Bæði amerikonsku forsetavalevnini føra í hesum døgum valstríð við gyltum lyftum um stórar broytingar í amerikonskum politikki. Meiningakanningar vísa, at veljarar halda, at búskaparstøðan hevur størstan týdning. Harnæst siga tey flestu, at spurningurin um yvirgang og trygd framvegis hevur stóran týdning fyri tey. Men ikki øll trúgva, at valið fer at broyta amerikanskan politikk stórvegis. Ein teirra er Latha Varadarajan, ið er professari í tjóðartrygd á San Diego State University í Kalifornia. Hon er sannførd um, at ráðandi politikkurin í USA er neyvt tengdur at vinnulívinum og ávísum amerikonskum uttanríkispolitiskum áhugamálum. Tann sum heldur, at amerikanskur politikkur fer at broytast munandi aftaná forsetavalið, verður skuffaður. Í veruleikanum fara hvørki John McCain ella Barack Obama at broyta amerikanskan politikk munandi, er niðurstøðan hjá Lathu Varadarajan.
Meiningarkanningar hava víst, at amerikanski veljarin raðfestir búskaparstøðuna ovast og spurningin um yvirgang næst ovast. Men hvør er veruligi munurin millum forsetavalevnini í spurningum um búskap og trygd? Eg hitti Lathu Varadarajan á skrivstovu hennara á San Diego State University. Latha Varadarajan er professari í tjóðartrygd og granskar í sambandinum millum búskaparstøðu og tjóðartrygd. Eg visti, at Latha Varadarajan hevði útint umfatandi gransking á hesum økinum, og gjørdi tí av at biðja hana siga sína hugsan um búskapar- og trygdarspurningin í amerikanska forsetavalstríðnum.
Kapitalisman hevur spælt fallit
Latha Varadarajan er sannførd um, at búskaparstøðan verður størsta avbjóðingin hjá tí sum vinnur forsetavalið 4. november. Sambært henni er kapitalistiska skipanin, sum vit kenna hana í dag, stóra orsøkin til heimsumfatandi búskaparkreppuna - Tann sum vinnur valið fer at møta einum búskapi í kreppu, mong hava mist hús og heim ímeðan búskaparligi ójavnin millum fólk veksur støðugt. Eftir mínum tykki er ótamd kapitalisma høvuðsatvoldin til ringu búskaparstøðuna. Stóra bjargingin av amerikonskum fíggjarstovnum fyri stuttum prógvar, at førdi búskapar politikkurin í USA er miseydnaður. Amerikanska stjórnin hevur hjálpt stórum fyritøkum heldur enn at hjálpa vanligum fólki. Miseydnaði búskapar politikkurin hevur elvt til stóra misnøgd hjá nógvum fólki, vísir Latha Varadarajan á.
Obama og McCain
Bæði McCain og Obama føra fram, at teir hava hvør sína loysn uppá búskaparkreppuna. Barack Obama førir fram, at vegurin frammeftir er at veita miðalklassanum størri skattalætta, umframt at krevja hægri skatt frá teimum ið vinna mest. John McCain vil ikki hoyra talan um nakra skattahækking og førir fram, at hetta fer at føra búskapin í óførið. Fleiri av viðhaldsfólkunum hjá John McCain rópa ætlanirnar hjá Barack Obama fyri sosialismu. Latha Varadarajan heldur ikki, at nøkur orsøk er til at vænta tær stóru broytingarnar í búskaparpolitikkinum - Tað er rætt, at onkur munur er millum forsetavalevnini, tá tað ræður um skattaviðurskifti, men báðir partar tosa greitt um niðurskurð í útreiðslum. Tí er neyðugt at spyrja júst hvat verður skorið av. Sum støðan er, er longu nógv skorið av eitt nú sosialum veitingum og útbúgvingarstuðli. Báðir partar lova skattalætta, men tað er týðandi at spyrja hvussu partarnir ætla sær at fíggja ymsu verkætlanirnar við skerdum skatti. Fleiri hava ført fram, at amerikanskar fyritøkur longu rinda nógvan skatt í mun til fyritøkur í øðrum londum, men veruleikin er, at nógv hol eru í skattalóggávuni. Hetta elvir til, at nógvar teirra sleppa undan at gjalda stórvegis skatt. Hvussu ætla demokratarnir at broyta USA við at skerja skattin og útreiðslurnar, spyr Latha Varadarajan.
