1. partur
Mamman kendi H. C. Andersen
Ludvig Daniel Jacob Danielsen var sonur Siggu, ella sum hennara fulla navn var Sigrid Frederikke Angelica Danielsen, (1. 1. 1841-18.01.1922).
Foreldrini hjá henni vóru Daniel Danielsen, timburmaður í Havn, og Lise Margrethe Reinert, ættað av Nesi.
Tað er ógvuliga lítið, fólk vita um Siggu sum unga. Men sagt verður í ættini, at hon sum ung genta plagdi at trilla Niels Finsen í barnavogni.
Sigga fer til Danmarkar í 1865, har hon var í húsi hjá eini ríkari familju, har ævintýrskrivarin H. C. Andersen plagdi at koma.
Sigga kemur fyri barn við einum ”smedesvend”, sum æt Ludvig Jørgensen, og hon fær ein son tann 25. juni 1871. Bústaðurin hjá henni var Nørrevold 40, sum er mitt í Keypmannahavn. Hetta er gøtan sum í dag kallast Nørre Voldgade, har S-støðin Nørreport liggur. Nummar 40 er ikki til í dag. Hetta húsanummar er horvið millum nr. 38 og 42.
Upkallaður eftir ókenda pápanum
Drongurin verður doyptur í Vor Frue Kirke, dómkirkjuni í Keypmannahavn, sum liggur í Nørregade, sum gongur oman frá Nørrevold. Hann verður doyptur tann 25. oktober sama ár, og hann fær navnið Ludvig Daniel Jacob Danielsen. Sum tað sæst er Daniel eisini uppkallaður eftir pápa sínum, sum ikki hevur verið heilt gloymdur. Ludvig navnið hevur hann kortini ikki brúkt.
Sigga kemur nokk so skjótt aftur til Føroyar, tí tann 26. apríl 1874 giftist hon við Jákup á Kamarinum, sum var timburmaður og gravari. Sigga var onnur kona hansara.
Sigga og Jákup fingu fimm børn saman, men bert eitt kemur undan, og tað var Magnus, sum var ein kendur arkitektur og byggimeistari. Hjá teimum á Kamarinum verður Daniel framvegis kallaður ”onkil Dánjal”, og tey hava eisini givið síni íkøst til hesa søgu. Í morgin verður teirra grøv umrødd í røðini ”Hendur ið sleptu”.
Fer av landinum
Sigga var systir postmeistaran og sparikassastjóran Christian Cornelius, vanliga skrivaður C.C. Danielsen í Havn, og Dollin, sum hann var kallaður í uppvøkstrinum, kom at vaksa upp hjá honum og konuni Onnu Sofíu. Daniel varð konfirmeraður í Havnar kirkju 2.mai 1886.
Ein beiggi C.C. Danielsen var sýslumaðurin D. J. Danielsen í Søldafirði, sum var pápi Victor, kendur sum trúboðari og Gunnar, kendur sum skipari. Onnur systkin teirra vóru Elsa, Lisa, Betty og Petur. Postmeistarin var ógvuliga gudrøkin og royndi at geva Daniel góða og kristiliga uppvenjing, men hann var rættiliga buldrasligur ella, sum hann sigur sjálvur, eini rættiligur íspegil.
Á ungum aldri, um 18 ára gamal, fór Daniel til Skotland og lærdi til maskinmeistara. Nøkur ár sigldi hann við enskum damparum, sum fluttu emigrantar til Amerika. Hesa tíðina hevði hann tveitt alt, sum kallaðist religión, frá sær.
Men á einum útimøti í Glasgow, tá ið hann varð 27 ár, varð hann umvendur. Og tað var ein umvending við lít. Hann slepti øllum verðsligum. Tað mest verðsliga hann kundi gera seinni í lívinum var sambært A.W. Sloan, at hann kundi freistast til at lesa meinaleysar tekniseriur, um hann rann seg fram tær!
Congo var snarvegur til himmals
Hann kom eina tíð at virka í eini sjómansmissión í Glasgow. Eftir at hava virkað her eina tíð, var hann eitt ár á missiónsskúlan Harley College í London at fyrireika seg at gerast trúboðari. Hann kom at virka fyri Congo Balolo Mission, CBM, sum upprunaliga var grundað av David Livingstone.
