Ólasvsøkan er liðug hjá HB

Einasti Skála sigurin á útivølli higartil í ár varð vunnin í høvuðsstaðnum

Eftir ólavsøkuna er tað gerandisdagur aftur. Hjá øllum føroyingum og serliga hjá HB, sum seinnapartin ætlar sær aftur í gamla lagið, eftir at tað ólavsøkuaftan endaði við 2-0 tapi ímóti NSÍ.

Hetta var fyrsta tapið hjá HB síðani í fyrsta umfari.

-Vit vóru greiðir yvir, at úrtøkan fór ikki at vera full í øllum dystunum, men vit høvdu ikki ætlað at tað skuldi vera á ólavsøku, at vit fóru at tapa. Nú er tað farið, og vit hava fokus á næstu avbjóðing, sum er Skála í Gundadali, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen.

Miðvallarin Brynjar Hlödvarsson er leikbannaður, og framrættaðu Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov eru framvegis skaddir.

 

Fyrr í ár vann HB 3-0 inni á Skála. Tá skoraði Adrian Justinussen tvey mál og Teit Jacobsen, sum er langtíðarskaddur og nógv saknaður, eitt mál.

Í fjør var tað tætt, tá ið hesi bæði liðini dystaðust. Tað endaði tvær ferðir málleyst á Skála, og í Gundadali vann Skála 2-1.

Skála hevur bara vunnið einaferð á útivølli higartil í ár. Tað var á Argjum, tá ið Skála vann 2-0.

 

Tað eru stórar avbjóðingar hjá Skála beinanvegin eftir summarsteðgin. Í ólavsøkuumfarinum tapti Skála 3-1 í Klaksvík, og í dag er HB í Gundadali á skránni.

-Vit kenna dygdirnar hjá HB og halda okkum vera væl fyrireikaðar. Sjálvandi er HB favorittur, men vit halda okkum hava møguleika, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.

Brian Jakobsen er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg. Hann var við í fyrra hálvleiki á næstbesta liðnum í gjár. Tí er tað greitt, at Søren B. Nielsen verður fremsti maður hjá Skála frá dystarbyrjan ídag.

Teitur R. Joensen er skaddur.