Føroyskur kappróður eigur at fara út um landoddanar at kappast

Fyri trimun vikum síðan var manningin á Eysturoyingi niðri á Scillyoygginum og róðu kapp. Við í ferðalagnum vóru eisini umboð fyri tvey oljufeløg, Amerda Hess og Atlants Kolvetni. Eisini vóru umboð fyri føroysku fjølmiðlanar

Orð og myndir

Jonhard Hammer


28 fjórðingar í ein útsynning úr Lands End liggja oyggjanar Scilly. Navnið á oyggjunum merkir Sóloyggjanar, og tað er kanska ikki ringt at gita, hví oyggjanar hava fingið hetta navnið. Veðurlagið er sera gott, og tað er ikki so stórur munur á sumri og vetri. Tað eru einans 9°C á muni millum miðalhitan um veturin og á sumri. Oyggjarnar eru sera smáar, men nógvar í tali, tilsamans 95. Tað búgva einans fólk á 5 av oyggjunum.

Scilly eru ikki nakrar fjallaoyggjar, bara smáir bakkar, men tær eru sera vakrar. Allatíðina sært tú eina nýggja sjón, og tær nógvu víkirnar og nesini gera, at oyggjarnar eru sera vakrar. Sjálvt um landið ikki er eitt fjallaland, so er tað sera fuglaríkt. Mangan verður tikið til, at nú fara fuglarnir suðureftir, tá kuldin kemur til Føroya, men næstan ongantíð verður sagt hvar. Scillyoyggjanar er eitt stað, har føroyskir flytifuglar fara, vit kunna m. a nevna lunda, lomvigu, álku og tjóðfugl okkara tjaldrið.


Liva av ferðafólkið

Tað búgva einans 2000 fólk á Scillyoyggjunum fast, men um summarið kann tað koma heilt upp til 10.000 fólk. Tað er ferðavinnuni, sum fólkið livir av, summarsesongin er sera long. Tað er ikki so nógvur ídnarður á oyggjunum. Teir framleiða blomstur og nakrir fáir fiskibátar eru eisini


Søgan um Giggin

Báturin, sum føroyingar róðu við ,var ein sum onglendingar kalla ein GIG. Báturin er millum 28-30 fót til støddar. Hann var av fyrstan tíð ikki bygdur til kappróður, men var brúktur til loðsbát. Grundin til at tað er so nógv brúk fyri loðsbáti á Scillyoyggjunum er, at har eru so nógvar oyggjar og sker. Av tí ein kundi forvinna nógvan pening við at verða loðsbátur, vóru tað nógvir bátar, sum bjóðaðu seg fram, og tað ráddi um at verða fyrstur út til skipini. Ofta vóru tað nógvir bátar, sum kappast at verða fyrst, og her fingu menn hugskotið at skipa fyri kapping millum bátanar.


Flott úrslit

Tað vóru 65 bátar í kappingini, og báturin sum manningin á Eysturoyingi róði við æt Sowenna. Hetta er ikki av bestu bátum, tí seinasta ár gjørdist báturin nr 18, og tann manningin sum róði við honum gjørdi av at byggja sær ein nýggjan bát.

Kappingin var skipað soleiðis, at í fyrsta umfari róðu allir 65 bátanir í senn. Hetta var ein langur teinur. Róð var fýra kilometrar, og í fyrsta umfari gjørdist manningin á eysturoyingi nr 18 og kom síðani í B-bólkin, har komu allir bátar sum høvdu eina plasering millum 13 og 24.

At verða nr 18 var als ikki eitt úrslit sum eysturoyinganir vóru nøgdir við. Nei, her mátti okkurt gerast. Valt var at leggja um at rógva sum hinir, hetta var ein stór satsing, men tað riggaði. Og Sowenna kom fyrst á mál og vann B-bólkin.

Í finaluni gjørdist Sowenna nr 8, hetta var eitt sera flott úrslit, sum vit føroyingar kunnu verða sera stoltir av, næsta ár er fyrsta plássið málið søgdu róðrarkempurnar úr Runavík.


Framtíðin

Hetta er avgjørt nakað vit mugu fara at satsa uppá, sigur Jóhann Mortensen frá Amerada Hess. Her er ein ítróttargrein, sum vit kunnu gera okkum galdandi í, og tað skal ikki nógv til fyri at vit kunnu teljast millum teir tríggjar teir bestu, sigur Jóhann. Hann heldur, at vit sjálvandi skulu satsa uppá kappróður, tí tað er tjóðarítróttargrein okkara, og vit vita, at tað eru sera nógv gott rórðarfólk í Føroyum . Fyri at kunna náa toppin mugu umstøðunar hjá rógvarinum betrast. Teir mugu venja meir, og vit mugu helst hava ein nýggjan bát fyri at náa toppin. Alt hetta er sera kostnaðarmikið, sigur Jóhann Mortensen, og heldur tað kanska hevði verið eitt hugskot at fingið aðrar fyritøkur eisini at stuðla rógvarunum. Tað kundi verið, at ein fyritøka stuðlaði einum rógvara, so teir møguliga kundu vant í 14 dagar áðrenn kappingina.


Nógvar kappingar

Tað er ikki bara á Scillyoygginum, at tað verður róð kapp, sigur Jóhann Mortensen. Vit eru bodnir at koma til Hollands og til Suðurafrika at rógva kapp. Tað er eingin avgerð tikin, um vit fara at tekna okkum til nakra kapping, sigur Jóhann. Vit mugu fyrst fara at kanna, hvat tað kostar at luttaka. Hann leggur aftrat, at áhugin fyri at fáa føroyingar at rógva er sera stórur eftir túrin á Scillyoyggjunum, har gjørdi manningin á Eysturingi eina sera góða reklamu fyri Føroyar.


Amerada Hess vil

byggja føroyingum bát

Á fráfaringarsamkonunini, ið var hildin á Scillioygginum, segði Jan frá Amerada Hess, at tann dagin at olja bleiv funnin við Føroyar vildu teir byggja føroyingum ein nýggjan bát. Hetta er kanska ikki so langt frá nú. Tá ið vit hava fingið avklárað markið við bretar. So vónadi verður tað ikki so long tíð, til vit fara at finna olju við Føroyar, og vit síðani fara at fáa ein nýggjan bát at rógva við


Møguliga leiga flogfar

til Scillyoyggjanar

Scillyoyggjanar mugu upplivast. Hetta var niðurstøðan hjá øllum ferðalagnum, og tað var eisini greið semja um, at vit eiga at fara niðuraftur næsta ár at rógva. Fyri at gera tað møguligt at fáa fleiri ferðafólk niður til Scillyoyggjanar, fara vit at kanna, um tað letur seg gera at leiga eitt flogfar til Onglands, sigur Jóhan Mortensen. Grundin til at tað verður kannað, hvat tað kostar at flúgva beinleiðis til Onglands er, at tað kostar so nógv at ferðast gjønnum Danmark. Vit rokna við, at tað er nógv bíligari at flúgva til Onglands, og síðani sigla út til Scillyoyggjanar. Um tað ikki er ov kostnaðarmikið, rokni eg við, at tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið ferðafók við til Scillyoyggjanar, sigur Jóhann Mortensen at enda.