, sum kundi lyfta mongu havnarfólkini í áskoðarafjøldini stórvegis.
Trupul endaspurtur
Tey høvdu tá eisini fingið tað, sum tey komu eftir. Trý stig og eitt gott útgangsstøði til endaspurtin í landskappingini. Her liggur HB nú væl fyri, men hóast hetta, so eru allar súðir langt ífrá syftar enn. Í veruleikanum er talan kanska um truplari støðu nú, enn hon var í fjør. Tá var HB framvegis nummar tvey eftir dystin í Gøtu, men av fýra seinastu dystunum vóru tríggir móti trimum teimum niðastu liðunum. Hesa ferð er HB á odda, men av teimum fimm dystirnir, sum nú eru eftir, eru fýra móti liðum, sum meira ella minni stríðast um heiðursmerki.
Men tað skerst ikki burtur, at nógv framvegis talar fyri, at gullið verður verandi í HB-húsinum. Ikki minst tann sannroynd, at liðið enn ongan sokallaðan off-day hevur havt. Kanska hava teir sjáldan spælt framúr væl, men botnstøðið á liðnum hevur verið ótrúlga høgt, soleiðis at stig alla tíðina eru komin afturat roknskapinum, og tá tað hevur verið neyðugt, hevur neyðuga hepnið eisini verið til staðar, og tað eru kanska júst hesir báðir lutirnir, sum eru eyðkennið hjá einum oddaliði.
Hjá GÍ tykist støðan ikki vera nakað serliga stuttlig í løtuni. Vanliga hava gøtumenn altíð hildið seg nær toppinum, men í ár røkist fyri, at teir fyri fyrstu ferð ikki skulu vinna sær atgongd til Europa. Ein part av skuldini fyri hetta hava uttan iva mongu skaðarnir, sum hava rakt liðið, men spurningurin er kanska eisini, um ígongdverandi ættarliðsskiftið hevur gingið ov skjótt fyri seg, til at liðið hevur kunnað varðveitt støðuna. Hinvegin nýtist hetta ikki at vera nakað vandatekin. Seinast í 80?unum fór eisini eitt ættarliðsskifti fram í Gøtu. Eitt skifti, sukm fyrstu árini helt liðnum tankavekjandi nær niðara endanum av talvuni. Hvussu tað gekk tí GÍ-liðnum siga føroysku søgubøkurnar alt um.
Dysturin í tølum
GÍ-HB 0-4 (0-2)
0-1: Hans á Lag, 22
0-2: sjálvmál
0-3: Tór-Ingar Akselsen
0-4: Rógvi Jacobsen
GÍ: Jacek Przylski ? Jónreid Dalheim, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Súni Olsen ? Áslakkur R. Petersen (Poul A. Jacobsen, 57), Høgni Madsen, Símun Samuelsen, Hanus Jacobsen ? Magnus Skoralíð, Bárður á Lakjuni
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag (Rókur F. Jespersen, 78), Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nico Dogaru (Bjarni Jørgensen, 71) ? Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen
Dómari: Birgir Sondum: Kundi kanska givið okkurt kortið fyrstu løtuna, men megnaði at tosa spælararnar til rættis, og fekk tí ongan tíð trupulleikar av at stýra dystinum, ið sum fráleið gjørdist alt lættari at døma.