KÍ - HB 1-2 (0-0)
Havnarmenn komu norð til Klaksvíkar sunnudagin væl vitandi um, at ein javnleikur avgjørt var til at liva við. Klaksvíkingar vistu hinvegin, at einki annað enn ein sigur var nóg mikið hjá teimum. Bæði liðini fóru tó eftir øllum trimum stigunum. HB, fyri at seta KÍ av í stríðnum um meistaraheitið, og KÍ skuldi hava trý stig fyri at hava nakran møguleika av endurvinna FM.
Bæði liðini løgdu hart út og høvdu naskar royndir á málini í teimum fyrstu minuttunum. Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í vinstru síðu og sendi innfyri. Innleggið fór framvið øllum og yvir í høgra borð, har Harley Bertholdsen stóð væl fyri. Hansara skot fór í síðuneti, men Harley skuldi havt lagt heimaliðið framum. Heðin var vandamikil í byrjanini, og tá tíggju minuttir vórðu farnir vildu klaksvíkingar hava brotsspark, tí Florin skumpaði Heðin, tá hann skuldi tveita seg eftir einum innleggi, men Niklas á Líðarenda við floytuni lat ikki við seg koma.
Í hinum endanum gjørdust gestirnir vandamiklir eftir hornaspark, tá fyrrverandi KÍarin Símun Eliasen og Andrew av Fløtum royndu seg, men Zoltan hevði ikki stórvegis trupulleikar at bjarga.
Nógvur vindur var á Mýrini sunnudagin, og darvaði hetta spælinum nógv. Spælið gjørdist ofta tilvildarligt, tí torført var at fáa tamarhald á bóltinum.
Góðir málmøguleikar
Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdust royndirnar hjá heimaliðnum naskari og vandamiklari.
Tá farið varð um hálva tíman, hevði KÍ sína bestu løtu og skuldi eisini havt skorað fyrsta málið. Rógvi Jacobsen hevði ein gyltan málmøguleika, og var hetta vandamiklasta støðan frammanfyri HB málinum í dystinum. Hann temur ein bólt úr høgru og sneiðir síðani ein verjuspælara hegnisliga av. Rógvi stóð nú rættiliga leysur miðskeiðis í brotsteiginum, men skotið fór omanfyri tvørliggjaran høgru megin Bárð Johannesen í HB málinum, sum hevði lagt seg til vinstru.
Minuttin eftir brýtur liðformaðurin, Jan Joensen, ígjøgnum í høgru síðu, og uttalaga í brotsteiginum roynir hann seg við skoti, men Bárður bjargaði. Returin kemur Kristian á Lakjuni fyrst á, men Florin blokeraði skotinum.
Hans á Lag sá ikki út til at verða væl fyri í fyrra hálvleiki, tí hann var sera ótryggur í verjuspælinum. Vanliga ger Hans ikki býtt mistøk verjuni, men sunnudagin kundu hansara mistøk eins væl kosta mál, hevði KÍ verið eitt sindur hepnari.
HB hevði eisini nøkur skjótálop, men vantandi neyvleiki gjørdi, at teir sjáldan vóru serliga vandamiklir.
HB tók av tilboðnum
KÍ skuldi havt sett onkran av málmøguleikunum í fyrra hálvleiki í meskarnar, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og hesum gjørdu havnarmenn sær dælt av í seinna hálvleiki.
HB legði út sum eitt ódnarveður eftir steðgin, og KÍ fekk als ikki fóta sær fyrr enn havnarmenn høvdu skotið tvey mál og havt fleiri stórar málmøguleikar.
Eftir fleiri hornaspørk upp í slag, eynaðist tað Andrew av Fløtum at seta høvdið á eitt horna úr vinstru, sum Gigi legði innfyri. Zoltan fekk hondina á bóltin, men hann megnaði ikki at steðga bóltinum, sum fór innum linjuna, áðrenn Florin langaði hann í netið. Fimm minuttir seinni var aftur galið í verjuni hjá KÍ. Ein langur, høgur bóltur verður sendur móti KÍ málinum og Zoltan kemur út ímóti, men Jón Rói Jacobsen, sum verður fylgdur av Ova Nysted, er fyrstur á bóltinum og snittar hann í tað tóma málið. KÍ málverjin verður noyddur at taka ein part av málinum á sín rygg, tí betri hevði óivað verið, um hann stóð í málinum.
