sínum felags ”systrum”. Royndirnar hjá Tordi á hesum øki gjørdu sítt til, at hann frá 1983 til 2017 var leiðari á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, síðani á Roðanum, tá eldraøkið varð lagt til kommununar [...] hevur royndir á økinum, sum talan er um. Hann var í landspolitikki sum løgtingsmaður og landsstýrismaður frá 1984 til 1998, og hetta gekk hann uppí við lív og sál. Men hann hevði eisini hug á kommunupolitikki [...] fyrsta túrin. So Tordur hevur sum nakar roynt lívsins skúla. Men Tordur hevði ikki hug at halda fram á sjónum, so hann fór at læra til sjúkrasystir, sum tað kallaðist tá. Seinni er tað blivið til “sjúkr
at hava vunnið hvør sítt sett 25-22, gekk javnt á í triðja setti, og soleiðis gjørdist støðan 20-20, tá Fleyr vann næstu fimm stigini og settið 25-20. Við knívinum á barkanum eydnaðist SÍ at vinna fjórða [...] stigið í javnbrótaranum, men síðan gekk skjótt skeiva vegin, og Fleyr legði seg á odda 5-1. SÍ megnaði ongantíð aftur at fáa rættiligt samband við Fleyr, sum legði seg á odda 8-3 og 11-4, áðrenn settið varð
vísti seg at blíva ein Queen’s Gambit Declined! Men tá komið var út á 11. leik minti støðan meiri um ein hálendara, og so koyrdu teir á í fleiri tímar, har støðan var rímiliga jøvn, tó við einum lítlum fyrimuni [...] hendan dreyma riddaran nelgdan fastan á e5. Tá alt var býtt av var tað framvegis Luitjen, sum kundi satsa uppá at vinna. Og mitt í rokanum kundi hann taka svørtu finnuna á d4 og harvið standa við eini finnu [...] finnuna á d4. Høgni kontraði og fekk býtt frúgvarnar av og stóð eftir við einum kvaliteti meira. Og so var tað Høgni, sum kundi satsa uppá at vinna. Men tá Luitjen í 39. leiki flutti bispin á d5 og skákaði
líka leingi, sum eg havi sitið í bygdarráðnum. Tá eg søkti kommunuskrivarastarvið á heysti í 1996 og tók við starvinum á nýggjárinum hin 1. januar 1997, høvdu vit eisini havt kommunuval. Arni Teindal sigur [...] vøkru bygdini, sum Fámjin er. Tað er trupult at finna ein vakrari blett í Føroyum, enn bygdin á vestursíðuni á Suðuroynni er, tó at bygdin í fólkatali er minsta kommuna í Suðuroy. Hóast hetta var ein av [...] Fámjin, tá hann gekk í 4. flokki. - Elin sat sum borgarstjóri í kommununi eini trý valskeið. Eyðdis Ellendersen, sum er ættað úr Øravík, sat sum borgarstjóri í eini tvey valskeið, og nú á triðja skeiði sigur
løgreglan fekk boð um, at ein fullur maður gekk og skeyt við byrsu í Norðdepli. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, og maðurin lat eitt skot av, eftir at løgreglan kom á staðið – Men tað eydnaðist okkum at [...] sigur vaktleiðarin á politistøðini í gjár. Í morgun sigur vaktleiðarin, at maðurin er latin leysur aftur – við eini skuldseting fyri brot á vápnalógina fyri at hava handfarið eitt skotvápn á vandamiklan hátt [...] gáloysni at hava verið til vanda fyri onnur. Ein skuldseting, sum kann tódna til brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Byrsan, hann hevði, var lóglig og skrásett, so tann parturin var
Tað gekk munandi frægari í seinna hálvleiki, men ikki nóg væl til at forða fyri, at Ystad nú er á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðunum. Ísak var effektivur í kvøld. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir [...] hondbóltsdeildini. Á útivølli móti grundspælsvinnarunum og meistaraskapsfavorittunum, Ystad var Sävehof fyri greiðum 32-40 tapi. Longu í steðginum var Sävehof í ringum skørum, tí tá var Ystad á odda 22-15. Tað [...] skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, men hann legði upp til heili átta mál, so báðir føroyingarnar gjørdu sítt í dystinum í kvøld. Komandi hóskvøld mugu Ísak, Óli og liðfelagarnir vinna á Ystad í fjórðu
fullur maður gekk og skeyt við byrsu í Norðdepli. Sum skilst hevur maðurin skotið upp í luftina. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, og maðurin lat eitt skot av, eftir at løgreglan kom á staðið – Men [...] byrsuna frá sær, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Maðurin er nú í varðhaldi hjá løgregluni. – Vit skulu nú avhoyra vitni og gera aðrar kanningar, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Maðurin verður sitandi
sannan finnu storm á tí alt avgerandi miðjuni í talvinum. Hans Kristian beit á og tók a finnuna við frúnni. Gaman í fekk hann eina finnu, og tað var jú legendariski Bobby Fischer, sum á sinni segði: a pawn [...] konga støðuna. Høgni koyri á við d og f finnunum og tá kollfirðingurin eisini valdi at taka c finnuna, endaði tað galið. F finnan kom allan vegin fram á f3, og við frúnni á g4 fekk Hans Kristian ikki vart [...] pawn is a pawn! Men prísurin var, at fúgvin endaði úti á síðulinjuni, meðan Høgni yvirtók kampin um sentrum. Og so gekk tað skjótt. Eftir fáum leikum hótti Høgni beinleiðis mát. Hans Kristian mátti parera
ímyndar skutin á einum báti, sum er komin aftur á støðna. Tveir menn og ein kvinna líta út á sjógv. Hetta leiðir tankarnar á tey sum ikki eru komin aftur, helst eru tey stúrin um onkran. Á ovaru síðu er [...] Elisa Petersen, gekk høgt upp í hetta arbeiði, sum tók fleiri ár. – Fyri mammu gav hetta arbeiði góða meining, tí hon misti beiggja sín í 1966. Arbeiðið við minnisvarðanum byrjaði fá ár aftan á vanlukkuna. [...] staðsetingina, tí minnisvarðin er ein stórur kubbi úr betong og er trupul at flyta, skuldi tørvur verið á tíð. Tað endaði við, at minnisvarðin bleiv settur ovast í kirkjugarðinum. Kirkjugarðurin varð víðkaður
sum eru deyð á sjónum og í øðrum vanlukkum. Fyrsta navnið er frá 1846, tá druknaði ein ungur drongur á Toftavatni. Nógvar skips og bátsvanlukkur hava verið, eitt nú fór ein slupp av Toftum á land í Íslandi [...] minnisvarða á Toftum. Í nevndini sótu fólk av Toftum, Nesi, Æðuvík og Saltnesi. Nevndin skipaði fyri tiltøkum, og farið var hús úr húsi fyri at samla pengar inn til minnisvarðan. Tað gekk skjótt og væl [...] sum hyggja út á fjørðin, og tað tykist greitt, at tær bíða eftir onkrum. Frits Johannesen, grótlaðari av Toftum, hevur gjørt økið rundanum, og grótlaðingarnar sum pláturnar eru settar á. Nes kommuna læt