Klaksvík:
Tá Sosialurin kemur á vitjan hjá Petru hendan morgunin, er dóttir Petru Signy eisini har. Eg verði boðin inn í stovuna til ein kaffimunn. Ein sera hugnalig og fjálg stova. Og vit práta um leyst og fast, áðrenn vit byrja at práta um óhugnaliga tilburðin, sum Petra var úti fyri í Esbjerg.
Petra Hansen var í Esbjerg og vitjaði dóttrina og familjuna hjá henni. Tey búgva í einum sera friðarligum kvarteri.
Petra sigur, at dóttirin segði við hana, at har var so friðarligt, at henni nýttist ikki at stúra fyri nøkrum har.
- Tá segði eg við hana, at tað er júst í slíkum støðum, har ein ikki væntar tað, at tílíkt hendir. So eg veit ikki, um eg havi havt eina kenslu av, at okkurt fór at henda, sigur Petra.
Hon hevði verið niðri í umleið eina viku, tá tilburðurin fór fram.
Dóttirin og maðurin fóru til arbeiðis. Petra nýtti so høvi til at leggja seg aftur eina løtu. Alt húsið var læst, men eitt lítið vindeyga stóð á glopp, og tann vegin er innbrotsmaðurin komin inn.
- Eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn hann stóð uppi yvir mær við knívi, greiðir Petra frá.
Tað einasta hann segði var: " Giv mig dine penge og piller!!
Petra bleiv sjálvsagt sera bangin, men var so mikið rólig kortini, at hon bara rætti honum taskuna hjá sær. Hvat síðani hendi, er eitt sindur óklárt í minninum hjá Petru. Hon var sjálvsagt so skelkað, men hon minnist eitt ella annað um, at hon fekk eitt skump, so hon datt og smekkaði høvdið í.
- Eg minnist ikki rættiliga, hvat hendi aftan á, at eg hevði givið honum taskuna, men eg minnist, at eg, tá eg kom fyri meg aftur, fór út beinanvegin at leita eftir hjálp, greiðir Petra frá.
Tað sást týðuliga, at hon ikki heilt er komin yvir tilburðin enn.
Tvey tey fyrstu húsini, sum hon kom til vóru bæði læst, men í tí triðja vóru fólk í ferð við at flyta inn.
- Tað var ein ung kona, sum hjálpti mær inn og gav mær vatn og kaffi at drekka. Avbera fitt og hjálpsom.
Har frá bleiv so ringt eftir løgregluni og eftir dóttrini hjá Petru.
Petra greiðir frá, at hon ikki heilt minnist alt, sum hendi undir tilburðinum. Hon dugdi ikki at siga nágreiniliga, hvussu maðurin, sum breyt inn, sá út.
- Eg segði also við løgregluna, at eg lá ikki har og eygleiddi mannin. Tað einasta eg sá, var tann blanki knívurin, sum hann helt frammanfyri mær, sigur Petra.
Men eitt ella annað er so hent við Petru, tí á skaðastovuni løgdu tey til merkis, at hon hevði eina stóra kúlu á høvdinum.
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg havi fingið hana, men eg haldi, at hann koyrdi undir meg, áðrenn hann fór avstað, soleiðis at eg fór um koll og smekkaði høvdið í ein borðkant, men eg minnist ikki ordiliga, greiðir Petra frá.
Aftan á tilburðin, sum hendi ein mikudag, var Petra ongantíð einsamøll inni, inntil hon fór heimaftur mánadagin aftaná aftur.
Taskan kom afturíaftur
Taskan, sum Petra gav hesum innbrotstjóvi, bleiv funnin aftur í einum skógi í Esbjerg. Í henni lá pensionistakortið hjá Petru og ein lyklaringur við úthurðslyklinum í.
- Eg var so hørm um handan lyklaringin, tí maður mín, Gullak, átti hann, so eg eri so glað fyri, at hann lá í taskuni, sigur Petra við einum lítlum smíli.
Hon hevði tíbetur tikið bæði ferðaseðil og pass úr taskuni, so tað bleiv ikki burtur. Men tveir pungar og ein sparikassabók eru vekk.
Men tað ger minni, heldur Petra, sum er greið yvir, at hon var sera heppin at sleppa so væl frá hendingini.
Signy, dóttirin, sum bert hevur sitið og lurtað, meðan Petra hevur greitt frá, skoytir her upp í, at tey her heima sjálvsagt fingu boð um tilburðin beinanvegin, og at Petra hevði tað gott.
- Men vit vóru sjálvandi øgiliga kløkk, sigur hon.
Signy leggur aftur at, at tað fyrsta Petra segði, tá hon kom inn aftur til sín sjálvs var, at hon fór aldrin avstað aftur ein túr nakrastaðni.
- Men nú fáa vit at síggja. Mamma má fyrst og fremst koma ordiliga fyri seg, og kunna leggja handan óhugnaliga tilburðin aftur um seg, so fáa vit at síggja, sigur Signy.