vann HB 3-0 inni á Skála. Tá skoraði Adrian Justinussen tvey mál og Teit Jacobsen, sum er langtíðarskaddur og nógv saknaður, eitt mál. Í fjør var tað tætt, tá ið hesi bæði liðini dystaðust. Tað endaði tvær [...] ólavsøkuna er tað gerandisdagur aftur. Hjá øllum føroyingum og serliga hjá HB, sum seinnapartin ætlar sær aftur í gamla lagið, eftir at tað ólavsøkuaftan endaði við 2-0 tapi ímóti NSÍ. Hetta var fyrsta tapið [...] Gundadali vann Skála 2-1. Skála hevur bara vunnið einaferð á útivølli higartil í ár. Tað var á Argjum, tá ið Skála vann 2-0. Tað eru stórar avbjóðingar hjá Skála beinanvegin eftir summarsteðgin. Í ólavsøkuumfarinum
útvaldu, eftir førimuni, skulu forvalta. Tað er í hesum døgum, at tingfólk siga við hvønn annan, tú ein stóran, og eg ein lítlan, og so umaftur, bara øvut. Fyrr var tað ofta eitt ali- ella smoltloyvi fyri ein [...] urin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen kundi ikki bara sær, og helt, at nakað av ókrúti var í sama urtagarði, og tað mátti mann gera nakað við. Og tey hann so meinar við, eru ivaleyst tey arbeiðsleysu, [...] undirsjóðartunnil, ella okkurt heilt annað, ið sjáldan tolir dagsins ljós. Tað er her vit síggja ta sonnu muruna í valdu umboðunum, tað er her, ið fólk hava møguleika at sýna samfelagssinni, ella, at tey eru
sóu, at møguleiki var at koma ókeypis inn áðrenn kl. 16, hugsaðu vit, at hetta var ein fínur møguleiki at royna G!, sigur Barbara. - Vit hugsa at vera her til á leið kl. 20. Men tað veldst sjálvsagt um [...] hvussu stuttligt tað verður, um vit velja at verða longri ella styttri, sigur Sarita. Hildur er tann einasta av vinkonunum, sum hevur verið á G! áður. - Omma og abbi búgva í Gøtu, so tað hevur verið lætt [...] tríggjar búgva eisini har hetta vikuskiftið, sigur Hildur. Ætlanin hjá teimum trimum havnagentunum var at fara í heita pottin. Men tær noyddust at leggja ætlanirnar um, tí svimjiklæðini eru gloymd eftir
Einki pláss til bilin Í dag var fyrsti verkadagur, nú skipanin við ókeypis busskoyringini varð sett í gildi. Veðrið í morgun var av tí allarfagrasta – stilt, turt og kølið. Tað var heldur hált hjá summum at [...] tá veðrið er ólagaligt. Og tað er tað so mangan her hjá okkum, segði eitt av ferðafólkunum. 10 kr. – einki at tosa um Ein onnur kvinna var eisini á veg til arbeiðis. Hon var komin upp í bussin á leiðini [...] frammanundan. Eingin ivi var kortini millum ferðafólkini í morgun um, at hetta var ein góð roynd og ein góð skipan. - Vónandi fer hon at eydnast so mikið væl, at hon kann halda fram. - Tað er so nógv lættari
ng« og »Mad til mange«. Bøkurnar eru ókeypis fyri brúkaran, hetta kann lata seg gera, tí lýsingar inni á heimasíðuni og í bókunum fíggja forlagið. Hugskotið til hetta forlagið kom frá prentandi forløgum [...] bøkurnar hjá Onlibri eru skrivaðar til forlagið, og høvundarnir fáa løn, á sama hátt, sum um bókin var útgivin á einum prentandi forlagi. Forlagið ynskir at hava eitt gott samskifti við lesararnar, sum [...] her virkar eisini at skriva føroysk postnummur. Danskararnir tóku væl ímóti hesum nýggja forlagnum, tað fyrsta døgnið vórðu 21.731 bøkur tiknar niður.
standa. Her verður framvegis ókeypis hjá stevnugestum at vitja. Tað sigur Vestmanna Ítróttarfelag á síni heimasíðu í dag. Fyrrapartin var Bárður Nielsen, sum er ein av teimum, ið stendur aftanfyri bátastevnuna [...] Vestmanna, í morgunsendingini á Rás2 og greiddi frá, at áður tiknað avgerðin um at hegna alt økið inni, nú er broytt, eins og prísirnir eru lækkaðir. - Økið á keiini, har tiltøkini verða, verður innihegnað
sást tó ikki aftur á spælinum, og yvirhøvur var talan um ein rættuliga javnan dyst. Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og hetta fekk LÍF tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Eitt hornaspark fekk loyvi [...] Petur Sjúrðarberg, sum staddur heilt inni við málið fekk skumpað bóltin seinasta teinin í málið. TB hevði eisini nakrar vandamiklar royndir, og einar tvær ferðir var nær við at Óli Johannensen kundi seta [...] heimaliðnum, sum dysturin leið, men so var kortini ikki, og tá einir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Dan Mortensen javnvág í vágskálina, eftir at hann var farin einsamallur gjøgnum LÍF verjuna
ríkiskarmar. Tað er hansara sjónarmið, mítt er júst hitt øvuta, og tað má og skal ein fólkavaldur tingmaður tola. Tað var Svend Auken sum einaferð segði um Radikala Vinstra flokkin, at tað var sum at negla [...] Lesarabrævið er ein svada av uttanumtosi, og okkurt bendir á, at tað fyri tað mesta er øðrvísi fasongurin, sum hevur loypt øði í hann. Tað skal ikki hava verið nóg virðiligt, heldur hann, og tvíheldur um [...] føroyingum, tað vísir eisini samfelda undirtøkan á løgtingi fyri sjálvstøðugari umboðan í hesum ráði. Erlendur Patursson legði uppskot fram um hetta í 1976 – fyri júst 40 árum síðani. Tað fall. Fýra ár
Stoltenberg legði aftrat, at hann fer ikki at vera verandi longri í norskum politikki enn tað. - Tað er heilt vist, legði maðurin aftrat, sum var forsætisráðharri í Noregi árini 2000–2001 og aftur árini [...] við einum greiðum svari. - Tað er heilt óhugsandi. Tann dag, tá Jonas Gahr Støre ikki er forsætisráðharri meira, verður tað eitt nýtt ættarlið, sum skal taka yvir. Eg haldi tað vera spennandi at vera fí
Petra var úti fyri í Esbjerg. Petra Hansen var í Esbjerg og vitjaði dóttrina og familjuna hjá henni. Tey búgva í einum sera friðarligum kvarteri. Petra sigur, at dóttirin segði við hana, at har var so friðarligt [...] Petra frá. Tað sást týðuliga, at hon ikki heilt er komin yvir tilburðin enn. Tvey tey fyrstu húsini, sum hon kom til vóru bæði læst, men í tí triðja vóru fólk í ferð við at flyta inn. - Tað var ein ung kona [...] ferðaseðil og pass úr taskuni, so tað bleiv ikki burtur. Men tveir pungar og ein sparikassabók eru vekk. Men tað ger minni, heldur Petra, sum er greið yvir, at hon var sera heppin at sleppa so væl frá