myndugleikar, men fíggjarmálastýrið er ikki til arbeiðis vegna blokaduna kring fíggjarmálastýrið á Albert Hall. Um Arbeiðarafeløgini eisini fara at lýsa arbeiðssteðg, er enn ógreitt, men Ingeborg Vinther sigur [...] felagnum í Leirvík váttar tíðindi um, at tey har hava roynt at forða fyri, at farmur fer um fjørðin til Klaksvíkar, men tað eydnaðist tó klaksvíkingum at fáa farm um fjørðin í gjár. Ingborg Vinther vísir [...] Av hesum skilst, at ikki er óhugsandi, at arbeiðssteðgurin gerst alt meira umfatandi. Feløgini standa saman Feløgini eru øll samd um, at reallønarfallið má steðgast og kravið er, at lønin má hækka munandi
ár, og tað, sum strandingar uttan iva eru eymast um er, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna steypafinaluna, sum varð leikt fyrst í februar mánaði. Hetta skuldi hevnast við at taka møguleikan fyri meis [...] eru serliga tveir menn, sum skara framúr. Hjá vestmenningum er tað Áki Olsen, sum er stóri málslúkurin meðan tað er Artur hjá strandingum. Hetta eru leikararnir greiðir yvir, og tað vardi ikki so leingi [...] Kyndil í stríðnum um meistaraheitið. Strandingar liggja væl fyri, tí teir eru tvey stig aftanfyri Kyndil og skulu vinna dystin móti havnaliðnum, sum bert nýtist javnleik. Um hetta er nóg mikið til at
viðmerkingum til málið. Heðin Poulsen váttar, at felagið er ikki niðurlagt. Virksemið er bert lagt stilt fyribils. Annars hevur hann ongar viðmerkingar, fyrr enn hann hevur tosað við fyrrvernadi stjóran, Suna á [...] Sosialurin vendi sær til hansara og hann soleiðis fekk tíðindini um, at uppsagdi stjórin hevði stevnt felagnum. Heðin Poulsen kennir einki til hetta og hann hevur onga stevning sæð. Hann vil fegin síggja stevningina [...] oljuvinnuna. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Suna á Dalbø, sum í tíðndaskrivi boðar frá stevningini, men sum í sama skrivi annars ikki sigur seg hava annað at viðmerkja, annað enn, at nú letur til
longuri frammi enn á einum fjórðaplássi, um kappingarárið hevði hildið fram nøkur umfør aftrat. At Neistin hevur eitt gott lið, var dysturin leygardagin eisini eitt prógv um, tí hóast teir spældu rættuliga [...] tað er vert at leggja til merkis, at sjey av teimum níggju útileikarunum skoraðu fýra mál ella fleiri hvør. Dysturin endaði við einum tryggum 33-28 sigri til Neistan, sum uttan iva hevði endað enn longuri [...] steðga, og hóast teir leygardagin spældu ein ringan dyst ímóti kollfirðingum í Vestmanna, so var hetta tó nóg mikið til at vinna dystin. Løgdu hart út Neistamenn høvdu avgjørt, at teir vildu royna at punktera
hvørjum øðrum. Men hetta er so javnaðarfloksins avgerð. Uppá fyrispurning um kúvending javnaðarfloksins fær avleiðingar fyri býráðsarbeiðið sigur Leivur Hansen, at hetta er ilt at meta um, men tað roknar [...] praktiskan politikk í býráðnum eftir hetta? -Eg haldi ikki. Sjálvur haldi eg, at vit tvørtur um borðið hava verið ógvuliga samd. Og fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eydnaðist tað at fáa alt býráðið at taka undir [...] formanssessin í Sosialu nevnd. Men vit hava so roynt at arbeiða við málinum, og í løtuni er eitt uppskot til viðgerðar á tingi um at fáa broytt kommunulógina soleiðis, at tann til eina og hvørja tíð sitandi meiriluti
