Gomul og kend fótbóltsnøvn, sum hava verið ímyndin av VB liðnum í mong ár, eru burtur, og fleiri av teimum, sum tað seinastu árini hevur verið roknað við skuldu bera fótbóltin á Vágseiði fram á vegnum, eru eisini farnir.
Her verður eitt nú hugsað um málverjan síðani 1987. Bjarni Johansen verður ikki fremsti málverjin í Vági í ár. Hann er kortini ikki heilt burtur. Bjarni er hjálparvenjari og málmansvenjari, og um tað skuldi vilja illa við, so kann tað hugsast, at hann fer at hjálpa til og í orðsins sanna týdningi fer at geva eina hjálpandi hond.
Nýggjur málverji er Marcin David. Í fjør var hann eitt skifti málverji hjá GÍ, sum hevði leigað málverjan úr Sumba. Málverjin var óheppin og skjótt illa skaddur. Eingin, sum sá hann spæla, ivast kortini í, at hann er ein tann besti málverjin í landinum. 22 ára gamli Heini Jacobsen kappast við pólverjan um plássið millum stólparnar.
Í mong ár vóru tvíburðarnir Magni og Eyðun Jacobsen fastir fúsir frammanfyri Bjarna Johansen. Teir eru báðir givnir, og aðrir profilar, sum vóru á VB liðnum í fjør, eru eisini burtur. Her verður eitt nú hugsað um Milan Kuljic, Poul N. Poulsen, Símun Samuelsen, Mortan úr Hørg, Anders Nielsen, sum er farin aftur til Danmarkar, og Nenad Zivanovic úr Serbia.
Fokus á teimum tøku
Hjá mongum suðuroyingum og øðrum, sum fylgja føroyskum fótbólti, stendur spurningurin frammarlaga, um VB/Sumba fer at megna at fóta sær, nú teir í so stutta tíð hava mist so nógv fólk.
Olé Andersen er nýggjur venjari í Vági. Hann hevur við góðum úrslitum vant FS Vágar í eitt ár og B71 í tvey ár. Fyrrverandi danski toppspælarin, sum hevur drúgvar venjararoyndir frá eitt nú Sveis, sigur seg ikki síggja so svart upp á kappingarárið 2006. Hann gremur seg ikki um teir, sum ikki eru tøkir, men sigur seg síggja nógvar møguleikar:
- Tað nyttar ikki at fokusera so nógv upp á teir, sum ikki eru her longur. Sjálvandi sakna viðhaldsfólkini teir, sum hava spælt væl og leingi, og eisini ungu menninar, sum hava valt at umboða onnur feløg. Men eg eri nýggjur her, og hjá mær er tað einki annað at gera enn at arbeiða við teimum, sum eru til venjingar, og eg knarri ikki.
Hvørjum roknar tú við?
- Vit hava vant síðani mitt í januar. Tað svingar eitt sindur. Tá ið tað eru flest til venjingar, eru vit upp móti 25. Umstøðurnar eru soleiðis, at tað er neyðugt at laga venjingarnar eftir arbeiði og arbeiðstíðum, og tað kemur eisini fyri, at talið er niðri á 12-13. Einir fýra spælarar arbeiða og ganga í skúla í Havnini. Tað er ikki optimalt, men soleiðis eru treytirnar, heldur Ole Andersen, sum rósar spælarunum fyri góðan hugburð:
- Fyrstu vikurnar stríddust vit nógv fyri at røkka røttu fysisku venjingarstøðuni. Tað hevur altíð verið avgerandi fyri mítt arbeiði, at spælararnir skulu vera væl fyri. Tað kunnu teir skriva undir ujppá í FSV og í B71. Tá ið spælararnir eru likamliga væl fyri, er tað so nógv annað, sum næstan kemur av sær sjálvum.
Hvørjir eru nýggju lyklaspælararnir í VB/Sumba?
- Tað er týdningarmikið, at vit framvegis hava nakrar royndar spælarar. Her hugsi eg eitt nú um miðvallaran Evrard Ble, sum er kendur her í Vági, og so um beiggja hansara Firmin Ble, sum er nýggjur álopsspælari, sum vit rokna nógv við. Birgir Jørgensen er farin at spæla aftur, og bæði hann og hinir veteranarnir í álopinum, Jakob Skaaning og Jón Pauli Olsen, hava nøs fyri málmøguleikum. Ein annar veteranur, sum er komin afturíaftur, er verjuspælarin Janus Kjærbo. Dan Djurhuus og Michael í Lágabø hava eisini dyggar royndir, og so hevur tað týdning, at Dalius Staleliunas er komin aftur úr Letlandi at hjálpa til í verjuni.
Letlendski spælarin var í Vági í 2004. Fyrra partin av kappingarárinum var hann í miðverjuni. So varð hann skaddur. Skaðin tók ilt fyri seg, Darius fór til hús, og tað er ikki fyrrenn nú, at hann aftur er at síggja í Vági.
VB/Sumba venjarin sigur seg hava stórt álit, at ungu menninir, sum ikki hava so nógvar royndir á besta liðnum, fara at standa seg, tá ið teir fara at fáa møguleikan:
- Her eru fleiri spælarar, sum hava heilt góð evni at spæla fótbólt. Tað kennist sum um, at teir hava fingið gott í beinini. VB var meistari í dreingjadeildini í 2001, 2002 og 2003, og teir vunnu eisini unglingadeildina í 2002. Tað eru fleiri av hesum, sum nú fáa høvi at royna seg, og eg havi álit á teimum, at teir fara at megna at taka við avbjóðingini. Summir teirra hava longu ávísar royndir. Eitt nú Suni úr Hørg, Jákup Olsen, Hallur Dam Joensen, Sonne Kjærbo, sum orsaka av skaða í fótinum ikki verður tøkur fyrstu umførini, Kári í Lágabø, Kári Lisberg, John Poulsen og Jón Krosslá Poulsen. Og so eru tað blaðungir dreingir sum 16 ára gomlu Henning Joensen, sum hevur verið liðformaður á u-landsliði, og Marner Gudmundsen, og teir 17 ára gomlu Bárður Poulsen og Julian Áki Joensen. Eg veit, at teir duga at spæla bólt, og tað tykist sum um, at sjálvsálitið er í lagi. Fyrstu vikurnar vóru dreingjaliðsspælararnir við í venjingunum. Teir vístu heilt góð evni, og tað var ikki av ongum, at teir í fyrsta umfarinum í steypakappingini vunnu 7-1 stórsigur á HB í Gundadali.
Tá ið tosið kemur inn á spælskipan og tal samansetingar, vil Olé Andersen ikki vera serliga ítøkiligur.
- Tað hevur ikki so stóran týdning, hvussu tølini verða sett saman á pappírinum. Tað snýr seg um at hava trygga verju og harvið at sleppa undan kostnaðarmiklu mistøkunum. Um tað eydnast, og um venjingarstøðan er góð, so eigur tað at bera til at skifta skjótt úr verjustøðu og í álopsstøðu. Um tað eydnast at fáa málmøguleikar og at gera nyttu burturúr teimum, so verður tað hugaligt at spæla og at standa uttanfyri og hyggja at.
VB/Sumba hevur spælt fýra venjingardystir í Suðuroy. Móti TB vóru úrslitini 0-0 og 4-0. Móti Royn vóru úrslitini 9-0 og 4-0. Eitt vikuskifti var VB/Sumba á venjingarlegu í høvuðsstaðnum. Hóast teir taptu 3-0 móti B36, so sigur venjarin, at hann var nøgdur við avrikið úti á vøllinum, og at málmunurin komst av mistøkum í verjuni, sum ikki eiga at koma fyri. Á Argjum spældi besta liðið málleyst umfar, og so tapti 2. liðið 2-0 í seinna umfarinum.