Danski rithøvundurin Peter Tygesen sigur um Harley College, at tað ”var en ganske særlig missionsinstitution, vokset frem af datidens karismatiske bevægelse og oftest blandt samfundets laveste. Mange af deres prædikanter optrådte på pladser og gader eller i primitive forsamlingshuse.
Sømandsmissionen var et af deres særlige bevågne områder, ofte foregik dette arbejde direkte på skibene eller på kajen”.
At fara til Congo var nú ikki bert sum at siga tað. Av 36 trúboðarum sum fóru hagar árini 1889-1902 doyðu teir 29 av ymiskum sjúkum. Trúboðarar skriva eisini í brøvum heim, at ”Congo var ein snarvegur til himmals” og ”Afrika drepur tey sum elska tað”.
Daniel fór til Congo í 1901. Her kom hann at virka á missiónsstøðini í Bonginda, sum liggur einar 1.000 km inni í landinum við eini á, sum rennir í Congoánna.
Hann var maskinmeistari á bátum hjá missiónini, sum kallaðust Livingstone og Pioner. Congoáin var høvuðsfarleiðin í Congo. Sjálv høvuðsáin er 4000 km long, men við teimum áum sum renna í hana er farleiðin einar 18.000 km. Tá var tað nærliggjandi hjá missiónunum at fáa sær egnar bátar at ferðast við.
Her kann verða skoytt uppí, at í almennari umrøðu hevur ivi verið um, hvørt Daniel veruliga var trúboðari. Vanligt var at kalla eisini tey, sum mannaðu trúboðarabátar fyri trúboðarar. Men Peter Tygesen sigur, at tann veruleiki, at hann hevur verið á Harley College, er ein váttan um, at hann veruliga hevur verið ”rættur” trúboðari.
Setti medisinmann uppá pláss
Tað er ikki nógv, sum er skrivað í Føroyum um hansara virksemi í Congo. Men Andrew Sloan skrivar, at sagt varð, at Daniel var djarvur og ráðklókur maður. Hann var eisini sera skemtingarsamur, hetta kom honum ofta væl við. Tað hendi seg, at innfødd komu til hansara at fáa tikið avgerð í trætumáli, sum ikki altíð hevði nógv uppá seg. Kortini kundi hetta fáa teir at skúma av øði móti hvørjum øðrum. Dráp kundi liggja í luftini, og vandamikið kundi vera at taka dagar ímllum partarnar.
Her lá væl fyri hjá Daniel. Við sínum skemtingarsama lyndi kundi hann fáa teir at fara frá øði móti hvørjum øðrum til, at teir kundu velta sær á jørðini í skellilátri. Tá var ikki langt frá eini semju.
Vit hava fingið upplýst, at tað var sera vanligt í Congo at fáa ein ”hvítan mann” at royna semju í trætumálum í ein solkallaðum palaver. At Daniel hevur verið við til hetta merkti eisini, at hann hevur verið skjótur at læra seg málið. Tað hava vit eisini fingið váttað frá aðrari keldu.
Meira álvarsamt var at koma í holt við medisinmenninar og teirra kynstur. Ein innføddur, sum var í tænastu hja Daniel var blivin sera sjúkur og var deyðanum nær hóast alt, sum varð gjørt fyri hann. Tað kom fram, at hann var gandaður av medisinmanninum á staðnum. Daniel fór til hansara og kravdi, at hann skuldi loysa sjúka mannin úr banninum. Hetta vildi hann ikki, og Daniel hótti so við at melda medisinmannin fyri belgisku myndugleikunum, sum høvdu bannað slíkt kynstur. Tá ræddist medisinmaðurin, og kom til tann sjúka og dróg fram fuglaklógvar og annað tilfar, sum varð blakað á bálið. Tá kom maðurin fyri seg aftur.
Var við til at avdúka fólkatýning í Congo
Tað sum henda frásøgn fyrst og fremst snýr seg um er tað arbeiði, sum Daniel gjørdi mótvegis teirri kúging av fólkinum í Congo, sum belgiski kongurin Lepold II stóð fyri.
Hesin partur av hansara virksemi snýr seg bert um hansara seinastu tveir mánaðir í Congo, men tað eru eisini teir, sum gera hann til ein part av heimssøguni.