Politikkurin í lummunum hjá vinnulívinum
Hví er so stórur líkskapur millum forsetavalevnini? Sambært Lathu Varadarajan er størsta ábendingin um líkskapin í búskaparpolitikkinum hjá ávikavist demokratum og republikanarum: Sambandið millum politisku flokkarnar og vinnulívið. Hon er sannførd um, at politisku flokkarnir og amerikanska vinnulívið hanga neyvt saman – Bæði Barack Obama og John McCain stuðlaðu bankabjargingunum, hetta er ein ábending um, at teir helst ikki eru so ólíkir, sum tað kann tykjast summum. Tað er eisini sera áhugavert, at báðir hava fingið fíggjarligar veitingar frá slíkum stovnum at føra valstríð fyri. Eg haldi, at hetta eigur at verða hugt nærri at. Orsøkin til henda fíggjarstuðul er, at privatar fyritøkur vilja gera alt til, at politikarar veita teimum lagaligar umstøður til at vinna so nógvan pening sum møguligt. Eitt nú vita vita vit, at demokratiska varaforseta valevnið Joe Biden gav stóra fíggjarstovninum MBNA fyrimunir í sínum stati. MBNA er størsti arbeiðsgevari í statinum Delaware, ið Joe Biden umboðar sum senatorur. Tað er ikki minni áhugavert, at sonur hansara eitt tíðarbil starvaðist fyri somu fyritøku. Líkskapirnir millum búskaparpolitikkin hjá teimum báðum ráðandi flokkunum, letir seg best greiða frá við at vísa á, at teir fáa fíggjarligan stuðul frá somu sløgum av fyritøkum, sigur Latha Varadarajan.
USA verandi í Irak
Meiningakanningar hava víst, at spurningurin um trygd og yvirgang hevur sera stóran týdning fyri nógvar veljarar. John McCain og Barack Obama hava tala fyri hvør sínari ætlan tá tað snýr seg um tjóðartrygd og hernaðarligu uppgávurnar hjá USA. Eitt nú hava forsetavalevnini hvør sína ætlan tá tað snýr seg um Irak. Latha Varadarjan metir ikki, at nøkur stórvegis broyting verður at síggja, tá valið verður av – Kríggið í Irak er stóri knúturin. Og tað kann tykjast sum, at valevnini hava ymsar loysnir á hesum økinum. John McCain tosar um at verða verandi í Irak til landið er trygt, ímeðan Barack Obama gevur lyfti um at flyta amerikanska hermegi úr Irak. Men politiski veruleikin vísir, at demokratarnir neyvan fara at halda orð. Hetta sæst eitt nú við, at demokratiski meirilutin í kongressuni í maj mánaða í ár veitti stuðul til eina ætlan hjá Bush um, at økja um talið á hermonnum í Irak. USA hevur sett sær fyri, at vera verandi í miðeystri. Náttúrligu orkukeldurnar í økinum, eitt nú oljan, er veruliga orsøkin til at USA ikki fer úr miðeystri. Bæði forsetavalevnini geva lyfti um at vera verandi í Afghanistan og at senda fleiri hermenn hagar. Hetta staðfestir, at munurin á trygdarpolitikkinum hjá teimum báðum í veruleikanum er evarska lítil. Onkrir smáir munir eru tó at hóma, eitt nú leggur Barack Obama størri dent á hernaðarligt virksemi í Pakistan til at basa yvirgangi, umframt at hann leggur størri dent á diplomati, vísir Latha Varadarjan á.
Amerikonsk trygdaráhugamál
Latha Varadarajan ásannar, at forsetavalevini hava ymsar loysnir, men førir fram, at amerikanskur politikkur eisini fer at verða stýrdur av ávísum áhugamálum aftaná valið – Amerikanskur uttanríkispolitikkur snýr seg ikki um einstaklingar, men um ein ávísan hugsanarhátt, ið stýrir amerikonskum uttanríkispolitikki. Hesin hugsanarháttur broytist ikki við einum stjórnarskifti. Eg vildi satt at siga ynskt, at ein stór broyting kundi fara fram í amerikonskum politikki, men trúgvi eg tí? Nei tað geri eg ikki, sigur serfrøðingurin í tjóðartrygd, Latha Varadarajan at enda.
--------
Janus á Ryggi, stjórnmálafrøðilesandi á Dan Diego State University í Kalifornia