Millum bæði málini hevði HB eisini tveir sera stórar møguleikar, sum skuldu verið settir í netið. Fyrst gjørdist Gigi leysur eftir ein langan bólt inn í brotssteigin, og hann tveitti seg fram, men Zoltan var skjótur at tveita seg niður og helt bóltinum. Síðani sendi Allan Mørkøre Jón Róa avstað, sum spældi yvirum til Andrew, ið var eina tonn ov stuttur.
Tað var løgið at Andrej Pasek ikki var í verjuni hjá KÍ, og týðiligur saknur var í stóra polska verjuspælaranum, men Tomislav Sivic hevði valt at seta hann á beinkin. Hesa fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sóust stórir veikleikar í verjuni hjá KÍ, og Pasek hevði avgjørt styrkt um verjupartin, um hann hevði verið við á liðnum.
HB stóð væl
Eftir bæði málini vóru havnarmenn ikki eins frekir frammanfyri málinum, men teir vóru nærri at økja um leiðsluna, enn KÍ var at minka um munin.
HB hevur eitt væl skipað lið, sum stendur ómetaliga væl á vøllinum, og eftir bæði málini varð meira hugsað um at halda málið reint heldur enn at økja um leiðsluna. Venjarin hevur megnað at fáa 4-4-2 skipanina at virka, sum hon skal, har allir menninir hava sítt øki, og tað vísti seg at verða sera torført hjá KÍ at bróta ígjøgnum, tí at HB verjan var heilt tøtt.
Venjarin hjá KÍ, Tomislav Sivic, gjørdi nakrar útskiftingar fyri at bróta HB verjuna niður, men einki bar til. Hjalgrím Eltør kom inn fyri Kristian á Lakjuni, og hann fór heilt fram, meðan Arnold tók seg eitt sindur aftur. Gleðiligt varð eisini at síggja, at ein av Føroya bestu spælarum, Allan Joensen, er farin at venja aftur, og hann varð eisini sendur á vøllin fyri Heðin á Lakjuni. Allan fór í verjuna, meðan Ove Nysted fór heilt fram í álopið tað seinasta korterið. Hetta er fyrsti dysturin, sum Allan spælir í eini tvey ár.
KÍ megnaði ongantíð at leggja nakað serligt trýst á HB málið í seinna hálvleiki, og HB verjan tók sær av øllum, sum klaksvíkingar sendu oman móti málinum hjá havnarmonnum. Eisini var spælið sera óskipað mestsum allan dystin.
KÍ megnaði at pynta um úrslitið í seinasta álopinum í dystinum, og tað var eisini eitt væl gjøgnumspælt mál. Marek rekur fyrst ein HBara av, spælir síðani eitt-tvey við ein av áleyparunum, og frá brotsteigarmarkinum sendir hann eitt flatt skot niður í vinstra horn uttan møguleika hjá Bárði at bjarga. KÍ fekk tó ikki møguleikan at javna, tí HB hevði ikki meira enn givið bóltin upp, tá dómarin bríkslaði dystin av.
HB kom við hesum sigrinum eitt fet nærri meistaraheitinum, sum teir fegnir vilja hava suðuraftur til Havnar. Tað sær ikki mætari út, enn at B36 og KÍ ikki longur eru nøkur hóttan, men at harðastu kappingarneytarnir verða VB og B68. Fá rokna tó við, at hesi liðini kunnu vinna meistaraheitið.
KÍ - HB 1-2 (0-0)
0-1: Andrew av Fløtum
0-2: Jón Rói Jacobsen
1-2: Marek Vierzbicki
Dómari: Niklas á Líðarenda
KÍ:
Zoltan Kujundic - Jan Andreasen, Ove Nysted, Niclas Niclassen - Harley Bartholdsen, Marek Vierzbicki, Jan Joensen, Kristian á Lakjuni, Heðin á Lakjuni - Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen
HB: Bárður Johannesen - Johannes Joensen, Florin Mihaescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Gigi Ciura - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum










