17. september 1998 fekk Landssjúkrahúsið eitt gávubræv frá Tryggingarfelagnum Føroyar við einum virði á 7 milliónir krónur, ið nýtast skuldu til ein sokallaðan MR-skannara. Gávan varð latin í sambandi [...] eisini til tíðliga í áttatiárunum, men tá var prísurin munandi hægri enn nú. Fyrsti MR-skannarin í Danmark kom í 1984. Hann varð latin sjúkrahúsinum í Hvidovre, og kostaði hann 30 milliónir krónur. Gevari [...] øðrum kropslutum, ið beinleiðis hava samband við hesi. Og gevur hesin kanningarháttur ógvuliga neyvar myndir, tá kannað verður fyri svullum á heilanum, scelerosu og øðrum heilasjúkum. Eisini er kanningarhátturin
Orð:Jonhard Hammer Myndir: Álvur Haraldsen Tað er vorið langt í millum, at stór kend nøvn innan fyri tónleikarheimin koma til Føroyar at spæla. Men fríggjakvøldið var skipað fyri einari rokkonsert í Í [...] løgdu hart út, og rocktónleikurin pumpaði út úr hátalarinum. Tað sum eykennir konsertirnar hjá DAD í Danmark, er at teir duga so væl at fáa fólkini við sær. Tey syngja væl við, og duga fleiri av sangunum uttanat
eg kenni á mær, at fólk fara at verða ør eftir at koma til Føroyar um eini 10 ár. Tá eg práti við fólk kring allan heimin, kenna tey ikki Føroyar. Men seinni fer hetta at merkja stóra framgongd fyri oyggjarnar [...] tá eg kom hagar, enn at hoyra at tit ætla at loysa frá Danmark, sigur Kolla, - Eg havi ongantíð verið eitt av teimum fólkunum sum elskar Danmark, og vit fóru sjálvi úr ríkisfelagsskapinum í 1944. Føroyska [...] greiðir frá, at heimskendi myndatakarin Israel Colon frá Elite-New York kemur til Føroya at taka myndir av hesum seks gentunum, soleiðis, at tær kunnu fáa hvør sína bók. Eisini fara myndirnar at liggja
íroknaðar eru Føroyar, Ísland og Grønland. Hvør luttakarin kann senda inn í mesta lagi 4 myndir í greinunum Monochrome, Litpappír og Náttúru/litpappír. Eisini kann luttakarin senda inn 4 myndir í teimum 3 [...] Føroyum. Hetta er 3. ár á rað, at norðurlensk myndafólk kappast í Stella Polaris og 217 myndafólk úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og Føroyum sendu inn 1.641 fotomyndir. 104 teirra sluppu ígjøgnum
Orð og Myndir: John Johannessen Danmark, Ísland, Skotland, Grønland og Noreg. Til øll hesi lond hava føroyingar nú beinleiðis flogsamband við sínum egna flogfelag, nevniliga Atlantsflog. Flogleiðin til [...] hann er sera fegin um, at føroyska felagið er farið undir beinleiðis flogsamband millum Noreg og Føroyar. Hann helt, at hetta kom at hava stóran týdning fyri bæði oljuvinnuna og eisini fiskivinnuna. Eisini [...] farleiðina, serstakliga í sambandi við eina komandi oljuvinnu, og segði hon, at hon ætlar sær til Føroyar við Atlantsflog komandi mikudag, tá hon skal á vitjan á Tvøroyri. Formaðurin í Sola kommunu handaði
reklamu fyri Føroyar. Amerada Hess vil byggja føroyingum bát Á fráfaringarsamkonunini, ið var hildin á Scillioygginum, segði Jan frá Amerada Hess, at tann dagin at olja bleiv funnin við Føroyar vildu teir [...] Orð og myndir Jonhard Hammer 28 fjórðingar í ein útsynning úr Lands End liggja oyggjanar Scilly. Navnið á oyggjunum merkir Sóloyggjanar, og tað er kanska ikki ringt at gita, hví oyggjanar hava fingið hetta [...] avklárað markið við bretar. So vónadi verður tað ikki so long tíð, til vit fara at finna olju við Føroyar, og vit síðani fara at fáa ein nýggjan bát at rógva við Møguliga leiga flogfar til Scillyoyggjanar
stjórnaði Havnar Hornorkestri, GHM, og málaði á einum staffeli í stovuni. Hann gjørdi naturalistiskar myndir, eg sá, hvussu hann arbeiddi og fekk hug sjálv at royna. - Sum barn fekst eg mest við at tekna, eg [...] fleyt. Síðani havi eg eisini gingið til undirvísing hjá Torbjørn Olsen. Hon hevur verið á skeiðum í Danmark í grafikki og havt lærarar sum Ib Agger og Bjarne Aggerbo, men serliga hevur hon arbeitt sjálv við [...] nevnir Myrkari enn svart. Hesar eru málaðar í 1994 og súmbolisera svartskygnið, ið lá yvir allar Føroyar. - Vit vóru í eini djúpari og svárari kreppu, og hon gav mær íblástur til myndirnar. Eg einfaldsgeri
pening til ymisk tiltøk. - Í Danmark eru nógvir grunnar, sum vit kunnu søkja, men teir lívga ofta bert donskum tiltøkum, men vit hava t.d. fingið nógvan pening úr Danmark til byggingina av Listaskálanum [...] felagið so boðið limunum hesi fyri bíligan penga, sigur Helgi. Stovnararnir Tað vóru útisetar í Danmark, sum stovnaðu Listafelagið. M.a. Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og Leivur Lützen. - Har vóru nógvir [...] gávurnar, sum savnið hevur fingið og sum eisini hava havt stóran týdning. Savnið hevur ikki bert tær myndir, sum eru inni á savninum. Savnið eigur eisini flestu myndirnar, sum hanga runt á almennu stovnunum
og grafikk kanst tú lætt skapa effektir. Dekorativar myndir eru í mínum hugaheimi keðiligar myndir, tí tað dekorativa heldur ikki og slíkar myndir liva stutt. Tær eru ov eindimensjónellar og tú verður [...] sum skal vera í Norðurlandahúsinum í komandi mánaði. Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi, kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur búð her meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði [...] saman og tosa og kritisera listina. Tíverri eru tey flestu av okkara yngru listafólkum búsitandi í Danmark og aðra staðni. Í Føroyum er tað ógvuliga ringt at klára seg sum listafólk, eingin stuðul er til
bert er galdandi í Føroyum. - Tá eg búði niðri síðst í áttatiárunum hevði Danmark ein mentamálaráðharra, ið segði, at ?Danmark et alt for lille sprogområde til at have en ballet?, skemtar Edward, men vil [...] Orð: Dagfinn Olsen Myndir: Jens Kristian Vang 33 ára gamli klaksvíkingurin Edward Fuglø er útbúgvin í Keypmannahavn á Skolen for Brugskunst í 1991. Síðani kom hann aftur til Føroya og hevur livað av at [...] listin, men tað er eftirtíðin, ið avgerð, hvussu leingi nakað livir, sigur Edward Fuglø, ið heldur Føroyar vera ein eftirbát, tá tað snýr seg um umstøðurnar hjá listafólki. Ikki eru nógv, ið liva sum listafólk