Í okkara føroysku keldu verður sagt, at hann var ein av teimum, sum klagaðu til ensku stjórnina um hesi viðurskifti. Tað er spell, at tað finst einki skjalprógv í Føroyum um tað, sum hann hevur greitt frá.
Men tað, sum vit vita er, at Daniel var við í teirri kanning av viðurskiftunum í Congo, sum bretski konsulin í landinum Sir Roger Casement stóð á odda fyri vegna bretsku stjórnina í 1903, og her er tað, at Daniel kemur inn søguna.
Hann kom nevniliga at sigla sum skipari og maskinmeistari á tí bátinum, sum var leigaður til hesa kanning, og eigur hann eisini sín part av henni.
Ein onnu ábending um hansara virksemi fyri fólkinum er, at belgisku myndugleikarnir fingu so ringt eygað á Dollan, at hann fekk trupulleikar við at fáa uppihaldsloyvi í Congo endurnýggjað.
Tá ið Daniel kom aftur til Bretlands seinast í 1903 sigst, at hann hitti uttanríkisráðharran Lord Lansdowne, har hann greiddi frá viðurskiftunum og frá umrødda kanningararbeiðinum í Congo.
Greitt verður meira frá hesum í komandi pørtum
Skakandi ljósmyndir í Klubbanum
Fyrst í 1904 kom Daniel á vitjunarferð til Føroyar og førdi hetta til, at hann búsettist her. Tað er ógreitt, um hann als ikki fór avstað aftur, ella um hann er farin og so komin aftur seinni sama ár.
Í hesum sambandi helt hann fyrilestrar um sítt virki í Kongo.
Tann 9. marts 1904 stóð fylgjandi lýsing í Tingakrossi:
Lysbilleder fra Afrika
I Aften Onsdag og Lørdag Aften Kl. 8 vil Missionær D. J. Danielsen i Klubbens Teatersal forvise Lysbilleder fra Congostaten fremstillede efter originale Fotografier optaget af ham selv og omfattende Landkort, Landskaber, Folkeracer, Optrin fra den engelske Missionærers og de belgiske Selskabers Civilsiationsværk i Afrika m.m.
Entré: 25 Øre erlægges ved Indgangen.
Í sama blað er ein soljóðandi grein:
En enestaaende Forevisning
Missionær Daniel Danielsen der for ca. 15 Aar siden rejste her fra Byen som Maskinist, og som for nylig er hjemvendt fra sin Gerning i Central Afrika paa et kort Besøg, vil i Aften og paa Lørdag give sine Bysbørn Anledning til at se en række Lysbilleder fremstillende Natur og Folkeliv i Kongostaten og – fremfor alt Optrin af det Rædselsregiment, som Belgiens Kapitalistinteresser har skabt derovre. Som enkelte af vore Læsere maaske vil erindre, bragte vi i August Maaned i Fjor en beretning (verður endurprentað í einum seinni part) om disse Skændigheder, der for nogen Tid siden har bevæget den engelske Regering til at gribe ind og gennem en udsendt Konsul skaffe paalidelige Oplysninger desangaaende. Denne Konsuls Tolk og Ledsager har Hr. Danielsen været, og han har efter sin hjemkomst til England holdt talrige Foredrag om det sørgelige Emne, ved én Lejlighed endog for en Tilhørerkreds af 3000 Mennesker.
Det er altsaa om disse Forhold, at Hr. Danielsens Lysbilledforestilling og Foredrag i Aften vil handle. Blandt Billedsamlingen, der omfatter over 80 Forskellige Optagelser, findes nogle direkte fotograferede efter lemlæstede Kongonegre, hvem de belgiske Tyranner og deres Soldater har berøvet højre Haand – et almindeligt brugt Straffemiddel derovre. At den berejste Missionær ikke vil lade Lejligheden gaa hen uden samtidig at fortælle om den Barbarisme fra de hvides Side, som han selv under sit to-aarige Ophold blandt Menneskeæderne har været vidne til, tør man da ogsaa tillade sig at haabe.
En saa sjælden og interessant Aften til saa ringe en Betaling har tilfulde fortjent og kan sikkert ogsaa paaregne propfuldt Hus.
Ikki mannaátarar
Fyrst skal sigast, at tá ið Tingakrossur tosar um mannaátarar, so var Daniel als ikki saman við mannaátarum. Sambært serfrøðingum var kannibalisma sera sjáldsom í Congo. (Annars gongur tann søgan enn millum fólk, at Dollin skuldi siga, at mannaátararnir skeittu ikki um at eta hann, tí hann var so rak!)
Tað nýggja í hesum stubba er, at Daniel skal hava havt fyrilestrar í Bretlandi um støðuna í Congo. Hetta er ikki umrøtt í nøkrum av okkara keldum. Men í so fall hevur hann verið ein av teimum fyrstu, sum hevur gjørt hetta. Helst hevur hetta virksemi hjá Daniel verið í kristiligum samkomum.
Lysbilleder paa Viderejde
Í Dimmalætting er seinni í mars soljóðandi stubbi:
”Paa Viderejde havde man i sidste Uge et fornøjeligt Besøg af Hr. Missionær D. Danielsen, der i 2 Aftener fremviste Lysbilleder fra sin Virkekreds i Kongostaten. Da det er første Gang, at Lysbilleder er fremvist her, er det ikke saa underligt, at det hidkaldte talrige Tilskuere, saa meget mere, som det var de Mærkeligste Mennesker og den mest sjældne Natur, der blev fremstillet. Den 3dje Sammenkomst var til et Bibelsk Foredrag, holdt paa Færøsk, som saavel i Sprog som i Indhold var udmærket, ja næsten fængslende for Tilhørerne, om jeg saa maa sige.
Man benyttede til disse Sammenkomster det største Lokale man havde, og hver gang har det været stuende fuldt.
Man undlader ikke hermed at tilsende Missionær Danielsen en oprigtig Tak for den Beredvillighed og Umage, han udviste her og man ønsker ham Held og Lykke i hans fremtidige Virken.
Viderejde, den 21de Marts 1904
H.J.
Á hesum sýningum sóust eisini, sum greitt er frá, myndir av fólki, sum hendurnar vóru høgdar av. Júst hetta var ímyndin av tí ræðuliga stýrinum hjá Leopold, soleiðis sum tað verður greitt frá í komandi greinir. Hesir fyrilestrar vaktu sum vera mann miklan ans millum fólk.
Giftur við Linu
Daniel var í 1904 giftur við Linu, dóttir Cathrinu Henrikku f. Viderø av Viðareiði og Joen Niclasen av Skálatoftum. Tey vóru føroyingar, sum búðu í Leith. Lina var fødd 11. mai 1878. Hon fekk eitt vanligt kirkjuligt uppdragilsi. Hetta var tó ikki nóg mikið fyri hana, og hon varð umvend tann 7. november 1903. Hetta er beint eftir, at Daniel er komin heim úr Congo. Tað kundi bent á, at tað er í hesum sambandi, at tey bæði hittast.
Í Tey bygdu Land verður greitt frá, at Jógvan f. 1846 sum ungur slapp við skotskum línubáti, sum hann plagdi at fiska goggur fyri í Haraldssundi. Úrslitið er so, at hann og konan búsetast í Leith í Skotlandi. Sagt verður, at tað var vanligt at bretar veiddu við línu undir Føroyum hesa tíðina.
Jógvan er deyður, tá ið Lina var 17 ára gomul, og tá varð heimið upployst. Tey komu at flyta úr stað í stað.
Lina kom at arva eini hús á Viðareiði, og hesi gjørdust fyrsti fundarsalur hjá Brøðrasamkomuni í bygdini. Hesin fekk annars stólar frá gamla Sloans sali, sum í 1903 varð avloystur av Ebenezer.
Cathrina Henrikka átti eina systir, Elspa, sum giftist við einum Havnarmanni, ið æt Sakarias Poulsen. Tey búðu eisini í Leith og áttu børn. Tað kundi verið áhugavert, um nakar veit meira um hetta.
Foreldrini hjá teimum báðum systrunum vóru Elsebeth Simonsdatter og Simon Danielsen úr Miðstovuni á Viðareiði.
Fyrsta ferðaorgul
Dollin og Lina komu at virka sum trúboðarar í Føroyum í 12 ár.
