Tey gingu uppí arbeiðið við lív og sál

Minnisvarðin yvir sjólátin, sum stendur í kirkjugarðinum í Fuglafirði, varð avdúkaður 11. september 1977. Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði var smádrongur tá. Hetta var ein stórur dagur, tí mamma hansara var í minnisvarðanevndini, sum hevði arbeitt væl og leingi fyri at fáa minnisvarðan reistan

Minnisvarðanevndin arbeiddi leingið við at fáa minnisvarða yvir sjólátin reistan í Fuglafirði. Kristian Martin Petersen minnist, at mamma hansara, Ragna Elisa Petersen, gekk høgt upp í hetta arbeiði, sum tók fleiri ár.

 

– Fyri mammu gav hetta arbeiði góða meining, tí hon misti beiggja sín í 1966. Arbeiðið við minnisvarðanum byrjaði fá ár aftan á vanlukkuna.

 

 Um sama mundið komu minnisvarðar í Leirvík, Gjógv og øðrum bygdum. Minnisvarðanevndin í Fuglafirði hugdi eftir minnisvarðum aðrastaðir fyri at fáa íblástur.

 

Støða skuldi takast til staðseting og hvussu minnisvarðin skuldi síggja út. Nógv tíð bleiv brúkt til at samráðast við kommununa um staðsetingina. Týdningarmikið var at finna røttu staðsetingina, tí minnisvarðin er ein stórur kubbi úr betong og er trupul at flyta, skuldi tørvur verið á tíð. Tað endaði við, at minnisvarðin bleiv settur ovast í kirkjugarðinum.

 

Kirkjugarðurin varð víðkaður tá, og minnisvarðin bleiv settur nýggja partinum. Tey í minnisvarðanevndini gingu uppí arbeiði við lív og sál. Skipað varð fyri lutaseðlasølu, basarum og øðrum tiltøkum fyri at savna pening til minnisvarðan. Tað eydnaðist at savna tær 150.000 krónurnar, sum minnisvarðin kostaði. Peningurin kom bæði frá privatum gevarum og vinnulívinum.

 

– Mamma var ofta á fundi í minnisvarðanevndini, og einaferð minnist eg, at vit sóu eina tekning av tí sum tey arbeiddu við.

 

Minnisvarðin bleiv avdúkaður 11. september í 1977. Hetta var ein stórur dagur í Fuglafirði, og tað merktist í bygdini, eitt nú var ein fótbóltur útsettur í ein tíma, so at hann ikki bleiv spældur samstundis sum hátíðarhaldi var.

 

– Eg minnist, hvussu spent mamma var til hendan dagin. Hon hevði tosað nógv um, at nú verður minnisvarðin skjótt liðugur, og eg helt tað eisini vera øðiliga spennandi.

 

Týdningarmikið at hava eitt stað at minnast

 

Minnisvarðin var dekkaður við einum stórum føroyskum flaggi. Tað var Thomas Jensen, sum avdúkaði minnisvarðan og Torkil Beder, prestur, helt vígslurøðuna.

 

Fridtjof Joensen myndahøggari hevur gjørt niðara partin av standmyndini. Niðari partur er gjørdur úr bronsu, og ímyndar skutin á einum báti, sum er komin aftur á støðna. Tveir menn og ein kvinna líta út á sjógv. Hetta leiðir tankarnar á tey sum ikki eru komin aftur, helst eru tey stúrin um onkran.

 

Á ovaru síðu er krossmerkið. Kristian Martin Petersen heldur, at hetta tvíbýtið kann ímynda tað at lívið er tað, sum vit síggja, eisini tá tað gongur illa, men aftanfyri er krossurin, sum ber vón.

 

 Í 2022 helt Kristian Martin Petersen røðu, til minningarhald teirra sjólátnu, tá segði hann soleiðis um krossin á minnisvarðanum.

 

– At syrgja er tungt, og sorg er bæði likamlig og sálarlig líðing. Vónleys sorg er kanska tað ringasta, sum vit kunnu uppliva, og tað er ein uggi at syrgja við vón. Tí er krossurin berandi, men aftanfyri. Minnisvarðin er stoyptur á staðnum har hann stendur, og krossurin úr jarni er gjørdur í smiðjuni í Fuglafirði.

 

Eftir drúgva arbeiðið vóru tey í minnisvarðanevndini sera glað fyri úrslitið. So leingi sum tey vóru før fyri tí, røktaðu tey minnisvarðan og økið rundanum. Minnisvarðanevndin skipaði eisini fyri Minningarhaldi teirra sjólátnu, sum hevur verið hildin við minnisvarðan hvørt ár síðani minnisvarðin varð avdúkaður.

 

 Í dag er tað Fuglafjarðar kommuna sum skipar fyri minningarhaldinum. Kristian Martin Petersen, heldur at minnisvarðar hava stóran týdning, tí nógv eru farin á sjónum, og fleiri eru ongantíð funnin aftur. Minnisvarðarnir og minnispláturnar kunnu tí vera ein ókend grøv, har avvarandi hjá kunnu minnast og syrgja.

 

 Sjálvur hevur Kristian Martin Petersen tvær ferðir hildið røðu til Minningarhald teirra sjólátnu.

 

– Tað er altíð ein heiður at vera biðin at halda røður til almenn tiltøk. Um onkur heldur at egkann geva mítt íkast til tað sum hendur, so plagi eg at siga ja og fyrireika meg væl. Fyrstuferð eg helt røðu var til minningarhaldi í 2004, tá snúði røðan seg um at nógvur føroyingar vóru farnir á sjónum, og um tað at missa. í 2022 valdi eg at greiða frá søguni hjá minnisvarðanum í Fuglafirði. Aftaná komu fleiri at práta, sum mintust hesa tíðina, og høvdu verið við í arbeiðinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Kristian Martin Petersen við minnisplátuna yvir mammubeiggja sín, Kristian Sofus Toftegaard, sum druknaði í Klaksvík í 1966, 28 ára gamal.