var upprunaliga mest fyri tilkomin, men hevur síðan broytt bæði útsjónd og tiltøk so hann passar betur til yngra ættarliðið. Hetta hevur eydnast væl hjá Kagganum, men stigtakararnir til nýggja klubban siga [...] sigur ein av stigtakarunum, Petur Olsen. Fyri fyrst er bert ætlanin at hava opið leygarkvøld, tá væl fleiri fólk eru í býnum enn fríggjakvøld. Til at draga fólk til nýggja staðið í býnum nú leygarkvøldið [...] Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga merki til hetta frálíka listarverkið, gávuna stórbæru, kirkjuni til heiðurs og æru, altartalvuna, ið kórveggin prýðir, har skapanin í huga fram
hegnisliga dróg inn um verjuna, og var tað ikki fyri togan av verjuspælara, so var ivorianarin helst púrasta leysur. Men fríspark til B36 og gult kort til verjuspælaran var tað, sum spurdist burtur úr teirri [...] hóvaði illa heimaáskoðarunum, og tá Anelka stutt eftir fekk gult fyri roynd at filma seg til brotsspark, var mest sum neyðugt at skrúva niður fyri sjónvarpinum. Hóast Kaj og Jóannes hoyrdust mutla okkurt, so [...] og júst hetta førdi eisini til 3-0 málið stutt inn í seinna hálvleik. Hesa ferð kom verjan út, men bólturin varð ístaðin førdur til Anelka, sum av baklinjuni legði inn til púra blankan Tuncay. Og harvið
klædnahandil í nøkur ár. Aftaná at tey vórðu flutt til Havnar í 1974 arbeiddi Hanna í fleiri ár í handli, sum í Skálabúðini og Vilma, har hon var væl umtókt fyri sítt blíða lyndi. Hjá einum húsadrongi tá í tíðini [...] at tey vórðu flutt til Havnar, starvaðist hann fyrst hjá Nordafar/Grønlandsfelagnum og síðani í fleiri ár hjá Føroya Fiskasølu, tá ið hon var í vælmaktini. Her var hann roknaður fyri at vera ein álitismaður [...] Annika, Pól og Sonja. Tey eiga seks barnabørn og sjey langommu-/langabbabørn. Eg og míni komu at kenna Honnu og Julius fyri góðum 30 árum síðani. Tað kann sigast, at tey eru eini megnarhjún. Sum hjá øðrum
hann var tikin við á ytsta sessin, soleiðis at hann skuldi vera tøkur, um tað ikki bar til at fáa Áka Olsen kláran til hópin. Vónbrotin Tað er tó einki at dylja, at tá hópurin varð kunngjørdur, var tað ein [...] upp á hetta, og millum annað varð jólafrítíðin nýtt til eina venjingarlegu í Danmark. Har spældi eg við í tveimum av teimum fýra dystunum, men avrik míni vóru kanska eitt sindur misjøvn, so sjálvur hevði [...] knalla til, tá hann er har. - Hatta er jú ein avgerð, sum venjarin hevur tikið, og so kann eg vera so ósamdur, sum eg vil. Tað er so bara nakað, sum man má bíta í seg, og so royna at stríðast fyri at endurvinna
hevði fylt 18 ár, til Martin Kúrberg, leiðaran á Herberginum, tí hon knappliga kendi á sær, at nú mátti hon fáa hjálp. Í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu –Eg visti ongan útveg – Eg ringdi til Martin, og tað [...] hevði til mín, sigur 24 ára gamla Rúna Nón Bjartalíð. Rúna kendi Martin Kúrberg, tí hann hevði verið í Klaksvík og tosa við tey ungu í hennara vinaskara um rúsevni. Hon visti, at hann kendi til ung og [...] var nøkur ár eldri enn eg, á Blákrossheiminum fyri rúsevnismisnýtslu júst tá, og Martin visti, at vit kendust, sigur hon. Seinni ringdi Martin tó aftur til Rúnu, og bað hana koma á Blákrossheimið mánadagin