Lina hevði eina góða sangrødd. Hon sang og spældi á eitt ferðaorgil, sum Daniel hevði við sær úr Skotlandi. Kanska fyrsta ferðaorgul, sum var í Føroyum.
Daniel ferðaðist dúgliga kring landið. Gjøgnum skotska bíbliufelagið útvegar hann fólki bíligar danskar bíbliur.
Tað var ikki altíð, at fólk vóru so blíð, men hetta dugdi hann væl at taka. Einaferð segði Daniel við ein illan mann í eini bygd, har hann helt møti: ”Oy, oy, eg havi sæð illari mann enn tygum í Afrika.” Hann brátagnaði.
Congo í Havn
Daniel búsettist í Havn. Hansara snotuliga, vælinnrættaða lítla hús – tey vóru tveyeini – og vælhildna urtagarð við Bines kilde, í dag Landavegur 54, var eitt hugnaligt stað at vitja inn til. Nógv vóru eisini tey, sum nutu gott av blíðskapinum hjá teimum báðum. Har var opin eldstaður sum í Bretlandi við skinnteppi frammanfyri og djúpum lenistólum. Veggirnir vóru umframt at vera prýddir við myndum, eisini prýddir við afrikanskum lutum sum bogar og pílar, summir við eituroddum, spjót og knívar, skjøldur og skinn av villum djórum, sum Daniel sjálvur hevði skotið. Aðrir lutir søgdu frá liviháttinum hjá fólkinum, og fleiri høvdu sína serstaka søgu.
Men hugnaligast var at vera savnað um orglið og lurta eftir og eisini at syngja við, tá ið Lina sang.
Bræv frá mammubeiggjanum
Daniel var sum sagt heilsubrekaður, tá ið hann kom til Føroyar orsakað av teirri malaria, hann fekk í Congo. Hann spardi seg kortini ikki í síni ferðing um landið, sum kundi vera stríggin
tá í tíðini.
Um prædikuvirkisemið hjá Dollanum fara vit at endurgeva úr brævi sum mammubeiggin Daniel J. Danielsen, sýslumaður í Søldafirði, tann 4. mars 1912 skrivaði til William G. Sloan.
Her skrivar hann millum annað:
”Min Søstersøn Daniel kom med sin Hustru hertil i Løverdags og agter at rejse med Postbaaden til Thorshavn i Morgen med Postbaaden.
Vi havde Forsamling her i Gaar Aftes, og der kom saa mange Folk, at baade Stuen og Kjøkkenet var fulde. Det var et herligt Møde og Daniel talte meget godt og klart om, hvad Jesus har gjort for os og om, at vi ved troen paa Ham faar Vished om, at vi ere frelste. Han taler altid paa vort eget Sprog, jeg tror at ulærde Folk forstaa det bedst.
I Aften var der atter Forsamling, men desværre var Vejret saa daarligt med megen stærk Regn, saa kun faa kom, men han talte meget smukt og folk hørte opmærksomt efter.
I Fuglefjord havde han ogsaa holdt møde, men der havde nogle raa og udannede Mennersker voldt Forstyrrelse”.
Orkaði ikki meira
Í 1915 var tað greitt, at Dollin var deyðamerktur. Sambært læknunum kundi hann longt lívið, um hann tók tað meira við løttum, men hann koyrdi á við somu ferð. Í 1916 lat hann seg eftirlíka at fara til Keypmannahavnar at søkja sær læknahjálp á Finsens Institut for Indre Sygdomme. Hann fór niður í juli, men áðrenn tað fór hann á eina missiónsferð inn til Søldafjarðar. Her hevði hann fyrsta dópin í Søldafirði, Victor Danielsen var tó doyptur frammanundan. Tað sigst, at hann tá var so ússaligur, at hann bert orkaði at doypa tann fyrsta av fleiri. Tá mátti onkur annar taka yvir.
Hann var tveir mánaðir á Finsen. Her fekk hann kortini at vita, at einki kundi gerast við ta hjarta- og livrasjúku, sum hann stríddist við. Tey fóru tískil aftur til Føroyar við ferðamannaskipinum Vesta tann 4. oktober og komu á Havnina 14. oktober 1916. Tá ið hann kom heim stóð beiggi hansara Magnus fyri honum. Tað vóru tey, sum løgdu til merkis, hvussu Magnus kysti sína deyðasjúka beiggja, sum andaðist longu tveir dagar seinni, bert 45 ára gamal.
