Hvussu tíðliga byrjaði tú at spæla tónleik?
Eg haldi, eg var 10 ára gamal. Eg sat í koyristóli, tí eg havi mjadnafeil, og loysnin tá í tíðini var at blaka børnini í koyristól. Eg mátti ikki sparka bólt ella svimja ella renna, eg mátti einki gera, og tá fekk eg eitt lítið keyboard.
Hvar fær tú íblástur til orð og løg?
Tað fái eg allastaðni. Millum fólk, vinir og kenningar og fremmand, har sum eg ferðist. Gerandis støður geva mær íblástur. Nú skrivi eg ikki so nógvar tekstir, men meiri løg, og tað kann vera náttúran og ljósið, stutt sagt alt.
Hvat er títt besta lag?
Uha, eg veit ikki. Eg haldi ikki eg havi gjørt mín Yesterday enn. Hann liggur onkunstaðni og bíðar, er á veg.
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað geri eg við at fara oman í kioskina, keypa ein stóran ís og so koyra yvir við Strond at njóta hann, meðan eg hyggi eftir fólki, sum sveittandi og tivandi renna framvið...
Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur?
Eg eri til bæði. Tú kanst saktans troyttast av nógva regninum og myrkrinum og øllum stormunum, sum hava verið í vetur. Fyrr dámdi mær ógvuliga væl stórbýir og ta mentan, teir høvdu at bjóða upp á, men mær dámar væl í Føroyum – eisini um veturin.
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Tað velst eitt sindur um, hvussu svangur eg eri, men mær dámar alt. Eg kann eta sushi, mær dámar væl ena lekra a-la-carte menu, indiskan mat, thailendskan mat, kinesiskan mat. Og allan føroyskan mat, eisini tvøst og spik.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum
Eg hyggi í sjónvarp, tá eg av tilvild tendri tað. Tíðin er farin, tá tú setti teg at hyggja at einari sending, tí í dag fært ú alt gjøgnum internetið. So tá eg hyggi í sjónvarp, so er tað eftir føroyskum sendingum.
Hvussu er títt sinni?
Tað verður sagt, at eg komi av einari tvørari familju, so eg gangi út frá, at eg eri líka tvørur sum restin av familjuni – um Mena ikki hevur brýnt teir ringastu kantarnar. Men tá eg geri nakað, gangi eg upp í tað hundrað prosent. Kanska nakað sløvur – og nakað av einumj droymara.
Hevur tú nøkur húsdjór?
Ikki eg, men kona mín. Hon hevur tveir hundar.
Hvussu er at búgva í Nólsoy aftur?
Tað er eitt sindeur tvídeilt. Tað er fantastiskt at koma út her, tað eru 20 minuttir frá Havnini og kanska eisini 20 ár aftur í tíðina. Tað er friðurin, sum dregur, men tað er eitt sindur sorgblítt, tí familjan hjá mær býr niðri í Danmark. Nú eri eg nógv niðri, men her er praktfult, og tað gevur nógvan íblástur til at skriva tónleik.
Fylgir tú við í samfelagsligum viðurskiftum?
Ja, tað verður tú noyddur til. Uttan mun til, hvørjum samfelag, tú býr í, er tað tín uppgáva at fylgja við í tí, sum hendir, politiskt og samfelagsliga.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tað liggur eingin bók á náttborðinum í løtuni. Eg havi í hópatali av bókum, men beint nú lurti eg eftir einari ljóðbók, sum eitur »Rich Dad Poor Dad«. Annars havi eg nakrar bøkur, sum eg lesi fyri dóttir míni, tá eg leggi hana at sova, og beint nú eru tað nøkur gomul donsk fólkaævintýr.