Aftur silvur í Fuglafirði

Við sigrinum gjørdi ÍF sítt, skuldi HB snávað í evstu løtu, og fuglfirðingar kunnu aftur í ár fegnast um silvurmerki. Hinvegin kostaði tapið NSÍ bronsuplássið og fyribils møguleikan fyri fótbólti úti í Europa

Kappingarárið í fjør var tað besta hjá ÍF síðani meistaraheitið í 1979, og nú hetta kappingarárið er mestsum liðugt, er eydnast fuglfirðingum at varðveita støðuna, so talan bleiv um silvur annað árið á rað. Tað kundu tey so fegnast um eftir 3-1 sigurin á NSÍ í gjár, sum ein runavíkingur syrgdi fyri.
– Ein runavíkingur er besti maður hjá okkum í dag, staðfesti ein fuglfirðingur, tá dysturin í Fløtugerði var farin at halla, og ikki var torført at skilja, hvønn hann sipaði til, tí Øssur M. Dalbúð, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í NSÍ, var við málunum til 1-0 og 2-0 høvuðsorsøkin til, at ÍF vann.
Fyrra málið fekk hann ellivu minuttir inn í dystin, tá hann eftir miðásini slapp inn í brotsteigin hjá NSÍ, eftir fyrst at hava sneitt ein spælara av sær, og tá eingin var eftir honum beinanvegin, gjørdi Øssur skjótt av og smekkaði til, so bólturin smeyg sær inn um aðra stongina.
Seinna málið kom, tá eitt korter var eftir av dystinum, og í mun til tað fyrra, so var hesaferð talan um samstarv millum fleiri spælarar, ið endaði við, at Øssur bara skuldi seta fótin á. Og fimm minuttir seinni tók so Høgni Madsen sakina í egnar hendur og avgjørdi dystin við málinum til 3-0.

Ikki nóg støðugir
Sigurin merkti fyri ÍF, at hóast liðið ikki kann røkka upp til HB, sum vann á TB og í tryggjaði sær meistaraheitið, so kann heldur eingin røkka upp til ÍF, ið sostatt eigur silvurið aftur í ár. Men tvífaldi málskjúttin hjá ÍF var ikki so øgiliga fegin um at fáa silvurheiðursmerki um eina lítla viku:
– Nei, eg spæli altíð fyri at vinna, og tað er eisini galdandi fyri eina heila kapping, so eg hevði vónað meira. Í dag var tað fínt at vinna og spæla væl, men ígjøgnum alt árið hava vit ikki verið nóg støðugir, og tí røkka vit ikki allan vegin, sigur Øssur Dalbúð, ið tó ásannaði, at møguleikin kanska ikki var so stórur at stinga av við tí heila ímóti endanum á hesum kappingarárinum.
– Vit kundu bara hugsa um okkara dyst og royna at fáa trý stig. Vit kundu ikki avgera tað sjálvir. HB hevði bestu kortini á hondini, so vit kundu bara gera okkara.
Fyri at venda aftur til dystin í Fuglafirði í gjár, so var hann ikki ein av teimum best spældu hetta kappingarárið, tí til tað vóru alt ov nógvir persónligir feilir hjá báðum pørtum. Ein orsøk til tað var kanska, at menn høvdu hug at skunda sær í so nógv, og ofta stóðust vandamiklastu støðurnar av, at annað liðið streyk avstað í álop, men misti bóltin, so hitt kundi svara aftur við skjótum mótálopi.
Teir báðir undanfarnu landskappingardystirnar millum liðini blivu skorað ellivu mál, og hóast dygdin á spælinum ikki ordiliga var har, bleiv tað til fýra mál hesa ferð, so við fimm málum í miðal fyri hvønn dyst, hava uppgerðirnar millum ÍF og NSÍ tó verið tær málríkastu í ár.

Brotssparksstøða
Einsamalla málið hjá NSÍ skoraði liðformaðurin og toppskjúttin, Klæmint Olsen, eftir hornaspark fimm minuttir fyri tíð, tá NSÍ longu í einar tíggju minuttir hevði spælt við tíggju monnum ímóti ellivu, tí Jens Joensen fekk seinna gula kortið eitt korter fyri tíð. Allíkavæl fekk NSÍ sett nøkur álop í gongd síðstu løtuna og var heilt nær við í onkrum føri – um ikki annað, fyri at pynta um úrslitið.
Spurningurin var so, um tað ikki skuldi verið ÍF, sum longu fyri steðgin skuldi havt mist ein mann, tá Høgni Zachariasen sum síðsti maður í verjuni tók beinini undan Andy Olsen inni í ÍF-brotsteiginum, men Páll Augustinussen valdi bæði at at lata vera við døma brotsspark og at geva reyða kortið!
At tað endaði við tapið í Fuglafirði, samstundis sum B36 vann á EB/Streymi, merkti fyri NSÍ, at møguleikin fyri heiðursmerki og europeiskum fótbólti svann eitt sindur. Men Klæmint Olsen hevur ikki givið upp enn:
– Vit hava ein dyst eftir, og tað kann ymiskt henda tað síðsta umfarið. Kanska vit kunnu fáa hjálp frá ÍF nú, nú vit hava hjálpt teimum at fáa silvurið. Teir fara inn fyri at vinna síðsta dyst, so vit kunnu bara vóna tað besta. Vit hava eisini nógv at prógva ímóti HB, tí teir hølvaðu okkum av seinast, so vit fara at gera okkara besta fyri at vinna tann dystin, sigur hann.