Stella Polaris 99: Norðurlendskar fotomyndir í Listaskálanum

Fyri fyrstu ferð verður Stella Polaris sýningin í Føroyum. Hetta er 3. ár á rað, at norðurlendsk myndafólk kappast um at luttaka í Stella Polaris kappingini og leygardagin letur upp framsýning við vinnaramyndum í Listaskálanum.

Fyri fyrstu ferð verður framsýning av vinnaramyndum frá Stella Polaris myndakappingini at síggja í Føroyum. Hetta er 3. ár á rað, at norðurlensk myndafólk kappast í Stella Polaris og 217 myndafólk úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og Føroyum sendu inn 1.641 fotomyndir. 104 teirra sluppu ígjøgnum nálareygað og teir 12 dómararnir tóku við 208 myndum.


Virðislønir

Fleiri virðislønir vórðu latnar og í alt er virðið á virðislønum í kappingini 80.000 krónur.

Í luttøkutreytunum verður sagt, at myndafólk úr øllum norðurlondum kunnu luttaka, íroknaðar eru Føroyar, Ísland og Grønland. Hvør luttakarin kann senda inn í mesta lagi 4 myndir í greinunum Monochrome, Litpappír og Náttúru/litpappír.

Eisini kann luttakarin senda inn 4 myndir í teimum 3 lýsingarsneiddu greinunum. Í ár skuldu evnini í lýsingarmyndunum vera Statoil: "Det du lige mangler", Nybolig: "En ordentlig bolighandel" og Tryg-Baltica: "Det handler om at være tryg".


Ferðast

Leygardagin 10. juli klokkan 14 letur framsýningin Stella Polaris 99 upp í Listaskálanum. Áður hevur hon verið í Keypmannahavn og í Bergen. Úr Føroyum ferðast sýningin til Helsinki, Malmö, Nuuk og í januar ár 2000 kemur hon til Reykjavíkar.

Hevur ein hug at vita meira um hesa forvitnisligu sýning, har fremstu myndafólk á okkara leiðum luttaka, so ber til at vitja heimasíðuna www.stella-polaris.dk.

Til ber eisini at vitja í Listaskálan, har opið er mánadag-fríggjadag frá klokkan 11 til 17 og leygardag - sunnudag frá kolkkan 14 til 18. Framsýningin er í Føroyum til 18 juli.