sær víðari luttøku, so var tað av alstórum týdningi fyri danskan fótbólt, at teir eisini vunnu dystin á Tórsvølli. Hetta fyri at tryggja nøkur stig til UEFA roknskapin, sum er galdandi, tá avgerast skal [...] sigurin hjá okkum, og eg varð als ikki bilsin av, at B36 í dag sýndi nógv betri spæl enn fyri 14 døgum síðani, helt hann fyri, tá hann varð spurdur, um AB kanska hevði undirmett B36 grundað á stórsigurin í fyrra [...] Andersen seinni rýmdi til FCK, hevur hetta ikki nervað ítróttarligu gongdina í felagnum. Per Friman hevur verið við í stórum parti av hesari framgongd, og hann dylur heldur ikki fyri, at hetta hevur verið
enn kunnu elva til ramaskríggj, mótmæli o.s.fr.? Hvat eru vit tó góð ... Ella er tað bara í Kolding og har um leiðir, ið hugsað kann verða soleiðis...? Meðan eg geri meg til reiðar til at fara aftur á [...] leið, at tað er eitt av parametrunum ella eyðkennunum fyri, hvussu væl vit hava skipað okkara samfelag. Úti á Norðhavinum skera vit í ein tosk fyri og annan eftir. Teir doyggja í roynd og veru av tí. Men [...] er tað eisini ætlanin. Men sum eg siti har og avlívi ein tosk fyri og annan eftir, hugsi eg um teir gullfiskarnar, sum vórðu avlívaðir fyri nøkrum árum síðan í Kolding. Tað var á listasavninum Trapholt
peningaliga. Fleiri milliónir hava t.d. amerikumenn latið til hesar kanningar, men hvussu nógv er komið til Føroya? Er nakað laboratorium fyri kyksilvur- og PCB kanningar sett á stovn í Føroyum? Ivaleyst [...] hesum blóðroyndum, tí áhugin at finna sikkur mørk fyri ávirkan á menniskjað er stórur. Her hava hesar kanningar - sum annars tæna P.W. til vísundaligan heiður - eina stóra informatión í sær, og slíkar kanningar [...] samrøðu í Sosialinum herfyri rør Pál Weihe framundir, at »onkur« gongur ørindi fyri danir. Eg veit her ikki, hvønn hann júst sipar til. Pál Weihe og undirritaði eru gamlir vinmenn, bæði persónliga og vísundaliga
her er praktfult, og tað gevur nógvan íblástur til at skriva tónleik. Fylgir tú við í samfelagsligum viðurskiftum? Ja, tað verður tú noyddur til. Uttan mun til, hvørjum samfelag, tú býr í, er tað tín uppgáva [...] eg hyggi eftir fólki, sum sveittandi og tivandi renna framvið... Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Eg eri til bæði. Tú kanst saktans troyttast av nógva regninum og myrkrinum og øllum [...] eftir einari ljóðbók, sum eitur »Rich Dad Poor Dad«. Annars havi eg nakrar bøkur, sum eg lesi fyri dóttir míni, tá eg leggi hana at sova, og beint nú eru tað nøkur gomul donsk fólkaævintýr.
pulsin at sláa dupult. Hvat gleðir teg? Eg plagi at gleðast um at vakna um morgunin, og at koma heim til míni kæru eftir ein langan og stravnan arbeiðsdag. Tað er heldur ikki so galið, tá ið eg havi skrivað [...] tú hjá frisør? Seinast, eg var og skar mær av hárinum, var fyri tveimum árum síðani, tá ið sonur mín Mikkjal varð doyptur. Næstseinast var fyri átta árum síðani, tá ið hin sonur mín Bartal varð doyptur [...] Frítíðarskúlanum Stoffalág 60, skrivi eg. Og øvugt. Annars er lívið fult av fundum. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at gerast rithøvundar? At vera áhaldandi og treiskur, at geva sær góðar stundir