Annars skrivar Magnus Dam Jacobsen í bókini ”Í Grønlandi við Kongshavn”, at átrúnaðarliga vóru hálvbrøðurnir ikki samdir. Magnus var grundtvigianari og háskúlamaður, og pápi Magnus, Jens, mintist mangan títta fótatraðk teirra uppi á loftinum, tá ið teir loftaðu orðum um andaligu áhugamál teirra.
Naade og Sandhed
Ein táttur í virkseminum hjá Daniel var, at hann í 1915 saman við Arthur Brend, ein enskur trúboðari í Føroyum, fór at geva út eitt kristiligt mánaðarblað, sum kallaðist Naade og Sandhed.
Blaðið kom út inntil 1924, so tað vóru bert tey tvey fyrstu árini, tað eydnaðist Daniel at vera við. Tá var upplagið komið uppá 800, og tað var ikki so lítið. Kostnaðurin var sera sámiligur nevniliga 85 oyru fyri árið. Illa staddar einkjur og ”fattigmedlemmer” fingu blaðið ókeypis. Tað verður eisini sagt, at Daniel sjálvur gav munandi tilskot til blaðið.
Her vóru vitnisburðar hjá teimum báðum hjúnum á prenti, og tá ið Daniel doyði hevði blaðið eisini minningarorð um hann. Nógvir av upplýsingunum í hesi grein eru úr hesum blaði. Teir hava eisini verið grundarlagið fyri nevndu frásøgn hjá A. W. Sloan.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at í hesum blaðið verður ikki eitt orð nevnt um Congo, tó sæð burtur frá umrøddu minningarorðunum. Tað er ikki fyrr enn í 1923, at Congo verður nevnt. Her verður sagt, at ein trúgvandi føroyingur árið frammanundan hevði givið eina gávu til ein trúboðara í Congo. Trúboðarin vildi gera eina missiónsferð til ymiskar bygdir fyri peningin, og trúboðarin skrivaði aftur fyri eina frágreiðing í blaðnum um ferðina. Men tá vóru viðurskiftini hjá fólkinum munandi batnað.Minningarorð
Naade og Sandhed hevði í November 1916 minningarorð um Daniel J. Danielsen. Tey vóru uttan iva skrivað av Arthur Brend. Her lýsur hann væl Daniel og hansara stíl, og skal her verða endurtikið nakað av tí, sum hann skrivar:
”Med Missionær D. J. Danielsens Bortgang har Færøerne mistet en af sine bedste Sønner og en, som var kendt og agtet over hele Landet. Hvor gæstfri han var i sit hjem er kendt af alle.
Han var en uforfærdet Prædikant og hans helstøbte kristne Karakter var vidt og bredt skattet af enhver, de vilde den rette Vej, samtidigt som det skaffede ham ikke saa faa Uvenner hos mange af dem, som kun vilde være Navnkristne, og lig hans Frelser og Mester kendte han til Forfølgelse og bitter Modstand til sin sidste Stund.
Han besjæledes ofte tidligere af den strenge Elias Aand. Dette inrømmede han – som den ædle Karakter han var – ofte selv. Men om han lige trofast og uforfærdet forkyndte Sandhedens Vej, var der et mere mildt Præg ved hans Væsen i de senere Aar.
Hvad Missionær Danielsen var, det var han med Liv og Sjæl, og man har sagt at, de enkelte som var ham imod var gerne saadanne, som følte sig trufne af hans ligefremme Forkyndelse.”
Um hansara seinastu tíð niðri verður sagt, at ”han fik den bedste Pleje og Lægebehandling, men samtidigt som han fra mange Venners Side mødte den hjerteligste Deltagelse og Kærlighed, blev han i samme Stad (t.v.s. í Keypmannahavn) Genstand for et ukristeligt Overfald paa hans Arbejde og Karakter, der tog stærkt paa hans nedbrudte Helbred.”
