Leggur Løgtingið upp í, verður ikki lukkuligt

Leggur Løgtingið upp í verkfallið, fara vit at brúk allar okkara kreftir, hetta til valið at mótarbeiða teimum politikarum, sum ger tað, sigur Ingeborg Vinther

 

Verkfall


?Leggur Løgtingið upp í verkfallið, verður tað ikki lukkuligt.

Ingeborg Vinther ger beinanvegin greitt, at er tað nakar sum hugsar um at politiska uppíblanding í verkfallið, er tað ikki nakað, sum verkfeløgini fara at góðtaka.

?Tað skal kosta teimum dýrt, leggur hon dent á.

Tað frættist annars, at ávísir politikarar longu høvdu ætlanir um at leggja seg út í verkfallið, hóast tað ikki hevur vart meiri enn í eina viku. Men síðani er hetta afturvíst av sjálvum Løgmanni.

Men fyri at ongin ivi skal vera um, hvørja støðu verkafeløgini hava til hetta, ger hon beinanvegin greitt, at tey fara ikki at lata sær lynda, at politikarar leggja seg út í verkfallið, sum teir onkuntíð hava gjørt, seinast tá ið ósemjan um Brimil var.

?Fer løgtingið at leggja uppí, fara vit at brúka alla okkara tíð, og allar okkara kreftir, hiðani og líka til komandi løgtingsval upp á at mótarbeiða teimum politikarum, sum gera tað, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at verkafólkið hevur rætt til at berjast fyri sínum rættindum og tann rættin fara tey ikki at góðtaka, at Løgtingið tekur frá teimum við at leggja seg út í verkfallið.