Kristian Martin Rasmussen varð í gjár avhoyrdur hjá løgregluni Vadsø. Um middagsleitið týsdagin komu menn frá norska vakrarskipinum ?Stålbas? umborð á Norðborg, sum er á lodnuveiðu í Barentshavinum. Norðborg [...] skrivar, at Norðborg var ikki undir illgruna, tá menn fóru umborð, men eftir at hava gjøgnumgi pappírini varð skiparin biðin um at fylgja við inn til Vadsø. Norðborg er skuldsett fyri ikki at hava boðað frá, [...] ávísum punkti og fyri ikki at hava sent út fyldisveinasignal, sum kann siga myndugleikunum, hvar skipið er statt. Palli Ziskason, frá reiðarínum hjá Norðborg sigur, at teir ikki rættuliga skilja hví onki
Leggur Løgtingið upp í verkfallið, verður tað ikki lukkuligt. Ingeborg Vinther ger beinanvegin greitt, at er tað nakar sum hugsar um at politiska uppíblanding í verkfallið, er tað ikki nakað, sum verkfeløgini [...] frættist annars, at ávísir politikarar longu høvdu ætlanir um at leggja seg út í verkfallið, hóast tað ikki hevur vart meiri enn í eina viku. Men síðani er hetta afturvíst av sjálvum Løgmanni. Men fyri at ongin [...] støðu verkafeløgini hava til hetta, ger hon beinanvegin greitt, at tey fara ikki at lata sær lynda, at politikarar leggja seg út í verkfallið, sum teir onkuntíð hava gjørt, seinast tá ið ósemjan um Brimil
sum í ár hægst loyvda tal, men tá Andrijana Milodanovic fekk álvarsligan skaða tíðliga í kappingini, var rúmd fyri enn einum leikara, og sostatt fingu tey fatur á Simonu. Í Klaksvík roknaðu tey ikki við [...] Sóljuni var í Klaksvík hin 10. desember í fjør, og tí skuldi kravið um 30 daga steðg verið uppfylt. Trý korter undan dystinum Tá klaksvíkingar fóru til Vágs leygarkvøldið, høvdu tey framvegis ikki fingið boð [...] spæla við. Spæliloyvi høvdu tey ikki fingið, men hinvegin fingu tey at vita, at tað helst ikki varð fyrr enn týsdagin, at hetta varð útflýggja. Hetta slerdu te yseg tó ikki til tols við, og eftir at hava
ordans jólagáva, starvfólkini hjá Bakkafrost í Suðuroynni fingu. Ríkasta fyritøkan í Føroyum hevur valt at framskunda jólaferiuna og senda øll stavsfólkini í fiskavirkisskipanina, sum gevur starvsfólkunum [...] menniskjaliga samhaldssinnið fyri hesi fólk í Suðuroynni, sum eru við til at geva Bakkafrost 300 - 400 mio. kr. árliga. Jólaboðini vóru ikki tespilig; ikki veður at fáa tykkum laks suður at arbeiða! – [...] Hetta ber ikki til. Um tílíkar fyritøkur ikki vilja vísa størri samfelagssinnið, má politiska skipanin endurskoða, um tær skulu varðveita hendan einkarrættin. Hendan einkarættin til allar firðirnar í landinum
útlendingar, sum vóru í Føroyum og arbeiddu. Teir vórðu skuldsettur fyri harðskap, tí teir høvdu lagst á starvsfólk í einum skeinkistaði í Havn. Teir vórðu báðir handtiknir og settir í brummuna. Eftir ætlan [...] Men harafturat varð hann vístur av landinum í tvey ár, so hann sleppur ikki aftur higar fyrrenn tíðliga í 2025. Sostatt varð tað honum ein dýr søga, at hann ikki dugdi sær hógv, tí nú hevur tað kostað honum [...] fáa teir útvístar í Føroyum. Løgreglan sigur, at síðani er skuldsetingin broytt nakað. Upptøkur frá einum vakmyndatóli vísti, at annar maðurin rakti ikki tá ið hann sló, so hann varð ikki ákærdur fyri harðskap
Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, er í St. Pætursborg í Russlandi. - Prigozjin er ikki í Hvítarusslandi. Hann er í St. Pætursborg. Kanska fór [...] til Moskva, men hann er í øllum førum ikki í Hvítarusslandi. Tað sigur Aleksandr Lukasjenko sambært Reuters. Og hann leggur aftrat: - Prigozjin er ein frælsur maður. Putin vil ikki gera av við hann. Putin [...] sínum herfólki í Hvítarusslandi stendur við. Sambært forsetanum er spurningurin um, hvar Wagner-leiðarin skal hava síni herfólk í Hvítarusslandi framvegis ikki loystur. - Eg vænti ikki, at Wagner-herlið
Tað var um 11 tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður var ákoyrdur á landsevnum við Hotel Vágar í Vágum. Vaktleiaðrin á politistøðini greiðir frá, at í fyrstu syftu ljóði hetta [...] koyrandi. Tað var myrkt, og maðurin var í myrkum klæðum, so bilførarin varnaðist ikki mannin, fyrr enn ov seint var. Hann hevði tó sneitt uttan um mannin, soleiðis at hann ikki rendi beint á hann, men líkasum [...] men tað var tíbetur ikki so álvasligt, sigur vaktleiðarin á politstøðini í Havn. Hann sigur, at nú verður frágreiðing skrivað, og so veldst tað um umstøðurnar, hvat víðari skal henda í málinum, og um tað
Rás 2 var í 2000 við til at skipa fyri eini konsert við Dubliners í Føroyum. Tá varð frá leiðsluni í ÚF sent mail til starvsfólkini um ikki at siga nakað um hesa konsert. Grundin var, at tað ikki skuldi [...] hvat, ið sigast skal ella ikki, av teimum almennu miðlunum. Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti fíggindin hjá fríari pressu í landinum, skyldar hann [...] dagin í 2003 ringir ein, sum hevur sendingar á Rás 2, til ÚF og biður um eina kunngerð fyri Rás 2. Áðrenn hesin fær møguleika at siga innihaldið í kunngerðini, sigur daman í ÚF skrøpp: »Vit lýsa ikki fyri
hevði tað gott, og barnið føldi hon ikki so nógv til. Í grundini var tað kanska ov friðarligt. Í hvussu er friðarligari enn tað hjá vinkonuni. Men tað hugsaði hon ikki so nógv um, og hon hevði heldur einki [...] Fólk undrast og spyrja, um tað ikki er ógvuliga strævið, men hon sigur, at tað var nógv strævnari at sita passiv og síggja, at drongurin als ikki mentist. ? Eftir at hava vant í 3 mánaðir, síggjast nú smá [...] upp. - Men tað er als ikki synd í okkum. Vit hava nú ein innihaldsríkan gerandisdag og hava hvørki tíð at keða okkum ella at stúra, sigur Bodil. Ein vónartíð Tað var miðskeiðis í juni mánaða. Bodil var
sigurin á NSÍ í gjár, sum ein runavíkingur syrgdi fyri. – Ein runavíkingur er besti maður hjá okkum í dag, staðfesti ein fuglfirðingur, tá dysturin í Fløtugerði var farin at halla, og ikki var torført at [...] meira. Í dag var tað fínt at vinna og spæla væl, men ígjøgnum alt árið hava vit ikki verið nóg støðugir, og tí røkka vit ikki allan vegin, sigur Øssur Dalbúð, ið tó ásannaði, at møguleikin kanska ikki var [...] fáa trý stig. Vit kundu ikki avgera tað sjálvir. HB hevði bestu kortini á hondini, so vit kundu bara gera okkara. Fyri at venda aftur til dystin í Fuglafirði í gjár, so var hann ikki ein av teimum best spældu