Her sæst, at DJD hevur verið ein maður, sum bæði hevur fingið vinir og óvinir, og óvinirnir hava hildið á til tað seinasta, sum tað verður sagt í endanum av tí, sum her verður endurgivið. Men hetta hevur verið ein partur av hansara lyndi, soleiðis tað eisini kom fram í Congo, sum tað fer at verða greitt frá.
Sjey talarar á grøvini
Gravarfylgið var stórt, bæði av Havnarfólki og úr ymsum bygdum. Trý lið av ættarfólki bóru hann til gravar. Tá hevur kistan verið borin allan vegin frá Ebenezer í gamla kirkjugarð, og liðini skiftust um at bera.
Sjey samkomufelagar úr ymsum støðum bóru honum á gravarbakkanum vitnisburð um trúfasta og gudsóttandi lív hansara.
Dimmalætting skrivar um hann, at ”i den første tid optrådte han meget kraftigt men i de seneste år var han mere afdæmptet. Man havde fuldt ud indtryk af, at han var en helstøbt kristen karakter.”
Lina varð búgvandi í húsunum í Havn eina tíð. Tað er nokk so løgið, at í tí skrivliga tilfarinum sum finst um Daniel, er ikki eitt orð um, hvat ið hendi Linu, eftir at maðurin er deyður.
Hjørdis Háberg, sum er fødd í 1916, minnist seg hava vitjað Linu saman við mammu síni. Í frásøgn hjá Mariu Mellemgaard verður eisini greitt frá, at Lina plagdi sum einkja at koma til Klaksvíkar og luttaka á møtum í Betesda. Hon ferðaðist tá nógv hjá síni ætt norðanfyri. So hon hevur í hvussu er verið í Føroyum nøkur ár eftir, at maðurin er deyður.
Tað er tó rættiliga greitt, at Lina er farin aftur til Bretlands, og at hon hevur latið afrikansku lutirnar til eitt museum. Vit eru við at kanna hetta og vænta at frætta meira.
Poulina á Hvítanesi var vinkona Linu
Ofta fáast íkøst til slíkar frásagnir av tilvild. Var saman við Hervør Djurhuus herfyri, tá ið prátið kom inn á Dollan. Hervør var gift við Andrew Djurhuus, Innan Glyvur. Hon greiddi frá, at vermóður hennara Poulina, sum var ættað av Hvítanesi, var so sera væl við Linu. Hetta kann upprunaliga vera komið av, at Poulina sum ung var arbeiðsgenta hjá Magnus av Kamarinum, hálvbeiggja Dollan. Poulina var seinni fleiri ár arbeiðsgenta á Viðareiði, har hon varð umvend. Her hevur hon heilt vist hitt Dollan og Linu, sum komu nógv til Viðareiðis.
Poulina tosaði nógv um, at hon plagdi at vera hjá Linu, tá ið Dollin ikki var heima. Tað var nokk so ofta, tí hann ferðaðist jú nógv úti á bygd.
Hervør hevur varðveitt fleiri myndir og kort, sum vermamma hennara fekk frá Linu. Hetta er sera áhugavert tilfar, sum eisini er komið hesi grein til góðar. Poul Johan, sonur Hervør, eigur Bíbliuna hjá Dollanum, sum hann hevur fingið frá ommuni.
Tá ið Daniel og Lina vóru niðri í 1916 fekk Poulina eitt kort frá henni, har hon sigur, at tað gongur ikki so væl við Daniel, men hann letur heilsa. Lina býr tá hjá Elspu Fredrikku og Hans Hendrik Hansen, sum vóru ættað úr Hvalba og av Eiði. Vóru annars foreldur hjá Lydiu Arge.
Tað seinasta, sum vit vita um Linu, er annars tvey postkort, sum hon sendir Poulinu úr Bretlandi í 1920. Tað fyrra er sent úr Sterling, og her sigur Lina seg gleða seg til at koma heim. Tað seinna kortið er sent úr Leith, har Lina er vaksin upp. Tá býr hon hjá eini Mrs. Grieve, sum býr 2 Sandport Street. Tá sigur Lina seg koma heim við Tjaldrinum 20. juli. Hetta er so tað seinasta, sum vit vita um hana. Heldur ikki, um hon veruliga er komin við Tjaldrinum.