somuleiðis tveir prestar og aðrir leiðandi menn. Her vóru høg og lág, religiøs og ikki-religiøs vóru millum teirra, sum vildu æra okkara farna bróðir og fylgja honum til gravarbakkan. Brend og eg søgdu nøkur orð [...] nøkur av sínum børnum og bygdarfólk vunnin fyri Frelsaran. Hann hevur leingi biðið og bíðað eftir hesum, og vit kundu gleðast saman. Evangeliska blaðið Naade og Sandhed, sum Brend og eg hava givið út síðan [...] er á donskum, og vit hava enntá haldarar í Danmark og Noregi. Vit fáa brøv við tøkk og vitnisburðum um, at blaðið hevur verið til signing fyri manga sál og hevur lýst upp mangt hjarta og heim í Føroyum
sum var timburmaður og gravari. Sigga var onnur kona hansara. Sigga og Jákup fingu fimm børn saman, men bert eitt kemur undan, og tað var Magnus, sum var ein kendur arkitektur og byggimeistari. Hjá teimum [...] Victor, kendur sum trúboðari og Gunnar, kendur sum skipari. Onnur systkin teirra vóru Elsa, Lisa, Betty og Petur. Postmeistarin var ógvuliga gudrøkin og royndi at geva Daniel góða og kristiliga uppvenjing, men [...] n, og kom til tann sjúka og dróg fram fuglaklógvar og annað tilfar, sum varð blakað á bálið. Tá kom maðurin fyri seg aftur. Var við til at avdúka fólkatýning í Congo Tað sum henda frásøgn fyrst og fremst
tey eru friðar- og skilafólk, sum hava verið av bestu grannum. Anna og John eiga fýra børn. Tey eru Jóannes, Ásmund, Magna og Svanhild. Tey eiga so 11 barnabørn og fyribils 19 langabba- og langommubørn. [...] Norðragøtu, dóttir Anniku og Jóannes á Fløtti. Tað skal sigast, at tað hevur verið nógv samband millum Gøtu og Klaksvík og hevur hetta ført til, at nógv gøtufólk eru flutt til Klaksvíkar og hava stóra ætt har [...] eftirkomararnir kunnu brúka hann. Nú kann eg takka mínum børnum og abbabørnum, og ikki minst mínum góða sperriluti fyri stuðul og hjálp og siga við skaldinum: Tøkk havi Gud fyri lívið. Tú eina kann veita
lágum og miðal inntøkum. Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum skattalætta. Harra formaður Hendurnar á arbeiðsmarknaðinum eru burðardygdin í einari og hvørjari [...] millum eystur og vestur er av, og okkara partur av heiminum kenst munandi tryggari enn fyri 30 árum síðani, er ófriður og ótrygg viðurskifti mangastaðni í heiminum. Eisini millum eystur og vestur økist [...] møguleikan at búgva trygt og væl, ikki minst, um tú hevur serligar avbjóðingar. Fleiri nýggj bútilboð eru og verða nú veruleiki. Í fjør læt bú- og virknistilboð til ung við menningartarni og autismu upp í Havn
Gud hjálpi og læri meg at boyggja meg undir hansara vilja, sum er tann besti, og sum hevur makt í himli og jørð.1 ár og 4 mánaðir høvdu vit ring saman.Gud vælsigni okkum.” Bæði umrøddi ringur og dagbókin [...] ber skeið, og smildrar skeið - er okkara dýra leið. Væl stýrdi køna hond, tá kavaguvan fjaldi lond, og brot í íðu vóð, og brim í grasið stóð. So manga skaðanátt tit nýttu tykkar ytsta mátt og tykkar besta [...] til. Hátt tykkar verk er mett. - Nú flagg á topp, hvítt, blátt og reytt, og havsins kvæði enn tit kvøðið, havsins menn. Og báran brøtt og blá, sum mangan vandaleikin sá, hon er - tað svitast ei - vár egna
falla og stungu báðar keturnar á tamb. Um 8-tíðina gekk hann eitt sindur meira vesturá við meira jøvnum vindi, men hann vaks vindin í hvørjum, og um middagsleitið stóðu hav og himmal í einum roki, og eingin [...] kjølinum, salt og fiskur tveittust upp undir dekkið og yvir í leborð, og allar stútturnar í lastini kvettust av. Til alla eydnu skrædnaði stórseglið í tveimum støðum, so at sjógvurin setti úr, og skipið reistist [...] Sigurbjørg Tóradóttir, selur tá garðin og fór við tveimum børnum fyrst til Canada og síðan til Norður Dakota í USA. Dóttirin kallaðist Oddny Kristin Soffía. Hon bleiv gift og fekk børn, men flutti longur vestur
slangur og tílíkt. Tá ið tey komu framvið trø, smurdu tey smør uppá træið og løgdu kaffi og annað niðurvið. Tey boyggja seg framyvir og biðja um, at andarnir í trænum vilja leiða tey rætta leið og vera hjá [...] bygdina Bakaule. Her er frálíkt útsýni, og tú sært fjøllini blána burtur í fjarleikanum. Men annars er her turt og berligt og lítil vøkstur. Tí longdist bæði fólk og fenaður eftir regni. Av tí, at vit vóru [...] barnasjúkur og eygnasjúkur. Smábørnini fingu ofta leyst lív og spýggju. Tá fer øll vætan út úr kroppinum, og so hava tey ta sannføring, at tey endiliga ikki mugu drekka. Tá blívu tey verri, og so doyggja
tey. ##med7## Góðu tit øll, Tað er gott at vera á landsfundi í Suðuroy aftur. Tað er einki roks við suðuroyingum. Tað, sum tú sært, er tað, sum tú fært. Og gjøgnum ár og dag hava vit sæð og hoyrt nógvar [...] til dagin og vegin. Flestu húsarhaldini eru framvegis bundin at dýru og dálkandi oljuni. Tað besta fyri bæði umhvørvið og húsarhaldini er, at vit skjótast gjørligt leggja um til bíligar og reinar varandi [...] frameftir, skjótt og effektivt. Tá støðan er soleiðis flúgva tímarnir avstað í gerandisdegnum. Og vit hava bara orku til okkum sjálvi. Eg skilji tað væl. Tíðin er knøpp. Vit renna og renna, men kenna
verður sáað, verður einki at heysta. Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men táið hann sá [...] grasið og kom uppá turt. Nú rann eg móti vegnum og stillaði meg mitt á vegin. Eg veittraði og bað hann stegða, men hann floytaði bara og koyrdi framvið. Í skýmingini sá eg nú ein mann við byrsu og nøkur [...] klárt og týðiliga, lóg og evangelium. Allar staðir, har Guds orð verður boðað, eru tað nøkur, sum verða frelst. Men sumt fell í góða jørð og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt
fitaðir til oksar, og tað var ein stórhending, tá ið Smiril kom eftir teimum. Teir fingu sela um seg og vórðu koyrdir á sjógv og síðan hivaðir umborð á Smiril. Mykinesoksar vóru tiltiknir, og teir vórðu sendir [...] beiggi og ein systir doyðu av tuberklum í Keypmannahavn i 1930. Mikines var staddur niðri tá og skuldi skipa fyri at fáa líkini til Føroyar og út í Mykines. Í 1934 doyggja so fleiri skyldmenn og vinmenn [...] Mykinesi. Hon er fødd í 1920, og hevur tí verið 13-14 ár, tá ið Neptun gekk burtur. Hon minnist hetta væl og dugur væl at greiða frá. Hon hevur greitt frá umstøðunum hesa tíðina og annars um lívið í Mykinesi