sakini. B71 hevði einki at bjóða, og fyri teir er at vóna, at tað verður frægari, tá árið er eitt sindur eldri, og dystarvenjingin verður betri. Um ikki, er eingin orsøk til at halda, at Sumba ikki fer at [...] frammanfyri HB-málinum, har Bárður Johannesen lættliga kundi hugsað meira um hondbóltsdystin, sum skuldi vera inni á Skála seinni um dagin, tí hann hevði millum lítið og einki at gera allan dystin. Móti endanum [...] var tað ungi áleyparin Andrew av Fløtum, sum var í miðdeplinum. Hálvleikurin var um at vera komin í helvt, tá HB slapp inn um B71-verjuna, sum fyri einaferðs skuld ikki var so væl mannað aftanfyri bóltin
inn á Skála. Hetta var eisini í lagi, um so var, at Kyndil vann, men tað var ikki í lagi, um StÍF vann. Hetta er ein háðan og líkasæla móti hesum báðum liðum, sum so væl hava staðið vakt um føroysku ho [...] fyrr. Spurningurin er tí, hvat hondbóltsambandið vil bjóða leikarum sínum frameftir. Evnini eru til staðar, og dreymurin um at spæla landsliðshondbólt er eisini til staðar. Men um HSF er til reiðar, kunnu [...] menn vita um. Í hvussu er, tá tað um manshondbóltin ræður. Ongantíð fyrr hava heili fýra lið verið við í kappingini til bert heilt fáir dystir vóru eftir. StÍF, Kyndil, VÍF og H71 lógu nærum lið um lið í
Føroyingum bilar einki Men hugsi eg meg um, so er tónleikalívið næstan altíð farið til at stuðla onkrum - mentan ella ítrótt, sigur Jógvan. Hann fegnast tó um menningina, ið er farin fram innan tónleikin í Føroyum [...] einki, her er nógmikið at tilfeingi, talentum. Jógvan metir, at tað er av stórum týdningi, at fólk og lærarar, trívast. Ikki er óhugsandi, at tónleikurin kann gerast vinnuvegur, men bert um vit duga at [...] formanninum, um at biðja orkestrið spæla, men eg segði nei, tí nú kundi hann floyta, um hann hevði hug, og so bleiv eingin dansur tað kvøldið, sigur Jógvan, og leggur afturat, at eftir hetta kom broyting
januar mánða eydnaðist tað teimum ungu mannligu garpunum í føroyskum hondbólti at koma víðari í kappingini um heimsmeistaraheitið eftir eina undankapping, sum fór fram her í Føroyum. Nú er túrurin so komin [...] var tó væntandi, at kappingin fór at verða flutt til okkurt annað stað, men hetta eydnaðist tað ikki okkum at fáa meiri at vita um, áðrenn blaðið fór til prentingar. [...] Hansen og Gunvør Høgnesen, og úr VB: Gurið Mortensen. Lotte Sørensen sigur við Sosialin, at vónandi er hetta liðið ein grundstamma, sum í nærmastu framtíð kemur at manna eitt føroyskt A-landslið í kvinnuhondbólti
Alfred var ein sannur brandur. Tað er annars merkisvert, at ÍF hevur verið úti í Gøtu og fingið sær nýggjan málverja, nú Erling Joensen er givin. Hesin nýggi málverjin er Rúni Joensen, sum vardi málið í 2 [...] fyrst í 2. hálvleiki høvdu minkað um munin til 3-1 og 3-2 var um reppið, at teir fingu ÍF aftur, men so fangaði Áslakur R. Petersen ein bólt frá verjuni og lyfti upp um Valdemar Novisci. Stóri trupulleikin [...] aftastur í verjuni. Ætlanin var annars, at Bárður Mortensen skuldi røkja hetta plássið, men hann er fyri stuttum skurðviðgjørdur, og tað er óvist, nær hann verður tøkur aftur. Í síni tíð kom Chris Knight til