um, at tað er ótrygt at sigla við einum skipi sum Smyrli inn á Vágsfjørð. ? Skiparin á Smyrli er vaksin upp kring Vágsfjørð, og hann, sum tann skilamaður hann er, veit væl, at Vágsfjørður er eins tryggur [...] Martin Andreasen nevnir, at hann bert veit um eitt skip, ið er farið á Vágsfirði, og er her talan um eina fransaskonnart, og eftir hansara tykki, er Smyril munandi betri útgjørdur enn ein fransaskonnart. [...] vænti ikki, at tað er manningin, ið hevur givið leiðsluni hesa fatan. Martin Andreasen vísir á, at Smyril fleiri ferðir er komin av Drelnesi til Vágs óveðurskvøld á hávetri, tí tað er tryggari at liggja
tekur stigið. Hesuferð er so stríðið innan fólkakirkjuna. Í eini bygd norðanfyri er stríð millum fólk av og á og hetta er avgjørt ikki eindømi í landinum. Men eyðkenni fyri hesa bygd er, at eitt eru tey samd [...] bygdum í landinum er púrasta einki at rafla um. Her eru allir íbúgvarnir limir í fólkakirkjuni. Tað er í Húsa kommunu á Kallsoynni. Í Saksunnar kommunu, í Bø, í Mykinesi og í Famjin. Talan er um smáar kommunur [...] At rembingar eru innanfyri føroysku fólkakirkjuna er ikki so løgið, tí fólkakirkjan er næstan alt í Føroyum. Skal stríð verða um átrúnað, so má fólkakirkjan verða annað orðið. Árbókin fyri Føroyar, føroysku
nógvar telefonir, kann søkja um loyvi at stovna uppboðssølu. Og so er kappingin aftur í gongd. Eitt annað mál, sum er uppi og vendir í løtuni, er málið um stuðul til endurnýggjan av flotanum. Jørgen Niclasen [...] Niclasen, nú hann er farin at umhugsa málið. Jørgen Niclasen sigur, at svar kann væntast stutt eftir ólavsøku. Hvat hann fer at svara monnunum, vil hann ikki siga beinleiðis. Og av tí, at tað er skeivt at gita [...] Japanarar eru líkasum ráðandi í hasum selskapinum. Og tann stóri marknaðurin er eisini í Japan. Føroyski tunfiskiskapurin er enn bara á royndarstøði, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
g. At so illa stendur til er tí, at upsamarknaðurin í Europa er fallandi. Og við fallandi marknaði er tað beinleiðis ov hættisligt a fara á uppboðssølu. Tí prísurin í dag er lægri, enn hann var í gjár [...] til ymsar keyparar í Europa. Tað er nógv stríð, men einasta loysnin, sigur Bjarti Mohr. At so ringt er at sleppa av við fisk júst nú, kemst eisini av árstíðini. Ólavsøka er mitt í næstu viku, og fleiri virki [...] Grundin til, at partrolararnir ikki selja upsa um uppboðssølu er tann einfalda, at eingi boð koma. Tað sigur Bjarti Mohr, sum er reiðari hjá trimum partrolarum. Bjarti Mohr sigur, at tað í løtuni bara
og yrkja, er eingin ivi um, og tað er mær ein gleði at seta yrkingina í bløðini, soleiðis at enn fleiri kunnu fáa gleði av henni, og eisini sum eitt minni um Brynleif, sum náddi hægri hæddir her í lívinum [...] fara út í rúmdina, ja enntá spáka í leysari luft langt har úti. Í dag er tað einki, sum undrar okkum, tí vísindin hevur prógvað, at hon er farin langt út um tað, sum vit tordu at droyma um bert fyri tríati [...] óteljandi ferðir: »Hetta er eitt lítið stig fyri ein mann, men eitt stórt stig fyri mannaættina,« og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi
um, er, at tað er sera umráðandi fyri teir yngru læknarnar at fáa eina munandi lønarhækking hesuferð.?Tað er sera umráðandi fyri okkum at at vit fáa eina munandi lønarhækking hesuferð, tí annars er vandi [...] yngri lækna í Føroyum er nakrar túsund krónur lægri um mánaðin, enn hon er í Danmark. ? Og hesi seinastu árini er lønin í Føroyum bara dragna meiri og meiri. ? Leyðsliga mett er lønin hjá einum føroyskum [...] alt ov illa mannaðir sum er. ? Og hendir onki nú, er harafturat vandi fyri, at fleiri læknar fara at rýma. Jens Andreassen, formaður í Felagnum Fyri Yngri Læknar í Føroyum, er ikki fegin um støðuna hjá
Trygvi, sum er ferðaleiðari okkara,vil ikki hava fleiri við, tí brattlendi er, og ikki er vert at taka nøkur óráð fyri. Vit fara so. Trygvi undan og tveir asfaltføroyinar úr Århus aftaná. Lesningur er lagdur [...] flokkinum, sum aftan á kemur. Komnir á Torvadal verður eftir gomlum siði hvílt. Her plagdu neytakonurnar at hvíla, og her er eisini reist ein steinpláta teimum til minnis. Men kanska gjørdu vit í so leingi [...] vit halda í oman brattan. Holut er og bleytt, so tað hendir, at vit stíga heldur djúpt viðhvørt. Og so hesin deymurin av fuglaskræpu. Ikki er ættin tann rætta, so landkoma er eingin soleiðis. Tó síggja vit
virkinum. Og tað ger so aftur, at orka er ikki til annað. Nú ullarmóttøkan er í hæddini um summarið, verður heldur ikki tann nógva tíðin til framleiðslu. Hetta er ein strævin tíð, sigur Karin Brattaberg [...] taka ímóti og pakka í sekkir. Hugsandi er ikki um at skilja ella vaska. Ullin fer púra óviðgjørd til Englands. Hóast ynski er, at øll føroysk ull verður arbeidd her á landi, ber hetta ikki til í løtuni, [...] sigur Karin Brattaberg. At kalla einki verður spunnið, sum er. Eitt sindur verður tó viðgjørd á virkinum. Tað er soleiðis, sigur Karin Brattaberg, at tey gera ymisk pløgg úr føroyskari ull. Og tær vørurnar
eina hugburðsbroyting við sær. Ein annar spurningur viðvíkjandi gransking, er hvussu fræls granskingin skal verða. Sum nú er, er hon púra fræls, men vit koma nokk at noyðast at fáa politiska raðfesting á [...] vera minimalt. Hetta hóast størsta tilfeingið nú og í framtíðini er fólkið og tess vit og intelligensur. Stuttskygdur politikkur Tí er neyðugt hjá føroyingum at seta út í kortið nýggja strategi og nýggj [...] krabbameinsraktum fólki at finna júst ta viðgerðina, ið er lívsneyðug hjá teimum. Og tá eru argumentini hjá hesum fólkum torfør at afturvísa. Tí er eisini neyðugt hjá okkum at fylgja við í slíkum specia
árini. ? Tað at koma til Havnar; er ikki bara nakað, sum hendir. ? Tað eru vit øll, hvør einstakur av okkum, sum er við til at gera Ólavsøkuna til tað hon í dag er. ? Eisini er stuttligt at síggja at ferðafólk [...] nógvu árini. ? Og tað er at fegnast um at vit hava varðveitt hendan ítrótt í sama líki. ? Kappróður er okkara tjóðarítrótt - tað er eisini hann sum setur sín dám á flestu stevnu! ? Tað er nakað serligt at spáka [...] Ólavsøkan er teir báðir dagarnar har havnarfólk eins og bygdafólk koma saman at heiðra Ólav Halga, sum boðaði Sigmundi kristindómin í 999. ? Men Ólavsøkan er meira enn tað farna, - hetta er dagarnir har